Tað var eitt rættiliga frambrot innan millumoyggja sigling í Føroyum, tá Ritan í januar 1972 kom til landið.
Gamla Ritan hevði framman undan røkt siglingina millum Tórshavn og Nólsoy, men hetta var at meta sum ein luxuslinari, og nýggja Ritan varð sett inn í siglingina millum Tórshavn og Skopun, meðan nólsoyingar máttu taka til takka við Másanum, Sildberanum og seinni Pride.
Men tíðirnar broytast, og Ritan fór at røkja Nólsoyarsiglingina burtur av. Tó so, at onkur farmatúrur varð gjørdur til Skúvoyar – mest týsdagar.
Men tíðin krevur sítt, og seinastu árini hava nólsoyingar í alt størri mun róð upp undir, at fáa eina ferju, sum eisini kundi taka bilar.
Hartil kom so eisini, at rættiliga óhøgligt var hjá illa gongdum fólki og serliga fólki í koyristóli, at sleppa umborð. Heldur ikki ber til hjá fólki í koyristóli at sleppa niður í salongina, so í so máta er Ritan ikki tíðarhóskandi.
Undir næstseinastu samgongu varð arbeitt við at útvega eitt nýtt skip til Nólsoyarleiðina, men hendan ætlanin er síðani fyribils slept, og møguleikin at seta Ternuna inn á Nólsoyarleiðini tók seg upp.
At byrja við var stór nøgd at finna millum nólsoyingar við hesa loysnina, men so hvørt sum hon nærkaðist, byrjaði eisini ivin at stinga seg upp.
Skifti í morgun
Eingin ivast í, at Ritan hevur roynst nólsoyingum framúr væl, og tær ferðirnar, at neyðugt hevur veirð at avlýst ein túr, kunnu næstan teljast á einari hond. Og nólsoyingar eru fullgreiðir yvir, at soleiðis fer ikki at verða, nú Ternan røkir ferðasambandið millum Nólsoynna og meginøkið.
Ritan fór á beding suðuri í Vági síðsta týsmorgun og roknað verður við, at umvæling og ábøtur fara at taka umleið ein mánað at avgreiða. Milum annað skal Ritan hava ísettar bógskrúvur, so lættari verður at manøvrera í truplu atløguviðurskiftunum í Svínoy og Fugloy.
Hartil skal salongin shinast upp umframt aðrar smávegis ábøtur.
Ternan hevur fingið ísettar stabilisatortangar, hevur fingið lyftu umframt aðrar ábøtur, eitt nú eru benkirnir polstraðir av nýggjum.
Seinastu vikuna hevur Silja Star røkt siglingina um Nólsoyarfjørð, tí Ternan hevur loyst Teistan av, meðan hesin var til eftirlit, men í morgun byrjaði so eitt nýtt tíðarskeið fyri nólsoyingar.
Ternan er nú sett inn í fasta rutu millum Tórshavn og Nólsoy, og tað verður áhugavert at síggja, hvussu hetta skipið fer at roynast. Eingin ivi er um, at Ternan er munandi meira tíðarhóskandi enn Ritan, men tað, sum nólsoyingar helst óttast mest, er hvussu reglulig rutan verður á hávetri við nógvum vindi.
Enn er eingin rampa ella ferjulega gjørd í Nólsoy, og ein slík verður neyvan liðug fyrr enn í fyrsta lagi einaferð seint í heyst. Hinvegin er neyvan heldur nakar trupulleiki summarhálvárið, men soleiðis sum landið eftir øllum at døma liggur í løtuni, er ætlanin at leggja ferjuleguna í krókinum keiin/grótkastið, og tað halda nólsoyingar langt frá er besta loysnin.
Men hendan fyrsta túrin hjá Ternuni gekk alt sum eftir ánni, og ein býarmynd er í hvussu er burturi, nú eingin Rita aftur verður at síggja við Bursatanga.