- Tað er líka stuttligt hvørja ferð, maðurin kemur heim. Tað kitlar í búkinum, og vit eru á ein hátt eins og nýforelskaðir hundar, sum ganga í illum. Tá eg fari eftir honum á flogvøllinum, eri eg eitt sindur smæðin, men tá vit koyra heim, og ein hond brádliga kemur, er foyheitin longu horvin, sigur sjómanskvinnan, Beinta.
Hon hevur játtað at fortelja sína søgu, um hvussu tað er at liva saman við einum sjómanni. Treytin er, at hon er dulnevnd.
Tá Beinta og maðurin ikki áttu børn, lupu tey bara í krovið á hvørjum øðrum, so skjótt maðurin kom heim:
-Vit gjørdu tað oftast bara mitt á gólvinum í stovuni ella køkinum. Men nú eru vit meira hampilig. Nú verður døgurðin fyrst settur á borðið, øll familjan hugnar sær saman, og børnini verða løgd at sova, greiðir Beinta frá. Hon skoytir tó við einum brosi uppí, at børnini onkuntíð fáa eitt oyra í lumman og fara tískil út at keypa og spæla eina løtu, áðrenn tey skulu í song:
- Tað ber jú altíð til at útvega sær eina fríløtu, sigur hon skemtandi.
Men Beinta heldur ikki, at tað er tað størsta njótilsið í seingini fyrsta kvøldið, maðurin kemur heim:
- Tá kemur hann beinanvegin, og tað skal líkasum bara fáast frá hondini. Ikki fyrr enn triðja ferðin er á skránni, ber tað rættiliga til at njóta tað. Tá verður tað aftur intimt og hugnaligt, heldur Beinta.
Tá maður Beintu siglir, sova børnini í hennara song, men tá hann kemur heim, fara tey av sær sjálvum aftur inn í kamarið hjá sær:
- Tá hann er heima, eru vit nærum í song saman hvønn dag. Men eg haldi ikki, at tað ber til at savna løturnar saman. Um hann eitt nú hevur verið burturi í fimm vikur, minnist eg sjálvandi ikki 35 løtur, vit vóru saman. Heldur hugsi eg um eina góða løtu, vit vóru saman.
- Síðstu ferð, vit fara í song saman, áðrenn hann fer avstað, er ofta ikki tann besta. Tá er hýrurin ikki góður. Um eg ikki komi tá, bilar tað einki. Tá eru tað kenslurnar um, at hann skal fara, sum eru í hásæti, sigur Beinta og heldur fram:
- Nógv spyrja meg ofta: Hvussu kanst tú vera mannin fyriuttan so leingi? Men so noyðist eg bara at orna tað sjálv. Tað er sjálvandi ikki líka gott, sigur Beinta, sum ikki dámar at nýta hugnapinn, hóast teir eru væl umtóktir millum vinkonurnar:
- Sjómenninir keypa ofta alskyns sexleikur heim við, og maður mín er hopileysur. Tá hann eina ferðina hevði keypt mær ein hugnapinn, fekk hann pinnin beint aftur í høvdið, sigur Beinta og leggur afturat, at hon tó er við upp á aðrar sexleikur:
- Hondbrúsan er helst tann besta leikan. Serliga um høvdið verður skrúvað av.
Spurd, um tað er lov at hava ein elskara, tá ein livir saman við einum sjómanni, sigur Beinta, at tað er tað sjálvandi ikki:
- Sjálv smáflirti eg eitt sindur við mannfólki, tá hann ikki er heima; tó einki fer út um okkara mørk. Hann hevur somuleiðis onkuntíð fortalt mær, at teir ofta fara á vertshús, har stripparar og horur seta dagsskránna. Hann hevur greitt mær frá, hvussu hann hevur víst teimum burtur, sigur Beinta, sum heldur tað vera í lagi, bara so leingi hon einki veit:
- Eg líti á hann. Men tað, sum eg ikki veit, fái eg ikki ilt av. Um tað hevði verið onkur kvinna í Kagganum ella okkurt, hevði støðan verið ein heilt onnur. So hevði eg verið pillør, leggur Beinta at enda dent á.









