Eg mátti bara skriva ein sang

SANGUR - Eg havi faktiskt altíð havt áhuga fyri tónleiki. Eg elskaði at syngja sum barn, og eg elskaði at ganga í kirkju, tí har var so nógvur sangur. Og í dag, nú eg eri 63 ár, fyllir sangurin framvegis nógv í mínum lívi, sigur Fríðgerð Kjærbo, sum er ættað frá Gjógv, men býr í Skopun. - Ja, tað er os sum onkur hevur sagt, at sangur hevur ongar fíggindar. Har sangur er, har eru glað fólk.

Skopun: - Eg havi skrivað einar 20 sangir, og við øllum teirra hevur tað verið so, at tað eru umstøður og góð følilsir sum hava skapt hesar sangir, greiðir Fríðgerð frá.

Í mannalívinum er tað so mangt sum kann broytast, og hjá eini kvinnu ið elskar tónleik og elskar Jesus, er sangurin altíð eitt ið farast kann aftur til, bæði tá ið gongur við og tá tað gongur ímóti.

- Eg havi so mangan upplivað, at um ein hevur ein truplan dag, so er bara at fara eftir guittaranum og tríva í ein sang. Tað er fantastiskt við sangi, at hann koyrir óttan burtur.

- Fyri meg er sangurin sum medisin, og sum ger, at tað trista og keðiliga hvørvur. Tað er stutt sagt heilsubót í sangi, slær Fríðgerð fast.


Nøkur greb

Sangur hevur altíð havt stóran týdning fyri Fríðgerð, men tað skuldu kortini ganga 15 ár, áðrenn hon lærdi seg at spæla uppá eitt ljóðføri.

- Ja, og so gingu næstan 40 ár, áðrenn eg skrivaði mín fyrsta sang og mítt fyrsta lag, greiðir Fríðgerð íðin frá.

Fyrsta ljóðførið sítt, guittaran, fekk hon sum 15 ára gomul, og tá hon seinni flutti suður til Skopunar í húspláss. Við sær sum viðføri hevði hon sjálvandi guittaran.

Hon hevði sera góðan hug at læra seg at spæla uppá hetta ljóðførið. Men hvat ger man, tá eingin er at undirvísa einum í hesum?

- Eg veit ikki. Eg byrjaði bara at læra meg sjálva at spæla, og tí kundi eg sjálvandi dugað betri at spælt. Eg dugdi at spæla nøkur greb, og út frá teimum sang og spældi eg sangirnar.

- Vit vóru nakrar vinkonur sum komu saman at spæla og syngja, so tað var sera stuttligt og gevandi. Eg hugdi eftir teimum og tær eftir mær, og soleiðis hugnaðu vit bara okkum saman, minnist hon aftur á. So líðandi kom hon á lagið við spælingini.

Meðan Fríðgerð var í Skopun byrjaði hon haraftrat at ganga á møti í samkomuni Betania, og har gongur hon enn.

- Eg tók ímóti Jesusi sum mínum persónliga frelsara tá eg var 21 ára gomul. Og tað var skjótt, at eg kom við í sunnudagsskúlan, útifundirnar og møtini, sum vórðu hildin í oynni.


Hoyrdi kallið

At taka eina slíka avgerð, hevur sjálvandi ávísar avleiðingar við sær. Ein teirra var, at hugurin at festa reglur á blað vaknaði av álvara.

- Eg var bara so glað, tí eg hevði møtt Jesusi, og vildi so fegin skriva ein sang um tað. Og ein dagin í mai mánaði 1986 skrivaði eg orð og lag til sangin, sum eitur Kallið.

- Hann snýr seg stutt sagt um tað, at eg hoyrdi Jesus kalla á meg, men at eg vildi ikki binda meg til nøkur møtir ella slíkt. Men Hann helt ikki uppat at kalla á meg, og tí tók eg avgerð um at fylgja Honum eftir, greiðir Fríðgerð álvarsom frá.

Ein dagin setti hon seg stillisliga niður at spæla uppá guittara sín, og so hendi brádliga tað, at “andin kom yvir meg“, sum hon tekur til. Hon byrjaði bara at syngja ein sang, og so ráddi bert um at fáa hann skrivaðan niður beinanvegin.

- Tað bleiv so til hesi fimm versini. Tá eg so hevði skrivað tey, føldist tað sera gott, og nú ynskti eg bara at sleppa út at syngja hann fyri øðrum.

- Hetta gjørdi eg í Betania, og vóru tey sera fegin um sangin.


Tvær reglur vanta

Higartil til dags hevur Fríðgerð skrivað einar 20 sangir og umsett nakrar. Teir flestu eru vorðnir til, eftir at hon hevur hoyrt eina góða talu á møti ella í sjónvarpi.

- Men teir flestu koma, tá eg søki Jesus, og hann verður mær stórur. Tað er bara so fantastiskt, at ein kann koma til Hann við øllum og so kann ein bara takka honum fyri alt tað sum hann hevur gjørt fyri meg.

Seinasti liðugt skrivaði sangur hennara er skrivaður fyri júst einum ári síðani - sangurin “Sum eg ferðist á vegnum til himmals”, ið er dagfestur 29. januar 2010.

- Kanska er tað nakað langt síðani eg skrivaði ein sang, men eg havi ein sang liggjandi her. Hetta er ein sangur til heimbygdina, Gjógv.

- Her mangla bert tvær reglur, so tað kundi verið so skjótt. Eg havi ikki skrivað hann til nakað serligt høvi, men ætli hann bara sum eina gávu til heimbygdina.

(PS: Eftir samrøðuna við Oyggjablaðið setti Fríðgerð seg aftur við bygdarsanginum. Og løtu seinni var hann liðugur!)

snorri@sosialurin.fo





Fløga

Fríðgerð Kjærbo hevur fyri tað mesta sungið á kristiligum møtum, innanveggja og úti. Higartil er eingin av sangum hennara spældur inn á fløgu. Men nú skal tað vera.

- Ja, tað er í stoypiskeiðini at syngja nakrar sangir inn og geva teir út á eini fløgu.

- Eg eri longu 63 ár, so tað má helst gerast nokkso skjótt, áðrenn eg blívi ov gomul og røddin kanska fer, sigur Fríðgerð. 




KALLIÐ

Fyrsti sangurin hjá Fríðgerð var sangurin Kallið, ið hon yrkti í mai mánaði fyri skjótt 25 árum síðani.

- Teksturin kom bara til mín, og hann var liðugur her og nú, sum hon greiðir frá.



Eg hoyrdi teg kalla, men eg hevði ei tíð,

eg hugsaði bert um tað verðsliga lív.

Eg vildi ei sleppa tí ið heimur mær beyð,

eg sá ei at tað kundi blíva mín deyð.

Eg gekk mína leið. Eg gekk mína leið.

Eg søkti ei Jesus, men gekk mína leið.


Men Jesus, hav takk at tú gloymdi ei meg,

tú sá at eg eisini tørvaði teg.

Tú kallaði aftur, eg kendi við mær,

tú bað meg koma og fylgjast við tær.

At fylgjast við tær. At fylgjast við tær,

tú bað meg tá koma og fylgjast við tær.


Og Jesus, eg komi, eg leingist til tín,

tú reinsa meg, Jesus. Eg vil verða tín.

Og leiða tú skalt meg á vegnum so væl,

til ein dag eg náa skal himmalsins sal.

Ja, himmalsins sal. Ja, himmalsins sal,

til ein dag eg náa skal himmalsins sal.


Ja, Jesus, tann besti er í hesi verð,

Hann vegurin, lívið og sannleikin er.

Lat heimin bert lokka og draga til sín,

men Jesus eg alla tíð verða vil tín.

Eg vil verða tín. Eg vil verða tín,

mín Jesus, eg alla tíð verða vil tín.


Og kom kæri vinur, sum leitandi ert,

kom tak móti Jesusi og frelstur tú gerst.

Ein bústað til reiðar, hann gjørt hevur tær,

Hann bíðar nú eftir at fáa títt svar.

Kom, sig honum ja. Kom, sig honum ja.

Kom tak móti Jesus. Kom sig honum ja.


Orð/lag: Fríðgerð (mai 1986) 





INNANFYRI

- Tað var kendi sangurin “Indenfor eller udenfor, hvor skal du stå engang?”, sum vakti meg til frelsu. Eg vildi so gjarna standa innanfyri dyrnar, sigur Fríðgerð Kjærbo úr Skopun. Nú skrivar hon sínar egnu sangir



(portrett)


TÓNLEIKUR

- Eg elski tónleik, sigur 63 ára gamla Fríðgerð Kjærbo. Øll børnini spæla uppá okkurt ljóðføri, og sonurin, Ásbjørn Fríðálv Kjærbo hevur eisini givið okkurt út




fyri seg



sitat



“Eg byrjaði bara at læra meg sjálva at spæla, og tí kundi eg sjálvandi dugað betri at spælt. Eg dugdi at spæla nøkur greb, og út frá teimum sang og spældi eg sangirnar


“Fyri meg er sangurin sum medisin, og sum ger, at tað trista og keðiliga hvørvur. Tað er stutt sagt heilsubót í sangi


“Kanska er tað nakað langt síðani eg skrivaði ein sang, men eg havi ein sang liggjandi her. Hetta er ein sangur til heimbygdina, Gjógv