Føroyskt Himalaya á Sornfelli

- Hugsa sær, um vit nú brúktu hetta forkunnuga grót­slottið uppi á Sornfelli sum ein upplivingardepil til almenningin og vitjandi uttanifrá, við holinum inn í fjallið sum eitt portur inn í ein ævintýra­heim. Vit kundu t.d. brúkt hellini har inni til framsýningar bæði fyri børn og vaksin, sum lýstu søgur og sagnir úr Før­oy­um, umframt konsertir, fundir, skeiðvirksemi – kanska eitt kalda krígs museum, sum kundi vakt inter­nationalan áhuga segði Elin Heinesen, stjóri á nýggja Vinnuframa­stovni­num í Grækarismessurøðu síni í Havn sunnudagin. Vit geva Elin orðið:

Loyniligt ævintýraslott á Sornfelli
”Jú, vit hava eitt ævin­týr­ligt land. Men hvussu kunnu vit skapa heilt eina­standandi upp­­liv­ingar, sum kundu gjørt hetta landið enn meira ævintýrkent fyri vitjandi enn onnur lond, vit kappast við? Vit kunnu t.d. hugsa stórt – tvs. vit kunnu skapa nøkur spektakuler var­tekin her, ið fólk um all­an heim kunnu gerast hug­tikin av. Vit hava faktiskt veld­ugar møguleikar, harav eg gjarna vil nevna bara eitt hugskot til ein: 750 metrar uppi miðskeiðis á Streymoynni, liggur nakað, sum kundi blivið eitt heilt eina­stand­andi vartekin, sum ikki kennir sín líka nakra­staðni í heiminum. Radarkuplarnar og hellini høgd inn í Sorn­felli, sum NATO nú er rýmt úr, liggja har uppi – sum eitt loyniligt ævintýraslott høgt inn í grótið, við radar­kuplunum sum torn, ið kneysa spelkin uppúr fjalla­trom­ini. Í mong, mong ár var hetta ævin­týra­slottið – eins og slottið í søg­uni um Tornurósu – óat­komiligt og bannað almenn­inginum at uppliva, men nú... nú sleppa vit endiliga at síggja, hvat goymir seg har uppi.
Tá veðrið er klárt, er út­­sýnið heilt fantastisk hig­anifrá yvir tað einastandandi jarðfrøðisliga fyribrigdið, sum Føroyar eru – vátasta landið í heiminum – kanska við pollamjørkanum dand­andi í dølunum. Tað kenst sum eitt ævintýr. Sjálv havi eg verið uppi á Sornfelli eina­ferð við einum útlend­ingi í góðum veðri eitt vak­urt kvøld, tá sólin setti. Hann greiddi frá, at hann einaferð hevði verið uppiá heimsins taki – Himalaya-fjøllunum, har tey máttu ganga í nógvar dagar fyri at koma so høgt upp, at tú kundi síggja útyvir fjalla­topparnar. Hann segði, tað var ‘a breathtaking experi­ence’. ‘You are lucky’ segði hann, tí her koyrir tú bara 15 til 20 minuttir úr Havnini – ella ein hálvan tíma av flogvøllinum, so kanst tú fáa akkurát somu spektaku­leru upplivingina – tað føld­ist akkurát líka ‘breath­taking’ sum í Himalaya at standa uppi á Sornfelli og síggja útyvir endaleysar raðir av fjallatoppum, segði hann! This is pure magic! Hann helt, at tað var heilt ótrúligt, at vit nærmast hildu hesa perluna loyniliga fyri umheiminum.
Eitt eindømi í øllum heiminum
Hugsa sær, um vit nú brúktu hetta forkunnuga grótslottið uppi á Sornfelli sum ein upplivingardepil til almenn­ingin og vitjandi uttanifrá, við holinum inn í fjallið sum eitt portur inn í ein ævintýraheim. Vit kundu t.d. brúkt hellini har inni til framsýningar bæði fyri børn og vaksin, sum lýstu søgur og sagnir úr Føroyum, umframt konsertir, fundir, skeiðvirksemi – kanska eitt kalda krígs museum, sum kundi vakt internationalan áhuga – you name it – og so gjørt restauratión uppi í kuplunum við útsýni yvir allar Føroyar – fjallatoppar so langt eygað røkkur góðar dagar. Um so slavin luft hongur um kuplarnar – ella veðrið uppá aðrar mátar vísir tenn – so ger tað minni, tí tað er eisini ein partur av upplivingini. Stað­ið er so hugtakandi í sær sjálv­um, at tað er ein heilt serstøk uppliving undir øll­um umstøðum bara at vera har. Hetta hevði uttan iva ver­ið ein so attraktiv og sansa­rúsandi heildar­upp­living, at tað skjótt hevði verið at frætt um tað um allan heim!
Og so tað besta av øllum: Í roynd og veru høvdu vit kunnað útbygt staðið lutvíst bíliga til hetta ævintýrliga endamálið, tí tað er jú bygt frammanundan. Vegur gong­ur allan vegin niðan. Har er eitt slættað øki til parkering. Høgligari kundi tað ikki verið. Um staðið varð brúkt á ein slíkan hátt, høvdu vit fingið eitt stórfingið var­tekin fyri Føroyar – eitt ein­dømi í øllum heiminum – enntá við altjóða søgu aftan­fyri. Um vit bera okkum rætt at, kundi hetta staðið saktans blivið heimsgitið við potentiali til at draga fólk úr øllum heraðshornum. Fólk høvdu valfartað higar fyri at uppliva hetta, tí hvør kundi ikki hugsað sær at uppliva eitt ævintýraslott, sum røkkur uppum skýggini við útsýni um næstan allan heim, og sum einaferð var ein loynilig militerbasa! Hvussu nógva staðni í heim­inum kann man koma til at uppliva tað – so lætt og so høgligt? Hvør kundi ikki hugs­að sær at farið við sín­um børnum til The Misty Fairy Islands with the Magi­cal Mystery Castle in the skies... Ævintýraoyggjarnar langt burturi í tokuni við ganda­slottinum uppi mill­um skýggja. Hugsa sær, hvussu nógv virði tað hevði kunnað skapt fyri føroyska samfelagið, um vit kundu bjóð­að uppá eina slíka stór­fingna uppliving? Hugsa sær, hvussu nógv fólk – m.a. peningaíleggjarar úti í heimi, vit høvdu kunnað hugtikið við at vísa nakað so heilt einastandandi fram fyri teimum?
Ómetaliga nógvar møguleikar
Ja... eg kundi hildið á... men nú er hugskotið varpað út. Sum eg segði í byrjanini av hesari røðuni: Eg síggi, at her liggja so óendaliga nógvir ótroyttir møguleikar í Føroyum – ikki minst fyri einastandandi upplivingum – og í hesum tíðum, har upp­livingarbúskapurin skap­ar størstu virðini í heim­in­um, so lat okkum vera við! Vit kunnu saktans vera við. Vit hava so ómetaliga nógv – og kunnu fáa so nógv at bjóða uppá, sum er púrasta forkunnugt fyri onnur. Vit skulu bara brúka hugflogið, sum er tað mest virðismikla tilfeingið, vit eiga. Tað er bara at bretta uppum armar og at fara í gongd – ikki minst øll tit ungu, sum standa her í dag, og sum eiga framtíðina. ”