- Tað var hart at vinna

93-ára gamal, 90-ára gamal og 68-ára gamal vunnu um vikuskiftið heiðursmerkir í altjóða svimjikapping.

Mánamorgun var serliga samkoma í kaffistovuni í Svimjihøllini í Gundadali, har skipað varð fyri serliga móttøku fyri nøkrum av føroysku svimjarunum, sum um vikuskiftið vunnu gull í altjóða svimjikappingini Norðurlendska Meistarastevnan fyri Masters 2015, ið varð hildin í svimjihøllini í Gundadali.


Høvuðspersónarnir hendan morgunin vóru teir tríggir, ið um vikuskiftið vunnu medaljur í teimum eldru aldursbólkunum. Elsti teirra var 93-ára gamli Sverri Mortensen av Argjum, ið vann gull í 50 metrar frí. Næsti var 90-ára gamli Dánjal Norðberg úr Hvalba, vanliga nevndur Skraddarin, ið eisini vann gull í 50 metrar frí í sínum bólki. Tann yngsti heiðursgesturin hendan morgunin var 68 ára gamli Arnold Eyvindsson, ið saman við hinum báðum vann bronsu í stafett. Tilsamans eru teir tríggir sostatt 251 ár ella eina kvarta øld.


- Eg varð lokkaður við og vann. Men tað var hart at vinna. Eg gjørdi tann feilin, at eg dreiv á alt fyri eitt. Eg bleiv bangin fyri meg sjálvan, segði Dánjal Norðberg, um løtuna tá hann vann gull.


Nógv fólk vóru komin saman at heiðra teimum trimum monnunum, og millum teirra vóru fastu morgunsvimjararnir í Gundadali. Tað er heldur ikki løgið, tí tað er júst millum teirra, at teir tríggir hava havt sína dagliga gongd.


Sverri og Arnold hava verið fastir gestir í svimjihøllini síðani hon lat upp 18. desember 1982, meðan Dánjal hevur verið har, síðani hann flutti til Havnar fyri fimtan árum síðani.


- Eg byrjaði at svimja her, tá høllin á fyrsta sinni lat upp 18. desember 1982, men tað var í Argjum at eg lærdi at svimja. Tað gjørdi eg, tá ein nýggjur skúli varð bygdur har í 78-79. Tá var ein svimjihylur eisini gjørdur, segði Sverri Mortensen.
Yngsti maðurin til staðar, Arnold Eyvindsson helt fyri, at talan var um ein stóran dag fyri Hvalbiar bygd.


- Hetta er ein stórur dagur í Hvalbiar svimjisøgu og stórur dagur í Hvalba. Eg og Dánjal lærdi báðir at svimja har í sandinum, meðan oldurabbin hjá Sverra var hvalbingur, ið búsettist á Argjum.