Tað er ikki sørt órógvandi at hoyra løgmann vera so afturhaldandi, tá tað snýr seg um at hjálpa fólki í neyð – og so greitt vísa aftur, at Føroya kunnu bjóða seg fram at hjálpa við at taka nøkur fá flóttafólk hendanvegin. Eingin tosar um »at lata slúsurnar upp«, ið summi so forhánisliga siga, tá tosið kemur um at hjálpa fólki í neyð.
Eisini virkaði tað heldur óskiljandi, at løgmaður í Degi og Viku mánakvøldið vísti aftur, at nøkur flóttafólk komu til Føroya í 2000 og fingu ta hjálp her, sum tey ikki fingu sum flóttar í Danmark. Í samrøðu við blað okkara í 2000 greiða tey frá, hvussu tey vóru flýdd úr gamla Joguslavia, so at pástanda, at tey »bara komu til Føroya at arbeiða«, tað átti løgmaður ikki at havt sagt.
Meðan annar samstarvsflokkurin hjá løgmanni fór til síðsta løgtingsval við slagorðunum »nei til flóttafólk«, so sigur uttanríkisráðharrin hjá løgmanni nakað annað í blaðnum í dag. Hann vil fegin hjálpa fólki í neyð og er ikki við upp á herðferðina hjá Fólkaflokkinum ímóti flóttafólkum.
Og vit kenna tað, tá føroyskir politikarar tosa um at »hjálpa á staðnum«. Tað er vanliga ein undanførsla fyri einki at gera. Fyri ikki at vilja hjálpa. Neyðugir pengar verða ikki játtaðir, og tað er so slett eingin, sum fer úr Føroyum at »hjálpa nøkrum á staðnum«.
Ella sum Jenis av Rana sigur her í blaðnum í dag:
– At hjálpa á staðnum verður ofta brúkt sum ein undanførsla fyri einki at gera. Tey, sum als ikki eru sannførd um at hjálpa flóttum í landinum, vaska sær um hendurnar við hesum uppskotinum. Men trupulleikin er bara, at flóttafólkini jú rýma av staðnum, tí har er ikki verandi, sigur Jenis av Rana, sum heldur, at tað ber væl til at hjálpa upp á fleiri mátar. (sí grein á síðu 4-5).
Sjálvandi skulu vit lata neyðhjálp og menningarhjálp, ið sum oftast fer á staðið.
Men talan er altso um flóttafólk, sum eru rýmd »av staðnum«, og sum kanska sita í flóttafólkalegum í øðrum londum.
Tá er tað kyniskt av lands leiðslu at blamera seg við slagorðum sum »Nei til flóttafólk«. Tað mátti løgmaður at verið ov fínur til. Tí tað er ikki bara óetiskt – tað er eisini óbíbilskt. Takið bara familjuni hjá Jesusi sum dømi ella línilsið um miskunsama samariubúgvan. Tá vóru ongar umberingar um heldur »at hjálpa á staðnum«.
– Vísið nú heiminum, at í Føroyum býr eitt virðiligt fólk, sum vil hjálpa eftir sama førimuni sum onnur heimsins lond!
##med2##