úr arbeiði, greiðir hon frá sínari sjúkrasøgu. Í februar 2002, beint eftir at mamma hennara var deyð eftir langa sjúkralegu, føldi hon fyrstu ferð ein knút í øðrum bróstinum. - Men eg sló meg til tols við [...] tá eg so føldi ein knút í hinum bróstinum eisini, fór eg til lækna í august hetta árið. Hon varð beinanvegin send til mammografi skanning og síðani beint víðari til serlækna í bróstkrabba. Kyknir vóru [...] krabbameinsdeildini í Ålborg, har hon var í viðgerð. Men hon kennir tað eitt sindur, sum at hon varð slept upp á fjáll, tá viðgerðin var liðug. - Krabbameinsfelagið og kvinnurnar í Bót til Bata hava verið
offurdeyða í breiðari merking, t.e. offur fyri m.a. sínum kærleika til Gud ella offur fyri síni trúgv, sum nógv kristin gjøgnum søguna eru deyð sum offur fyri: “Tann meira serstaka merkingin av offur í mun til [...] syndir. Hendan merkingin er ikki til staðar í søguni hjá Markusi um langafríggjadag; hon er yvirhøvur ikki har. Sanniliga, hendan merkingin kann væl vera fráverandi í Markusevangeliinum sum heild. Tær tríggjar [...] avrættingarstaðið hjá myndugleikunum. Tað er bara eitt brot í øllum Markusevngeliinum, sum kundi havt eina umboðandi offur merking. Tað er í brotinum aftan á triðju fyriboðanina um hansara deyða, meðan
barbariskt kríggj herjar í okkara heimsparti. Hálvtannað ár er farið síðani álopið. Níggju býir eru lagdir heilt ella lutvíst í oyði. Óteljandi bygdir eru oyðilagdar. Túsundtals fólk eru deyð. Milliónir eru rikin [...] fyrsta tí landið í skjótt 70 ár hevur hildið segfrá slíkum orsakað av skugganum frá nazismuni, og fyri tað næstatí Týskland hevur gingið á odda í at byggja upp handilssamstarvvið Russland í teirri trúgv, [...] landminum, sum fara at spreingja beinini av fólki nógv ár fram í tíðina. Útflutningurin av korni er saboteraður við katastrofalum fylgjum í fleiri fátøkum londum. Ein stór vatnbyrging er sprongd við ræðuligum
heilsuna, uttan at útlátið í sjálvum sær er heilsuskaðiligt. Hvørjum ampum mugu borgarar í Husøy í Noregi liva við? Ein borgari, sum hevur búð í Husøy síðan 2009 sigur frá, at í fyrstani luktaði tað sjáldan [...] Kann 1 prosent av útláti hava avleiðingar fyri borgaran á Tvøroyri? Í Husøy, sum er eitt havnarøki í Karmøy kommunu í Rogalandi í Noregi, hevur hetta eina prosentið havt stórar avleiðingar. Har liggur [...] nætur og eftirfylgjandi dagar farnir í vaskið. Hann hevur roynt at bjálvað sovikamarið 15cm eyka fyri at fáa náttarfrið, men hann má framvegis leggja seg í annað rúm í húsinum. Morten Strand upplivir øktan
at farið til Danmarkar í Blokhus í summar. Omma gleddi seg til at Rut og Jóhannis skuldu koma heim til Føroyar við beiggjanum í januar og at fáa títt fimta langommubarn síðst í januar. Onga av hesum hendingum [...] skuldi ringja til tín, meðan eg var í Londin, tá var betur. Altíð hevði tú okkum í tonkunum.:) Síðan omma og abbi fluttu niðan til okkum á Traðarvegi, har tit búðu í eitt stutt ár, má sigast, at vit systkini [...] tit sótu í køkinum, ja, so kom tað meira enn so fyri, at abbi sat á stólinum og omma sat so fitt á lærinum hjá abba. Sá man tykkum í býnum, ja, so kom tað ikki fyri, at tit ikki gingu hond í hond og leiddust
Eysturbrúgv í Keypmannahavn verið heimið hjá 34 ára gamla Jákup Olufi Breiðaskarð úr Fuglafirði. Jákup Oluf hevur seinastu fimtan árini verið sjómaður, seinast við Boðasteini og Kubatrolarunum. Í mars í fjør [...] siga, at eg helst havi andað okkurt vandamikið í meg, okkurt eitur av onkrum slag, sum hevur gjørt, at eg havi fingið hesa sjúkuna. Men hvat eg kann hava andað í meg, veit eg ikki. Lungnafibrosan er ikki komin [...] slag, og tá ið eingin í Føroyum finnur út av, hvat einum bagir, er einki annað at gera enn at senda sjúklingar av landinum. Á Ríkissjúkrahúsinum kenni eg meg nógv tryggari enn í Føroyum. Dagarnir langir
rætting til Miðvikuna í seinastu viku, har tað varð sagt, at Kitti Davidsen av Sandi hevði mist ein beiggja í eini flogvanlukku árið frammanundan. Hesin upplýsingur var úr grein í donskum blaði frá hesi [...] yvir bygdina. Her í bygdini vóru mammur, pápar, konur, gentur, børn og systkin rakt. Ja, øll bygdin var nívd av sorg. Eg minnist, at jólini vóru týðiliga merkt av sorgini, tí plássið í heiminum var blivið [...] einum jólasálmi: Ei brim við strond, ei ísur í skor Kann Jesusi forða vegin. Hann stígur inn fyri fátæksmansborð, Hvar lítil er jólagleðin. Og Jesus fer í smáttuna inn, Blíð orð hann til gomul talar. Hann
er hugtakandi og sera sterk og hon fer beint í hjartað, sigur Hans Inge Fagervik, sum áður hevur spælt í Klaksvík og sum í auguast aftur stendur á palli í Klaksvík á Summarfesti-valinum har. Sagt og skrivað: [...] Summarfestivalur verður í Klaksvík í august. Eitt av útlendsku nøvnunum, sum skal leggja lunnar undir nýggja tiltakið, er Hans Inge Fagervik. Hann hevur vitjað 3 ferðir áður í Føroyum og hesaferð verður [...] annars hittist. Talan er um fyribyrgjandi konsertir og hann hevur vitjað á skúlum í Noreg, men eisini í øðrum londum, t.d. í Danmark. ? Konsertirnar eru ikki bara fyribyrgjandi, men innihalda eisini ein
og tríva í ein sang. Tað er fantastiskt við sangi, at hann koyrir óttan burtur. - Fyri meg er sangurin sum medisin, og sum ger, at tað trista og keðiliga hvørvur. Tað er stutt sagt heilsubót í sangi, slær [...] Skopunar í húspláss. Við sær sum viðføri hevði hon sjálvandi guittaran. Hon hevði sera góðan hug at læra seg at spæla uppá hetta ljóðførið. Men hvat ger man, tá eingin er at undirvísa einum í hesum? - [...] minnist hon aftur á. So líðandi kom hon á lagið við spælingini. Meðan Fríðgerð var í Skopun byrjaði hon haraftrat at ganga á møti í samkomuni Betania, og har gongur hon enn. - Eg tók ímóti Jesusi sum mínum persónliga
ongantíð hjá teimum, ið hava mist eitt barn. Tí skipar Felagið Pinkubarnadeyði aftur í ár fyri minningargudstænastu í Dómkirkjuni sunnudagin, har foreldur, systkin og onnur minnast tey børnini, sum eru [...] Eyðun Christiansen frá. Tey bæði vóru á sjúkrahúsinum saman við dóttrini í langa tíð, av tí at hon áhaldandi var sjúk og fekk í heilum lungnabruna. Tveir dagar áðrenn tey skuldu fara til Danmarkar við [...] Christiansen til dømis úti á gøtuni ella í onkrum handli. - Tey flestu kondoleraðu. Summi vóru ógvuliga opin og spurdu nógv, meðan onnur ikki søgdu so nógv, men tóku í hondina ella góvu okkum eitt klemm, sigur