Hóast ósamdir í nógvum, so eru flestu politisku flokkar í hesum valstríði samdir um, at Føroyar hava harðliga brúk fyri búskaparvøkstri og fólkavøkstri.
Hetta er ein stór uppgáva hjá okkum øllum at loysa, og vit eiga at loysa hana í felag.
Føroyskar fyritøkur stríðast fyri vøkstri hvønn dag. Landsstýrið ger sítt fyri at skapa fortreytir fyri vøkstri. Kortini ganga føroyingar í túsundatali arbeiðsleysir.
Íløga í vøkstur
Í størsta partinum av heiminum verður átøk gjørd fyri at skapa búskaparvøkstur. Lat okkum hyggja at, hvussu tey í Danmark júst í hesum døgum ætla at skipa seg fyri at skapa nýggj arbeiðspláss.
Har er eitt visionert útspæl á gáttini, sum í heilt stuttum gongur út uppá at investera 1 mia. kr. í ein vakstrardepil, har ið vinnufyritøkur, útbúgvingarstovnar og granskarar eftir 8 árum skulu skapa 100.000 nýggj arbeiðspláss innan framleiðsluvinnurnar.
Íløgan er stór, og tankin er, at tríggir partar skulu reisa ein triðing av kapitalinum hvør: staturin, vinnulívið og universitetini.
Málið er at fáa nýggj arbeiðspláss í staðin fyri tey, sum eru mist í kappingini við útheimin. At skapa vøkstur.
Føroyskur vakstrardepil er møguligur
Enn hava vit í Føroyum ikki í nóg stóran mun miðvíst roynt at skapa nýggj arbeiðspláss við at kombinera útbúgving, vinnulívsvirksemi, vinnugransking og íverksetan í einum munagóðum samanhangandi átaki.
Hví gera vit ikki tað?
Hví ikki brúka ein slíkan leist, har ið vit seta okkum sum mál at leggja t.d. 100 mió. kr. í ein føroyskan vakstrardepil, sum eftir eitt áramál kann skapa eini 1.000 nýggj arbeiðspláss?
Ein føroyskur vakstrardepil, har ið okkara vinna, útbúgvingar- og granskingarstovnar og íverksetandi kreftir seta seg saman at menna nýggjar vørur og tænastur, vil við garanti tiltrekkja ung, ið vilja lesa og læra, og fólk við royndum og vitan.
Depilin vil eisini viðvirka til, at útisetar fáa nakað munagott at koma heim aftur til.
Hetta tvørgangandi átakið vil skapa arbeiðspláss, búskaparvøkstur og fólkavøkstur.
Brúka Ríkisfelagsskapin
Hvaðani skulu pengarnir koma frá?
Givið er, at tað krevur bæði almennan og privatan føroyskan kapital at fáa á føtur vakstrardepilin – eitt kombinerað universitets-, vinnulívs- og granskingarsetur.
Men Føroyar eru eisini í teirri hepnu støðu, at vit eru partur av einari størri skipan, ið vit kunnu trekkja uppá.
Ríkisfelagsskapinum kann nevniliga medvirka til at fáa ferð á búskaparvøkstur og fólkavøkstur her í landinum.
Eg ivist onga løtu í, at okkara samstarvspartnarar á Christianborg vilja arbeiða saman við okkum í Føroyum, t.d. um at flyta útbúgvingar heim til Føroya, har ið fíggingin kann fylgja við.
Harumframt áttu vit at strikað fastfrystingina av Ríkisveitingini.
Á tann hátt fæst størsti partur av fíggingini til vega skjótt, og gongd kann koma á projektið, ið skal skapa arbeiðspláss, búskaparvøkstur og fólkavøkstur.
Fólkatingsumboðið til verka
Gera vit av at fara undir ætlanina, so krevur hon sjálvsagt gott samstarv í Føroyum og millum Føroyar og Danmark.
Hetta er ein ítøkilig ætlan, sum farast kann undir beinanveg, og tað er upplagt, at fólkatingsmaðurin hjá Sambandsflokkinum verður settur á uppgávuna, so vakstrardepilin kann gerast veruleiki.