Nú er standurin ringur og vit hava ikki tamarhald á støðuni. Tað ásannar Pál Weihe, ráðgevari í koronu. Støðan hevur fingið landsstýrið til at koma við nøkrum tilmælum um at avmarka sosialu samveruna hjá børnum og ungum, bæði í sambandi við skúla og í sambandi við frítíðarítriv.
Les eisini: Her eru nýggju koronu-tilmælini frá landsstýrinum
– Orsøkin til, at korona breiðir seg so skjótt, er, at vit sleptu øllum tilmælum um at halda veitslur og annars um at vera nógv fólk saman. Samstundis er kravið avtikið um, at øll, sum koma til Føroyar, skulu kannast fyri koronu – og samstundis er tað bara ein viðfáningar av teimum, sum koma higar, sum halda tilmælið um at lara seg kanna, tá ið tey hava verið her í tveir dagar.
Og so er hetta eisini árstíðin, har vit aftur leita innandura, tí nú er heystið og veturin yvir okkum, og innandura breiðir smittan seg nógv skjótari enn uttandura.
– Tá ið øll hesi viðurskiftini samvirka, sum tey gera nú, hava vit tann »perfekta stormin« sigur Pál Weihe.
Hann væntar at smittutølini fara framvegis at vera hækka, men tað einasta vápnið vit hava ímóti smittuspjaðingini, er at vit lata okkum koppseta. Men enn eru tað ov fá, sum hava latið seg koppseta, so tað er okkara staðiliga tilmælið, at øll lata seg koppseta, tí so sleppur smittan ikki at breiða seg.
Tann stóri trupulleikin er, at nú eru tað í stóran mun, børn, sum verða smittað. Tey bera smittuna heim til foreldrini, sum, í hampiliga stóran mun, eru koppsett. Tey verða so smittað, ofta uttan merkja nakað serligt til tað og tí kunnu foreldrini so aftur bera smittuna tey eldru í familjuni, og tað eru nógv av teimum, sum ikki tola at fáa koronu.
Les eisini: Nú hava vit mist tamarhaldið á støðuni
Hann sigur, at tí ber ikki til at sleppa endanum, tí hjá teimum, sum eru koppsett tíðliga, verjir koppsetingin ikki so væl longur og tí fáa tey tilboð um eina sproytu afturat. Men vit eru ikki komin serliga langt við tí og sostatt mugu vit eisini seta onnur tiltøk í verk, sigur hann. Sostatt tekur hann undir við, at landsstýrið mælir til at avmarka sosiala sambandið hjá børnum og ungum.
Politisk myndugleikin hevur tikið tað avgerð, at tiltøkini ímóti koronu skulu ikki byggja á lógir og reglur, men á álit á fólk. Tí er talan bara um tilmæli, sum heitt verður á fólk um at taka til sín
– Tí mugu vit øll vóna, at øll fólk hugsa um, hvat tey kunnu gera, og tað er at avlýsa allar samkomur, sum ikki eru neyðugar, sigur Pál Weihe. Hann mælir eisini staðiliga á fólk um at lata seg koppseta, tí tað er ikki vandamikið, og tað verjir væl.
Og hann mælir eisini staðiliga til, at fólk, sum fara av landinum fylgja tilmælinum um at lata seg kanna, annan dagin eftir at tey eru komin aftur.