Samtakið Marine Harvest í Noregi, sum føroyingurin, Ragnar Joensen, nú skal standa á odda, er fleiri ferðir so stórt, sum øll hin føroyska alivinnan tilsamans.
Útflutningshagtøl hjá Hagstovu Føroya siga, at føroyska alivinnan í 2010 útflutti og seldi sløk 35.000 tons av laksi – og árið fyri var talið góð 40.000 tons.
Men hetta er bert ein brotpartur av teirri nøgd og soleiðis eisini tí umsetningi, sum risafyritøkan, Marine Harvest í Noregi, hevði í farna ári.
Sosialurin hevur hitt Ragnar Joensen og hevur spurt hann, hvussu stórt norska alisamtakið í veruleikanum er.
220.000 tons
- Alivirksemið hjá Marine Harvest í Noregi røkkur frá suðurendanum í Noregi og heilt upp til Bodø-leiðina. Her verða ald umleið 220.000 tons av laksi. Aliøkini eru líka sum býtt upp í fýra regiónir. Ein liggur har suðuri í landinum, onnur verður rópt vest, hin triðja mið – og so hin fjórða norður.
Ragnar sigur, at hesar regiónir koyra sum sjálvstøðug feløg við smoltstøðum, aling og virkjum.
- Her arbeiða stívliga 1200 fólk, og regónirnar høvdu í fjør ein samlaðan umsetning á 8 miljardir krónur. Árið í fjør eydnaðist sera væl, og samtakið kom í fjør við einum avlopi á góðar tvær miljardir krónur.
Hann sigur, at Marine Harvest hevur virksemi í umleið 20 ymiskum londum.
- Samtakið hevur aling av laksi í eitt nú Noreg, Føroyum, Skotlandi, Írlandi, Chili og Kanada, sigur Ragnar Joensen.
Kom óvart á
Tá Føroyar er ein lítil alitjóð í mun til Noreg, spurdu vit nýggja stjóran í stóra alirisanum, hvussu tað ber til, at hann fekk møguleikan at standa á odda fyri hesum velduga samtaki?
- Ja, tað kom kanska eisini eitt sindur óvart á meg. Men eg helt tað vera stuttligt at taka av, tá eg fekk ein slíkan møguleika.
Er søkt eftir stjóra – ella er hetta eitt tilboð, sum tú hevur fingið. Hvussu hongur tað saman?
- Ja, hetta er eitt tilboð, sum eg havi fingið, sigur Ragnar Joensen.
Hvør verður so uppgávan hjá tær sum stjóri í samtakinum?
- Ja, hetta er so størsta alisamtak, sum er í heiminum í dag. Ein slík uppgáva er stór. Vit koma í nógvum førum at ganga undan, og vit koma ivaleyst at ganga nýggjar leiðir fyri at finna út av, hvønn veg fyritøkan skal fara.
Hann leggur tó dent á, at uppgávan í fyrsta lagi verður at fáa hesi 220.000 tonsini, sum verða ald kring um í Noregi, runt ymsastaðni í heiminum, sum Ragnar tekur til.
Gongur væl
Sosialurin spurdi, um Marine Harvest í Føroyum hevur havt so góð úrslit at vísa á, at hann av hesum er vorðin skikkaður til eitt stjórastarv í einari so stórari fyritøku?
- Tað er ivaleyst ein fyrimunur, at úrslitini hava verið góð. Hetta er gott at hava við sær, men tað er ikki hetta einsamalt sum ger, at starvið er fallið mær í lut. Taka vit Noreg og býta landið sundur í regiónir ella smærri økir, kunnu fleiri vísa á úrslit, sum eru enn betri enn tey, vit kenna í Føroyum, sigur hann.
Flytir familjan til Noregs saman við tær at búgva?
- Ja, vit ætla okkum at royna at búgva í Noregi í hvussu er. Eg fari yvir fyrst, og síðan er ætlanin at fáa familjuna við yvir til Noregs.
Ragnar sigur, at hann meiri ella minni longu er byrjaður í starvinum hjá Marine Harvest í Noregi.
- Tá nakrar vikur eru farnar, vænti eg, at eg komi at verða meiri fast í Bergen, leggur hann aftrat.
Góð útlit
Ragnar Joensen vísir á, at Marine Harvest í Føroyum hevur verið skipað undir samtakinum í Noregi, og tí heldur hann fram sum stjóri í føroyska partinum eisini.
- Á tann hátt er ikki neyðugt at gera tær heilt stóru broytingarnar her heima, sigur hann.
Spurdur, um útlit fyri alivinnu um okkara leiðir í 2011, heldur hann, at útlitini eru góð.
- Men tað verður nógvur fiskur tikin, serliga í seinnu hálvu í ár. Sum við øllum vinnum, tá útboðið er stórt, plagar tað eisini at ávirka prísirnar, og soleiðis verður tað helst eisini her.
Ragnar sigur seg ikki vænta, at tær gyltu tíðirnar, sum hann rópar gongdina seinnu árini, fara at vara so ógvuliga leingi aftrat.
- Men eg vænti, at tað fer nokk at gagna kortini, og tað fer neyvan at verða heilt galið, leggur hann aftrat.
Marknaður í USA
Sosialurin spurdi eisini Ragnar Joensen, hvussu gongur við føroyska marknaðin í USA.
Er Chili komið so mikið við aftur, at vit fáa trupulleikar við at veksa um nøgdina á feskum laksi á amerikanska marknaðinum?
- Nei, Chili er ikki rættiliga komið fyri seg enn, men soleiðis, sum út sær, kemur alivinnan í landinum meiri og meiri fyri seg í seinnu hálvu í ár. Um teirra vørur koma á júst sama marknað, sum vit hava í USA, fáa vit at síggja, tá Chili aftur fer at veksa um sínar nøgdir til USA.
Hann vísir á, at føroyska alivinnan serliga selir heilan fisk til sushi-marknaðin í USA, meðan chilenar í størri mun hava selt fløk.
- Fløkini eru ikki á sama hátt komin inn á sushi-marknaðin í USA, har feski laksurin úr Føroyum kemur, sigur Ragnar Joensen.









