Á veggunum í hugnaligu stovuni í Fuglafirði hanga myndir og minnir frá einum ríkum lívi. 52 ára gamla Marjun Larsen hevur mann og tríggjar vaksnar synir, og megin partin av lívi sínum hevur hon verið ein virkin partur av arbeiðslívinum í Fuglafirði. Men í dag hevur hon ikki orku til nógv annað enn at vera eygleiðari. Og sum hon situr við vindeyga og sær børn koma rennandi úr skúlanum niðanfyri húsini og fólk fara heim úr arbeiði, greiðir hon frá sínari sjúkrasøgu.
Í februar 2002, beint eftir at mamma hennara var deyð eftir langa sjúkralegu, føldi hon fyrstu ferð ein knút í øðrum bróstinum.
- Men eg sló meg til tols við, at tað nokk ikki var nakað. Eg og maðurin skuldu halda stórt silvurbrúdleyp, og so skuldu vit suður eftir, so eg hevði ikki tíð at taka mær av einum lítlum knúti, greiðir Marjun frá.
- Tá vit komu aftur, vildi eg framvegis ikki fara til lækna, men tá eg so føldi ein knút í hinum bróstinum eisini, fór eg til lækna í august hetta árið.
Hon varð beinanvegin send til mammografi skanning og síðani beint víðari til serlækna í bróstkrabba. Kyknir vóru tiknar úr knútinum og sendar niður, og 14 dagar seinni varð hon boðin suður til samtalu.
- Boðini vóru at báðir knyklarnir máttu takast, tí tað var illkynjað. Og eg skuldi bæði hava kemo- og stráluviðgerð.
Henda túrin til Havnar minnist Marjun væl. Maðurin og yngsti sonurin, sum tá var 16 ár, vóru við í Havn, men hon hevði ikki fortalt teimum, at hon møguliga hevði krabbamein. Teir vóru bara við, tí teir skuldu ørindi har suðuri.
- Onkur burdi nokk havt fortalt mær, at eg skuldi hava onkran við mær, tí tað var ræðuliga hart at fara einasamøll út aftur við teimum tungu boðunum og sjálv finna ein máta at fortelja tað fyri manni og børnum, sigur Marjun hugsunarsom.
Tá Marjun hevði fingið boðini, visti hon, at hon mátti siga manninum, hvussu støðan var. Men tungt var at seta orð á støðuna, og hon vildi ikki at sonurin skuldi fáa tað við beinanvegin, so inni í einum handli í Havn fortelur hon manninum, at knúturin er illkynjaður, og at hon hevur krabbamein.
Biltúrurin norður aftur var langur og tungur. Maðurin græt stillisliga meðan hann koyrdi, og aftanfyri sat óvitandi sonurin.
- Men hóast vit einki søgdu, so uppdagaði sonurin, at okkurt var galið. Stutt eftir, beint aftaná ein døgurða, spyr hann, hví babba græt í bilinum. Og so fortaldi eg synunum, sum tá vóru 16, 22 og 28, at eg hevði krabbamein og skuldi hava kemo- og stráluviðgerð.
At práta um sjúkuna
Verforeldrini høvdu gullbrúdleyp um somu tíð, og Marjun rokaðist og gjørdi klárt til veitsluna. Hon fortaldi ikki nøkrum øðrum, at hon hevði krabbamein, men nýtti fyrireikingina sum ein møguleika at flýggja undan sær sjálvum og sínum egnu stúranum.
- Tað vóru so nógvir tankar. Hvussu álvarsamt er hetta, fari eg at doyggja av hesum, og hvussu við synunum, greiðir Marjun frá. Og fyri at sleppa undan at drukna í egnum hugsanum, royndi hon alla tíðina at vera saman við øðrum fólkum og vera upptikin við okkurt heilt annað.
Tá gullbrúdleypið var farið fram við, fortaldi hon tað so fyri familju og vinum. Og hon hevur roynt at verið púrasta opin um tað síðani. Men tað er ikki altíð, at ein orkar at greiða frá, sigur hon.
- Onkrar dagar orkaði eg ikki at taka telefonina, tí eg visti, at tað vóru fólk, sum vildu vita, hvussu eg hevði tað, og eg orkaði ikki at snakka um sjúkuna.
Hóast henni ikki dámdi, tá fólk beinleiðis spurdu um sjúkuna, so gleddi tað hana, tá fólk komu og søgdu, at tey hugsaðu um hana ella bóðu fyri henni.
- Tað føldist virkuliga gott, tá fólk vístu, at tey høvdu umsorgan, men tað kendist sjálvandi líka sárt, tá tey fluttu seg av vegnum, tí tey ikki høvdu mót at møta mær, sigur Marjun erliga.
Krabbameinsfelagið og sjálhjálparbólkurin Bót til Bata hava havt serligan týdning, tí har hevur Marjun kunnað tosað við kvinnur, sum veruliga skilja, hvat hon hevur verið ígjøgnum.
- Jansy Gaardlykke frá krabbameinsfelagnum kom til mín, tá eg lá á hvíldarheiminum eftir skurðviðgerðina. Hon var sera góð í ráðum og gav mær eisini ein persón úr Bót til Bata at tosa við, og henda kvinnan hevur hjálpt mær ótrúliga nógv, greiðir Marjun frá.
Betri kunning
Kemo- og stráluviðgerðirnar gingu væl, og Marjun letur væl at onkulogisku deild á Landssjúkrahúsinum og krabbameinsdeildini í Ålborg, har hon var í viðgerð. Men hon kennir tað eitt sindur, sum at hon varð slept upp á fjáll, tá viðgerðin var liðug.
- Krabbameinsfelagið og kvinnurnar í Bót til Bata hava verið ótrúliga góðar, men eg sakni, at krabbameinssjúklingar fáa meira kunning. Eg hevði vilja, at onkur hevði sagt mær, at tú tekur hetta medisini, og tí fært tú hesi hjáárinini, sigur Marjun.
Í staðin hevur hon ofta uppliva læknavitjanir sum hugnalig prát, sum ikki hava givið henni tað, sum hon tørvar.
- Kanska áttu kommunulæknar at verið betri skúlaðir í krabbameinstrupuleikum, tí tað eru teir, sum skulu loftað øllum sjúklingunum, tá viðgerðin er liðug, staðfestir Marjun. Hon greiðir frá, at hon kendi seg í tryggum hondum á Landssjúkrahúsinum, men tá viðgerðin var við at vera liðug, merkti hon, at tey royndu at inndraga kommunulæknan.
- Tá eg skuldi hava sjúkraváttan, bóðu tey meg fara til kommunulæknan, og eg fekk tað fatan, at nú var tað kommunulæknin, sum eg skuldi venda meg til.
Hon hevur havt stórar trupuleikar við pínu í liðunum, serliga í arminum. Men hon fekk onga ávísing til fysioterapeut. Ikki fyrr enn á einum fundi hjá Bót til Bata fekk hon tilvildarliga at vita, at hon kundi ringja beinleiðis til onkologisku deild og fáa ávísing. Hetta gjørdi hon, og so slapp hon endiliga til fysieoterapeut.
- Eg havi eisini havt trupulleikar við hondini og tumlinum og havi fingið skurðviðgerð. Men ikki fyrr enn eg var til hálvárligu kanningina í mei í ár, fekk eg at vita, at hetta hevði beinleiðis samband við tað medisin eg taki.
Óarbeiðsfør
Umframt pínuna í liðunum hevur Marjun eisini manglað styrki og orku. Hóast hon ikki longur er sjúk, er hon heldur ikki nóg frísk til at arbeiða.
- Læknin heldur, at eg burdi orkað at arbeitt, men eg sleppi ikki burtur úr møðini. Og tað merkir sjálvandi dagligdagin, sigur hon álvarsom.
Stutt fyri at hon gjørdist sjúk, hevði hon fingið nýtt starv í einum barnagarði. Og tey vóru sera beinasom, tá hon gjørdist sjúk, greiðir Marjun frá. Tey longdu hennara starv í eitt hálvt ár, hóast hon ikki var til arbeiðis.
- Eisini tá eg fekk eitt vart starv á eldrasambýlinum, merkti eg vælvild bæði frá stovninum og teimum á almannastovuni. Men eg havi virkuliga ikki orku at arbeiða, sigur Marjun tungliga.
Tað endaði við, at hon segði varda starvið frá sær fyri nøkrum mánaðum síðani.
- Tað er tungt ikki at orka nakað, og tað hevur eisini verið hart at venja seg við, at eg ikki longur klári meg sjálva. Eg fái lægstu fyritíðarpensión á 4.600 krónur, men tað røkkur sjálvandi ikki langt.
Familjan og netverkið hava stóran týdning fyri Marjuna. Hon sigur, at hon als ikki hevði verið før fyri at komið ígjøgnum sjúkuna uttan tann stuðul, sum hon fekk frá manninum.
- Hann er farin ígjøgnum alt saman við mær, og tað hevur hjálpt mær ótrúliga væl. Og kenslan av, at eg havi eina familju og vinir, sum standa aftanfyri meg, gevur mær eisini styrki, sigur Marjun avgjørd og hyggur út gjøgnum vindeyga.










