Tað sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, tá vit spyrja hann, hvussu hækkandi oljuprísirnir fara at ávirka elprísin.
Men í fyrstu syftu fær oljuprísurin onga ávirkan á elprísin, tí SEV hevur tryggjað sær prís fyri oljuna alt árið.
– Út frá tí ásettu vit í november elprísin, og hann verður ikki broyttur. Men upp á sikt kunnu vit sjálvandi rokna við, at ein møguliga hækkandi oljuprísur fer at ávirka prísin, sigur hann.
Hann vísir tó á, at prísurin kann fara báðar vegir. Tí um ósemjan um Ukraina verður loyst, og marknaðurin kemur upp á pláss aftur, so kann prísurin lækka, hóast tað ikki er serliga sannlíkt júst nú.
Hákun Djurhuus sigur, at tey í SEV gera alt tey kunnu fyri at sleppa av við oljuna, og tað er at fáa fleiri vindmyllur í skipanina.
– Vit royna at pressa systemið so nógv, sum vit kunnu, sigur hann.
##med2##
– Men tað má sjálvandi vera skil í, so elveitingini ikki verður óstøðug. Men okkara støða er púra greið, vit vilja hava so nógvan vind inn á skipanina sum til ber.
Og fyri hin einstaka brúkaran, sigur Hákun Djurhuus, so er tað einasta rætta at gera at leggja um til el.
– Tað er at keypa sær elbil og fáa sær hitapumpu heima við hús. Tí soleiðis kunnu fólk hjálpa sær sjálvum við bíligari skipan.
Hann vísir á, at tað er so lætt at argumentera fyri hesum, tí olja dálkar mest og er dýrast.
– Sjálvandi eiga vit at velja tað, sum dálkar minst og er bíligast.
Spurdur um SEV ikki umhugsar at differentiera prísirnar um náttina, so tað verður eitt nú bíligari at løða sær bilin um náttina, so sigur hann, at tað er ikki so einfalt, tí SEV framleiðir tann streymin, sum verður brúktur.
##med3##
– Tað er eitt sindur øðrvísi, har tey hava kolaverk og kjarnorkuverk, tí tey kunnu ikki sløkkjast um náttina, men koyra við somu ferð alla tíðina. Tí kunnu tey selja avlopsstreym bíligari um náttina. Tá vit framleiða streym úr olju og vatnorku, so framleiða vit bara tann streymin, sum verður brúktur, sigur Hákun Djurhuus.
Hann vísir á, at tað er annað, sum kann geva príssveiggj, og tað er blandingin í millum, hvussu nógva vindorku og hvussu nógva oljuorku, til ber at fáa.
– Tí her eru ymsir prísir í framleiðslu. Fólk vita, nær vindur er, og nær stilli er, og um fólk kundu broytt atferð eftir tí, eins og at SEV hevði skipanir, sum kunnu finna út av tí, so ber til at brúka meira orku, tá hon verður framleidd úr vindi enn úr olju.
Hákun Djurhuus vísir á, at privatu húsarhaldini brúka nógva meira pengar til olju enn til el, so um tann eindarprísurin til himmals, so er at leggja seg eftir at stýra oljunýtsluni hjá sær sjálvum, sigur hann, og endurtekur, at oljuprísurin hjá SEV liggur fastur fyri alt árið, og at tey gera alt tey kunnu fyri at fremja tað grøna orkuskiftið so skjótt sum til ber.
##med4##