als ikki heimild at taka tílíkar avgerðir einsamallur. Vit meta hetta mál so álvarsligt, at vit síggja okkum noyddar at koma við hesum viðmerkingunum í fjølmiðlunum. Vit hava roynt at greitt allari nevndini [...] reglur verða brotnar. Fremsta orsøkin til at starvsbólkar skipa seg í fakfeløg, er júst at tryggja sømdir og rættindi hjá starvsfólki. Tí er tað ikki til at skilja, at ein slík hending kann fara fram inni á [...] fyri Føroya Fiskimannafelag ger greitt, at nevndin setir starvsfólk. Tí er tað eisini nevndin, sum hevur ábyrgdina av at uppsiga starvsfólk, ella sum í hesum føri, at burturvísa starvsfólk. Formaðurin í Føroya
møguleikin at seta Ternuna inn á Nólsoyarleiðini tók seg upp. At byrja við var stór nøgd at finna millum nólsoyingar við hesa loysnina, men so hvørt sum hon nærkaðist, byrjaði eisini ivin at stinga seg [...] ivast í, at Ritan hevur roynst nólsoyingum framúr væl, og tær ferðirnar, at neyðugt hevur veirð at avlýst ein túr, kunnu næstan teljast á einari hond. Og nólsoyingar eru fullgreiðir yvir, at soleiðis fer [...] størri mun róð upp undir, at fáa eina ferju, sum eisini kundi taka bilar. Hartil kom so eisini, at rættiliga óhøgligt var hjá illa gongdum fólki og serliga fólki í koyristóli, at sleppa umborð. Heldur ikki
bræv, har hann vísir á, at har Føroyar luttaka í altjóða ítróttakappingum, skapa vit yvirskriftir. Tí er ógvuliga umráðandi, at løgtingið, tá næsta fíggjarlógin verður smíðað, fer at standa saman um føroyskan [...] sær. Vónin er, at teirra stríð eisini kann kveikja neistan hjá evnaríkum ítróttafólkum og venjarum innan aðrar ítróttagreinir at seta sær langtíðar mál. Petur Elias Petersen vísir á, at á alskyns sjón [...] søgur, sum vit føroyingar elska at hoyra um Føroyar, tá útlendskir miðlar rósa einum av okkara. Í greinini vísir ÍSF-forsetin á, at løgtingið valdi við breiðari semju at seta pening av til úrvalsítrótt
er ongin styrki at fremja loysnir. Tað er so hjálparleyst at sita við róðrið uttan at stýra. Vanlukkuligt at biðja um ábyrgd fyri síðani at krógva seg í rúgvuni. Tá man ikki megnar at stýra í góðum tíðum [...] børnum okkara fyri at sleppa undan at fremja sparingar í almenna húsarhaldinum. Tey hava ikki dugað at lagt til síðis í góðum tíðum fyri at halda ímóti í ringum tíðum. Niðurstøðan má vera, at tey hvørki í góðum [...] høvuðspolitikkurin er at greiða frá teimum ólukkum, sum blokkskerjingin hevur elvt til. Megna okkara leiðarar onki? Hvat nyttar at fílast á uttan at venda gongdini? Hvat er til ráða at taka? Tað verður ein
okkum hyggja at, hvussu tey í Danmark júst í hesum døgum ætla at skipa seg fyri at skapa nýggj arbeiðspláss. Har er eitt visionert útspæl á gáttini, sum í heilt stuttum gongur út uppá at investera 1 mia [...] flokkar í hesum valstríði samdir um, at Føroyar hava harðliga brúk fyri búskaparvøkstri og fólkavøkstri. Hetta er ein stór uppgáva hjá okkum øllum at loysa, og vit eiga at loysa hana í felag. Føroyskar fyritøkur [...] í kappingini við útheimin. At skapa vøkstur. Føroyskur vakstrardepil er møguligur Enn hava vit í Føroyum ikki í nóg stóran mun miðvíst roynt at skapa nýggj arbeiðspláss við at kombinera útbúgving, vinn
vísir á, at munurin millum manningarfeløgini og reiðarafelagið er, at reiðararnir vilja hava manningina at luttaka í oljuútreiðslunum í øllum skipabólkum. - Hinvegin hava manningarfeløgini sagt, at tey vilja [...] ógvuslig, at feløgini eru noydd at standa saman, tí annars koma allir at fáa ov lítið burturúr, leggur hann aftrat. Eyðstein Djurhuus, formaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag, sigur, at honum kunnugt [...] og tað vóru semingsmenninir, sum ynsktu at vita, um partarnir høvdu flutt seg. Sum skilst, tók Terji Sigurðsson skemtandi til, at partarnir høvdu flutt seg, men at teir høvdu flutt seg longur burtur frá
landsstýrinum – Orsøkin til, at korona breiðir seg so skjótt, er, at vit sleptu øllum tilmælum um at halda veitslur og annars um at vera nógv fólk saman. Samstundis er kravið avtikið um, at øll, sum koma til Føroyar [...] um at lata seg koppseta, tí tað er ikki vandamikið, og tað verjir væl. Og hann mælir eisini staðiliga til, at fólk, sum fara av landinum fylgja tilmælinum um at lata seg kanna, annan dagin eftir at tey [...] »perfekta stormin« sigur Pál Weihe. Hann væntar at smittutølini fara framvegis at vera hækka, men tað einasta vápnið vit hava ímóti smittuspjaðingini, er at vit lata okkum koppseta. Men enn eru tað ov fá
oktober 2021 Neyðugt at kanna virksemið hjá Bústøðum nærri Stýrisformaðurin í Bústøðum fer at leggja uppskot fyri stýrið um at kanna virksemið hjá grunninum nærri. Endamálið er at laga Bústaðir til [...] teimum húsarhaldum, sum ynskja at búleikast undir teimum kørmum, sum Bústaðir í framtíðini fara at bjóða. - Mítt mál er, at Bústaðir ongantíð skulu hava fyri neyðini at biðja pengar úr Landskassanum [...] hava Almannamálaráðið at skipa tann sosiala partin betur, soleiðis at Bústaðir veruliga fáa hjálpt, har tørvurin er størstur. Harnæst skulu vanligir løntakarar hava møguleika at leiga bíligar bústaðir
er ikki sørt órógvandi at hoyra løgmann vera so afturhaldandi, tá tað snýr seg um at hjálpa fólki í neyð – og so greitt vísa aftur, at Føroya kunnu bjóða seg fram at hjálpa við at taka nøkur fá flóttafólk [...] um »at lata slúsurnar upp«, ið summi so forhánisliga siga, tá tosið kemur um at hjálpa fólki í neyð. Eisini virkaði tað heldur óskiljandi, at løgmaður í Degi og Viku mánakvøldið vísti aftur, at nøkur [...] greiða tey frá, hvussu tey vóru flýdd úr gamla Joguslavia, so at pástanda, at tey »bara komu til Føroya at arbeiða«, tað átti løgmaður ikki at havt sagt. Meðan annar samstarvsflokkurin hjá løgmanni fór
rætta at gera at leggja um til el. – Tað er at keypa sær elbil og fáa sær hitapumpu heima við hús. Tí soleiðis kunnu fólk hjálpa sær sjálvum við bíligari skipan. Hann vísir á, at tað er so lætt at argumentera [...] himmals, so er at leggja seg eftir at stýra oljunýtsluni hjá sær sjálvum, sigur hann, og endurtekur, at oljuprísurin hjá SEV liggur fastur fyri alt árið, og at tey gera alt tey kunnu fyri at fremja tað grøna [...] sannlíkt júst nú. Hákun Djurhuus sigur, at tey í SEV gera alt tey kunnu fyri at sleppa av við oljuna, og tað er at fáa fleiri vindmyllur í skipanina. – Vit royna at pressa systemið so nógv, sum vit kunnu