VERKBANN
Mánadagin vóru manningarfeløgini á fundi við semingsmenninar í trætuni um nýggjan sáttmála við Føroya Reiðarafelag.
Hesin fundur var seinnapartin mánadagin. Hann vardi í ein góðan tíma, og tað vóru semingsmenninir, sum ynsktu at vita, um partarnir høvdu flutt seg.
Sum skilst, tók Terji Sigurðsson skemtandi til, at partarnir høvdu flutt seg, men at teir høvdu flutt seg longur burtur frá hvørjum øðrum.
Eyðstein Djurhuus, formaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag (FSN), sigur, at semingsmaðurin læt feløgini vita, at tey altíð kunnu seta seg í samband við hann, um mett verður, at partarnir kunnu nærkast hvørjum øðrum.
Flytingar eru
Formaðurin í FSN heldur tað ikki vera rætt, tá ført hevur verið fram, at ongar flytingar hava verið millum partarnar, síðan samráðingarnar byrjaðu.
- Nei, tað er ikki heilt rætt. Eg haldi, tað ikki vera rætt at fara út í smálutir við teirri semingsroynd, sum varð gjørd.
Eyðstein Djurhuus vísir á, at munurin millum manningarfeløgini og reiðarafelagið er, at reiðararnir vilja hava manningina at luttaka í oljuútreiðslunum í øllum skipabólkum.
- Hinvegin hava manningarfeløgini sagt, at tey vilja hjálpa til í skipabólkum, sum eru í kreppu. Tey, sum halda, at allur fiskiflotin er í kreppu, hava púrasta misskilt støðina. Tað eru skipabólkar, har bæði reiðarí og manning gera tað væl.
Formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag heldur, at tað er forstáilsi í pørtum av Føroya Reiðarafelag um, at broytingar ikki eru neyðugar yvir ein kamb, soleiðis sum felagið hevur upp til.
- Men hesi sjónarmið hava so ikki vunnið neyðugan frama til at síggja, at trætan kundi verið loyst, um vilji var til tess, leggur hann aftrat.
Pøsast út
Manningarfeløgini, sum í hesum samráðingum hava staðið rættiliga væl saman, tosa regluliga saman um, hvussu feløgini skulu takla støðuna, soleiðis sum gongdin er og verður.
- Føroya Reiðarafelag hevur sagt, at teir vilja pøsa okkum út, til vit ganga við til tað, sum teir leggja upp til. Hetta meta vit vera rættiliga álvarsamt. Vit hava onga orsøk til at leypa fram av, tí tá kunnu missirnir gerast nógv størri enn fyrimunirnir, nú trýstið er so stórt.
Formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag minnir á, at tað eru reiðararnir, sum hava sett verkbannið í og soleiðis, sum støðan er, er tað ikki nógv, sum felløgini kunnu gera.
- Í løtuni hava vit einki annað val enn at standa ímóti trýstinum, sum vit halda er órímiligt, sigur hann.
Stórar lækkingar
Eyðstein Djurhuus vísir á, at umframt toganina, sum er um oljuna, vilja reiðararnir eisini hava broytingar við eykapørtunum hjá yvirmonnunum.
- Tilsamans snúgva krøvini hjá Føroya Reiðarafelag seg um stórar hýrulækkingar. Krøvini eru so ógvuslig, at feløgini eru noydd at standa saman, tí annars koma allir at fáa ov lítið burturúr, leggur hann aftrat.
Eyðstein Djurhuus, formaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag, sigur, at honum kunnugt er eingin nýggjur fundur avtalaður við semingsmenninar.
Soleiðis er heldur ikki líkt til, at nøkur loysn er í ljósmála í trætuni millum reiðarar og manningarfeløg, sum hevur vart síðan næst seinasta mánadag.










