framúr spennandi finalu. Undan dystinum høvdu báðir partar á munni, at tað fyrst og fremst ráddi um at fáa verjupartin at koyra, og hetta var eisni sjónliga aðalmálið fyrstu longu løtuna. Tað tóktist tó skjótt [...] eitt. Tað er tó mørk fyri, hvussu leingi ein málverji kann halda liði sínum í dystinum, og sum frá leið í dystinum, og sum frá leið mátti eisini hon geva skarvin yvir. Greiðasta staðestingin restina av fyrra [...] munurin minkaður niður í eitt mál, og so mundu sjálvt mest svartskygdu vestmenningarnir kenna roykin av sigrinum, meðan vágbingarnir í høllini gjørdust alt meira fámæltir. Og so var av álvara spenningur aftur
endamáli leygardagin. Kravið var trý stig, og at vónirnar um stigini vóru góðar, var einki at ivast í. Hundraðtals vágbingar høvdu at kalla hertikið gamla skýlið, og longu hálvan tíma undan dystinum, hoyrdust [...] Fyrstu løtuna var talan kanska ikki so nógv um flótandi fótbóltsspæl, men tað var bit og vilji í hvørjari takling, og serliga í verjupartinum tóktist vágbingarnir at fáa fatur í tí mesta fyrstu løtuna. Klokkan [...] áhaldandi rópunum. Suðuri úr Sumba frættist, at sumbingar høvdu lagt seg á odda móti HB, og tekin vóru nú í sól og mána um, at dagurin skuldi ognast Vágs bygd. Alt meðan VB áskoðararnir soleiðis fagnaðu
m eru Lars Olsen og Gunnar Nielsen til staðar. Upp á nógvar mátar ein vanligur tíðindafundur, har dentur verður lagdur á týdningin at fáa stig í dystinum. Vit hava vunnið á Malta, og liggja nummar eitt [...] eitt í bólkinum, eftir at Aserbadjan og Kosovo spældu javnleik í fyrsta umfarinum. - Hetta er ein javnur og spennandi bólkur. Vit vita eisini, at hini liðini halda tað. Á pappírinum, so er Kosovo kanska sterkari [...] vann dystin 2-0, hóast teir fingu ein spælara útvístan í fyrra hálvleiki. Føroyska liðið svarar aftur við einum av teimum heilt sjálvsomu reyðu kortunum, tí Bogi Reinert-Petersen fær bæði debut og útvístin
at føroyska alivinnan í 2010 útflutti og seldi sløk 35.000 tons av laksi – og árið fyri var talið góð 40.000 tons. Men hetta er bert ein brotpartur av teirri nøgd og soleiðis eisini tí umsetningi, sum r [...] vest, hin triðja mið – og so hin fjórða norður. Ragnar sigur, at hesar regiónir koyra sum sjálvstøðug feløg við smoltstøðum, aling og virkjum. - Her arbeiða stívliga 1200 fólk, og regónirnar høvdu í fjør [...] hitt Ragnar Joensen og hevur spurt hann, hvussu stórt norska alisamtakið í veruleikanum er. 220.000 tons - Alivirksemið hjá Marine Harvest í Noregi røkkur frá suðurendanum í Noregi og heilt upp til Bodø-leiðina
okkum, hvat ið ein donsk útbúgving kann nýtast til. Fíggjarkreppan og byggivinnan Seint á heystið 2008 kom henda kreppa til Norðurlond, og harvið eisini til Føroyar. Í Føroyum hevur henda kreppa viðført, [...] fyri Føroyar, eru vorðin meira døpur, og tað er skylda hjá okra fólkavaldu, at endurskoða framtíðarætlanir. Hettar kemur et merkja afturgongd fyri byggivinnuna, og fer arbeiðsloysi óiva at vaksa nógv í [...] ðinum? Kann ætlanin, um at skriva ein sáttmála áðrenn 1. mars við TG-Verk, um ger av Ellis og røktarheimið og Økisdepli fyri sinnisveik í Vági, á umleið 57 mio. kr, metast at vera við til at halda føroyingar
formaður í vinnunevnd løgtingsins og partamaður hjá løgtingsformanninum, sum hevur lagt uppskotið fram, boðar í dag frá, at hann tekur ikki undir við uppskotinum. Og tað er tað fleiri orsøkir til. ? Eg [...] meðan teir, sum búgva á bygd fáa lítið og onki burturúr. ?Harafturat verður er ein avleiðing av uppskotinum, at teir tingmenn, sum røkja sítt tingstarv samvitskufult og til lítar, verða lutfalsliga verri fyri [...] sum búgva longst fra Havnini ikki ?meiri? enn 1.500 krónur meiri í løn, tá ið alt er talt við og skatturin og avgjøld til landskassan eru drigin frá. ? Teir, sum búgva í Havnini fáa mangt slíkt eftir. ?
almenningin og vitjandi uttanifrá, við holinum inn í fjallið sum eitt portur inn í ein ævintýraheim. Vit kundu t.d. brúkt hellini har inni til framsýningar bæði fyri børn og vaksin, sum lýstu søgur og sagnir [...] hevði uttan iva verið ein so attraktiv og sansarúsandi heildaruppliving, at tað skjótt hevði verið at frætt um tað um allan heim! Og so tað besta av øllum: Í roynd og veru høvdu vit kunnað útbygt staðið [...] uppúr fjallatromini. Í mong, mong ár var hetta ævintýraslottið – eins og slottið í søguni um Tornurósu – óatkomiligt og bannað almenninginum at uppliva, men nú... nú sleppa vit endiliga at síggja
Fótbóltur Eins og flestu aðra staðni kring landið, so vóru fótbóltslíkindini so langt ífrá av teimum bestu, tá HB og VB brustu saman í Gundadali sunnudagin. Illfýsna lotið lá eftir vøllinum, og ígjøgnum størsta [...] minutti. HB vann sær hornaspark, og tá hetta varð sent innfyri, stóð Hans á Lag merkiliga leysur í brotsteiginum, og uttan stórvegis hóvasták fekk hann stundir til fyrst at temja og síðani at smekka bóltin í [...] bólturin hoppaði nakað uttanfyri brotsteigin, og við einum dómadagsskoti smekkaði hann til móti nærmasta stólpa. Helst hevði Bjarni ikki roknað við nøkrum skoti, og í øllum førum stóð hann heldur illa plaseraður
n« er stutt og greitt breiddin á vøllinum frá miðjuni út á kantin hvørjumegin við, greiðir Niels Witnher, fulltrúi í Vinnumálastýrinum, frá. Og prísmunurin, sum er millum 1988 ætlanina og ta, sum nú er [...] útbyggingum av flogvøllinum. Hendan ætlanin umfataði tríggjar møguleikar. 200 metrar, 400 metrar og 600 metrar. Og tá kostaði tað 185 milliónir at leingja vøllin 200 metrar, sigur Eivind Jacobsen. Til tað sigur [...] hetta er tað, sum gerast kann, sum støðan er nú, og tá tosað verður um hendan flogvøllin. -Men verður tosað um at gera størri flogvøll, er støðan ein onnur. Og tað er ikki tikin støða til, um tað skal gerast
StÍF-VÍF 20-30 (13-16) Eftir at neistaleikararnir undanfarna vikuskifti vunnu inni á Skála móti StÍF, var greitt, at gulldysturin í bestu mansdeildini hetta kappingarárið skuldi standa millum Neistan og VÍF [...] hava nervar av nøkrum slag, og tískil kundu leika fullkomuliga frígjørt. Serliga var tað Artur sum gjørdi um seg, tá hann ferð eftir ferð slapp sær framvið mótstøðuleikarum og langaði bóltin í netið, aftan [...] betri glið á sítt álopsspæl. Fyrstu løtuna vóru tað so at siga bert Ingi og Johnny, sum veruliga megnaðu at seta ferð á, men so við og við gekst eisini betri hjá viðleikarunum. Móti endanum av fyrra hálvleiki