StÍF-VÍF 20-30 (13-16)
Eftir at neistaleikararnir undanfarna vikuskifti vunnu inni á Skála móti StÍF, var greitt, at gulldysturin í bestu mansdeildini hetta kappingarárið skuldi standa millum Neistan og VÍF.
Júst hesi bæði liðini skulu sambært kappingarskipanini hittast í seinasta dystinum á árinum, men um talan skuldi gerast um nakra finalu, vóru boðini til vestmenningarnar greið. Dysturin á Skála skuldi vinnast, tí alt annað enn ein sigur vildi føra við sær, at gullkrónurnar endaðu í Havnini.
Onkur vildi kanska hildið, at uppgávan gjørdist nakað lættari, tí StÍF ikki longur hevði nøkur gullmerki at berjast fyri, og tískil kanska ikki løgdu so nógv í sjálvan dystin.
Hetta kom eisini til sjóndar, tá farið varð inn í høllina á Skála sunnudagin. Ikki tí, høllin var so at siga fullsett, men hetta var ikki orsakað av, at áskoðararnir hjá heimaliðnum rúgvaðu so nógv upp. Heldur var tað tí, at ein heilur riðil av vestmenningum høvdu gjørt av stuðla hetjum sínum henda dagin.
Høvdu gott tak á
At StÍF ikki hevði so nógvar áskoðarar sum vanligt í rygginum merkti tó ikki, at teir ikki gjørdu nakra roynd at vinna dystin.
Leingi var nevnliga líkt til, at teir høvdu eitt sera gott á Vestmenningum. Ivaleyst hevði tað sítt at siga, at StÍF leikarunum ikki nýttist at hava nervar av nøkrum slag, og tískil kundu leika fullkomuliga frígjørt.
Serliga var tað Artur sum gjørdi um seg, tá hann ferð eftir ferð slapp sær framvið mótstøðuleikarum og langaði bóltin í netið, aftan fyri Eli Müller, sum vardi VÍF málið fyrra hálva tíman.
Ein hevði tó varhugan av, at tað skuldi gerast VÍF, sum fór avstað við sigrinum, tí nakrar ferðir kom tað fyri, at strandingar royndu seg við dekan av smørtum fríspælingum, og tá hesar kiksaðu, var ikki líkt til, at nakar leikari legði nakað serligt í hetta.
Sum hálvleikurin leið, fekk VÍF eisini betri glið á sítt álopsspæl. Fyrstu løtuna vóru tað so at siga bert Ingi og Johnny, sum veruliga megnaðu at seta ferð á, men so við og við gekst eisini betri hjá viðleikarunum.
Móti endanum av fyrra hálvleiki fekk VÍF eisini togað seg fýra mál fram um, áðrenn strandingar aftur fingu minkað, soleiðis at trý mál vóru á muni, tá farið varð til hálvleiks.
Bárður læsti dyrnar
Við trý mála stóru leiðsluni komu vestmenningarnir treystir út aftur á vøllin til seinna hálvleik, og nú varð skjótt greitt, at StÍF ikki skuldi hava meira at siga í hesum dysti.
Serliga var tað verjuparturin, sum nú riggaði betri, og hetta gav eisini skjótt bonus, soleiðis at liðið kundi vinna sær eina enn størri leiðslu.
Um tað vóru nervar, ella kanska vissan um, at nú var sigurin so at siga heima, skal eg lata vera ósagt, men miðskeiðis í hálvleikinum kom brádliga stígur í hjá vestmenningunum.
Í álopspartinum vildi einki rigga, og hetta førdi eisini við sær, at StÍF fekk sett fleiri mótálop ígongd. Lukkutíð hevði Bárður Nielsen valt júst hendan hálvleikin til at sýna eitt tað besta málmansavrikið í ár, og tískil kundi tað gera tað sama, um vestmenningar vóru leysir við honum, ella um talan var um brotskøst. Inn vildi bólturin ikki!
Móti endanum av dystinum fingu vestmenningar aftur glið á spælið, og so var dysturin liðugur fyri strandingarnir. Besta dømið um, hvussu lítið teir nú løgdu í sigurin, var helst, at tá teir aftur fingu eitt brotskast, varð Pól Jákup Poulsen, sum vardi málið í seinna hálvleiki, settur at skjóta, uttan at hetta tó bøtti um úrtøkuna móti Bárði.
Finalan er nú eftir
Samanumtikið kann helst sigast, at VÍF vann dystin, tí teir vóru liðið, sum skuldi vinna dystin. Viljin og nærlagni var tað størri enn hjá strandingum, og hóast avrikið fyrstu løtuna var merkt av nervum, so mundu áskoðararnir vera samdir um, at dysturin fekk rætta vinnaran.
Strandingar hava enn ein dyst eftir at leika hetta kappingarárið, tá teir á heimavølli taka ímóti Kyndli, sum er á fjórað plássi. Ein dystur, sum í sjálvum sær einki hevur at siga, hvat plaseringum viðvíkur, men vónandi vilja bæði liðini enda kappingarárið við einum sigri, soleiðis at áskoðararnir hóast alt fáa ein undirhaldandi dyst at hyggja at.
Hava strandingar einki at spæla um í seinasta dysti sínum, so er øðrvísi statt hjá vestmenningum. Sum omanfyrinevnt, so skulu teir komandi leygardag spæla ein rættan finaludyst, tá Neistin kemur á vitjan.
Vinna vestmenningarnir henda dystin, eru teir meistarar, meðan javnleikur ella tap hevur við sær, at gullkrónurnar fara til Havnar.
Hvussu leikur fer at fara til ta tíð, man vera nyttuleyst at gita um, men eitt tykist í øllum førum púra víst.
Hondbóltslandskappingin hetta kappingarárið hevur verið ein av teimum mest spennandi nakrantíð, og hesin spenningur fer at halda sær til seinasta dyst, og vónandi til seinasta bríksl úr floytunum hjá dómarunum.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
StÍF: Artur Johansen 9, Leivur Justinussen 4, Bent Djurhuus 2, Jónleif Sólsker 2 (1), Pauli Hansen 2, Marius Joensen 1
VÍF: Sámal Joensen 7 (4), Johnny Joensen 6, Harald Bjørgvin 4, Ingi Olsen 4 (1), Agnar Joensen 3, Martin Hummeland 2, Rógvi Nielsen 2, Sjúrður Holm 1, Petur Fr. Joensen 1
Brotskøst:
StÍF 4, VÍF 6
Útvísingar:
StÍF 2, VÍF 1
Dómarar úr Stjørnuni:
Geir Wardum og Carsten Andersen










