Eg ætlaði ikki at finna myndir av børnum, men bara ungum gentum, segði 33 ára gamli maðurin, sum í dag møtti í Føroya rætti, ákærdur fyri varðveitslu og útbreiðslu av barnapornografiskum tilfari.
Løgreglan gjørdi á heysti 2014 eina húsarannsókn heima hjá 33 ára gamla manninum. Har legði hon hald á fleiri harddiskar og eina farteldu hjá manninum.
Tað var eitt tips frá eysturrísku løgregluni, umvegis Interpol, sum førdi føroysku løgregluna á slóðina.
Eysturríkska løgreglan kannaði ein mann við tilknýti til eina ávísa heimasíðu, sum verður nógv nýtt til barnapornografiskt tilfar. Í kanningararbeiðinum komu teir fram á eitt teldupostsamskifti millum eysturríkan og eina føroyska telduadressu.
Hetta samskifti fann føroyska løgreglan eisini á telduni hjá ákærda, umframt nærum 400 myndir og 34 videobrot av barnaporno, á telduni og trimum ymiskum harddiskum. Meginparturin av myndunum vóru sonevndar kategori 1 myndir, tað vil siga myndir av naknum og hálvnaknum børnum, tó uttan nakað beinleiðis seksuelt innihald. Onkrar myndir vóru eisini kategori 2, tað vil siga ónærisligar myndir av børnum og onkrar einstakar myndir eisini kategori 3, sum vísir týðiligt kynsligt misbrúk av børnum.
Maðurin greiddi frá, at hann hevði nýtt eina fíldeilingstænastu til at leita eftir myndum, tó ikki av børnum. Hann greiddi frá, at tað fyrst og fremst vóru ungum gentum, um 16 ára aldur, sum hann var áhugaður í.
Hann vardi seg við, at tá ein nýtir slíkar fíldeilingstænastur, kann ein ongantíð vita, júst hvat tað er, ein kemur fram á. Tað er ikki fyrr enn ein sær myndirnar, at ein veit, hvat ein hevur tikið niður á telduna, greiddi hann frá.
Linda Margrethe Hesselberg, varafúti, vísti tó á, at heitini á onkrum av myndunum og filmunum lótu ongan iva vera um, hvat slag av myndum talan var um. Styttingar fyri barnaporno og leitiorð, sum verða nýtt í slíkum umhvørvi, gingu aftur í fleiri av myndunum, sum ákærdi hevði heintað niður.
Maðurin segði, at hann hevði strikað flestu myndirnar, men til tað vísti ákærin á, at seinastu myndirnar vóru tiknar niður á telduna kvøldið fyri, at løgreglan gjørdi húsarannsókn hjá manninum. Vanliga verður ákæra kortini ikki reist um myndir, sum eru strikaðar, men í hesum førinum kundi løgreglan prógvað, at nakrar av strikaðu myndunum vóru tær somu, sum maðurin hevði sent eysturríkaranum. Tí vóru tær eisini tiknar við í ákæruritið.
Samskifti millum føroyingin og eysturríkaran fylti eisini nógv í ákæruni. Ákæruvaldið legði dent á, at tað var føroyingurin, sum hevði sett seg í samband við eysturríkaran, við tí í hyggju at býta um myndir og filmar.
Ákærin vísti á, at onkrir av filmunum, sum føroyingurin sendi eysturríkaranum vóru av sera smáum børnum og tí mundi hann eisini vænta, at fáa líknandi filmar og myndir aftur frá eysturríkaranum. Minst tvær ferðir hevur føroyingurin sent myndir og filmar, og minst seks ferðir hevur hann fingið tilfar aftur frá eysturríkaranum.
Ákærdi segði seg einki minnast til hetta samskifti. Hann segði, at hetta tíðarskeiðið hevði hann drukkið nógv, roykt hassj og tikið svampar, so minnið um hesi árini var sera kámt.
Linda Margrethe Hesselberg heitti staðiliga á dómaran um at døma mannin seks mánaðir ótreytaða fongsulsrevsing. Hon vísti á, at nógv av tilfarinum er av sera grovum slag og at elstu myndirnar, sum eru funnar, eru tiknar niður á telduna í 2008, so hetta er nakað, ákærdi hevur fingist við í mong ár.
Verjin helt at fýra mánaðir, har í øllum førum ein partur er treytaður, mundi vera nokk. Hann metti, at umframt at long tíð var liðin, síðani maðurin bleiv skuldsettur (í 2014), so var hann tá givin við slíkum, umframt at hann var givin at drekka og at taka rúsevni.
Dómur fellur í málinum í morgin.