Jákup Mørk
Vónirnar hjá KÍ fyri einum steypasigri fingu eitt skot fyri bógvin, tá Malena Josephsen noyddist av vøllinum seint í fyrra hálvleiki.
Spældi við pínu
Malena greiddi frá, at orsøkin til hetta var samanbresturin, sum hon hevði við Anniku Hansen í HB málinunm tíðliga í dystinum, tá tær báðar fóru eftir bóltinum.
Hóast pínu, so royndi Malena at stríðast í ein hálvan tíma afturat, og eisini hevði hon onkra roynd móti HB málinum. At enda var pínan tó ov stór, og hon noyddist tí at hyggja at, meðan liðfelagarnir stríddu sigurin til høldar.
Ræðuligt
Sjálv segði hon eftir dystin, at tað var ræðuligt at hyggja at: - Vit høvdu alt spælið, men tað sá ógvuliga svart út, tá tað ráddi um at skjóta mál, helt hon fyri. Tá so málið kom, sást hon fara lakkandi á einum beini yvir at fagna liðfeløgunum, og hon duldi ikki fyri, at gleðin var ovurstór, tá tað gjørdist greitt, at sigurin var fingin til høldar.
Býráðið hevði álit
Ein partur av fyrireikingunum hjá KÍ-kvinnunum var, at tær fríggjadagin vóru bodnar til býráðshúsið.
Sjálv helt Malena, at hetta var við til at seta tær upp, og hon bað okkum í hesum sambandi veita býráðnum eina tøkk fyri hetta.
Annars legði hon afturat, at tær satt at siga undraðust eitt sindur í fjør. Áðrenn steypafinalurnar, har KÍ tá átti umboð hjá bæði monnum og kvinnum, vórðu menninir bodnir í býráðssalin, meðan kvinnurnar einki hoyrdu. Fríggjakvøldið fingu tær so eina frágreiðing til hetta. Orsøkin til væntandi innbjóðingina tá var nevnliga, at býráðið ikki roknaði við, at tær fóru at vinna, segði hon við einum smíli.
Hvat sunnukvøldið nú hevði at bjóða uppá, visti hon ikki, tá vit søgdu farvæl við hana. Einasta, sum lá fast, var at tær skuldu saman til Shang-Hai matstovuna í Klaksvík at eta ein góðan bita, men ivaleyst hava tær hugna sær óført har norðuri sunnukvøldið.