Sorgin hvørvur ongantíð

- Saknurin av mista barninum fer altíð at vera har, og tí hevur minningarhaldið, sum verður í Dómkirkjuni sunnudagin, so stóran týdning fyri okkum, siga Gunnvá Mohr og Eyðun Christiansen sum fyri skjótt fýra árum síðani mistu dóttrina Lív

Hóast vikur, mánaðir og ár ganga, so hvørvir sorgin ongantíð hjá teimum, ið hava mist eitt barn. Tí skipar Felagið Pinkubarnadeyði aftur í ár fyri minningargudstænastu í Dómkirkjuni sunnudagin, har foreldur, systkin og onnur minnast tey børnini, sum eru farin.

- Hóast tað er ógvuliga syrgiligt, so er tað samstundis ein hugnalig løta, har vit kunnu minnast aftur á barnið, sum vit bert høvdu í stutta tíð, sigur Gunnvá Mohr. Saman við manninum, Eyðuni Christiansen, og fleiri øðrum hevur hon verið við til at endurstovna Felagið Pinkubarnadeyði, eftir at tey sjálvi upplivdu at missa dóttrina, tá hon bert var tríggjar mánaðir gomul.


Fingu sjúkt barn

Fyri næstan fýra árum síðani fingu Gunnvá Mohr og Eyðun Christiansen eina dóttur. Sjálvur barnsburðurin gekk væl, men tá gentan var fødd, varð skjótt greitt, at hon ikki var heilt sum aðrir nýðføðingar.

- Tað vísti seg, at Lív hevði ein kromosomfeil, sum gjørdi, at hon eitt nú hevði trupulleikar við lungunum og hevði ringt við at eta, sigur Gunnvá Mohr. Tey vistu tá ikki, hvussu útlitini hjá dóttrini vóru, men fyrireikaðu seg uppá at byrja eina nýggja tilveru við einum barni, ið bar brek.

- Tað var so at siga fyrsta sjokkið, men vit vandu okkum skjótt við tann tankan, greiðir Eyðun Christiansen frá. Tey bæði vóru á sjúkrahúsinum saman við dóttrini í langa tíð, av tí at hon áhaldandi var sjúk og fekk í heilum lungnabruna.

Tveir dagar áðrenn tey skuldu fara til Danmarkar við lítlu dóttrini til kanningar, bleiv hon so mikið illa fyri, at hon bleiv løgd í respirator.

- Tá vistu vit, at støðan var ógvuliga álvarsom, fortelur Gunnvá Mohr. Tey blivu síðani send við ambulansuflogfari til Danmarkar á Ríkissjúkrahúsið við dóttrini, men longu morgunin eftir, at tey vóru komin á sjúkrahúsið, versnaðin støðan hjá Lív, og nakrar dagar seinni doyði hon.

- Fyrst høvdu vit fingið eitt sjokk av at hava fingið eitt barn við álvarsomum breki, og omaná tað, skuldu vit uppliva sjokkið av at missa sítt barn. Tað er torført at forklára, men alt var kaos frá tí løtuni, sigur Eyðun Christiansen.

Fingu stuðul og hjálp

Serliga fyrsta tíðin, eftir at lítla dóttirin var deyð, var tung.

- Mann hevur so nógvar ymiskar kenslur. Umframt at merkja eina ógvusliga sorg, so kundi eg onkuntíð eisini vera illur um tað, sum var hent. Mann kennir tað so órættvíst at hava mist eitt barn, sigur Eyðun Christiansen. Familja og vinir vóru ein dyggur stuðul hesa tíðina.

- Tey vóru ótrúliga hjálpsom, eins og arbeiðsplássið hjá mær eisini var sera skiljandi, sigur Gunnvá Mohr.

Tað var ymiskt, hvussu onnur fólk reageraðu, tá tey hittu Gunnvá Mohr og Eyðun Christiansen til dømis úti á gøtuni ella í onkrum handli.

- Tey flestu kondoleraðu. Summi vóru ógvuliga opin og spurdu nógv, meðan onnur ikki søgdu so nógv, men tóku í hondina ella góvu okkum eitt klemm, sigur Gunnvá Mohr, og Eyðun Christiansen leggur afturat:

- Summi lótu, sum einki var hent, og eg vil siga, at tað var tað ringasta. Betri hevði verið, um tey bara kundu víst, at tey vistu tað. Onkursvegna hevði tað gjørt tað lættari, greiðir Eyðun Christiansen frá. Tey bæði dylja ikki, at tað í byrjanini var torført at práta við onnur fólk enn tey allar nærmastu um dóttrina.

- Tá var tað ótrúliga gott at kunna vera partur av tí felagsskapinum, sum er í Felagið Pinkubarnadeyði, tí har ber til at tosa við onnur fólk, ið kenna júst til tær kenslurnar, sum tú sjálvur situr við, sigur Eyðun Christiansen.

Fyri Gunnvá Mohr var tað lættari at tosa um dóttrina, tá hon prátaði við onnur foreldur, ið eisini hava mist, og soleiðis er tað framvegis.

- Vanlig fólk halda tað kanska vera eitt sindur løgið, at vit sita og tosa um hetta barnið, sum vit bara høvdu í tríggjar mánaðir, men vit lærdu hana at kenna hesa tíðina, og sum øll onnur foreldur er mann errin av sínum barni, sigur Gunnvá Mohr.


Tilbúgvingin var tilvildarlig

Tá Gunnvá Mohr og Eyðun Christiansen í dag líta aftur á tíðina, meðan dóttirin var sjúk og síðani doyði, halda tey ikki, at nøkur greið tilbúgving bleiv sett í verk, og tískil virkaði alt heldur tilvildarligt.

- Meðan Lív var sjúk, blivu vit flutt millum føðideildina, barnadeildina og intensiv, alt eftir hvussu støðan var. Serliga fyrsta tíðin á føðideildini var trupul. At skula liggja á føðideildini við einum sjúkum barni er ikki gott fyri nakran av pørtunum, sigur Gunnvá Mohr, sum saknaði eitt slag av serdeild ella onkra serstovu fyri ov tíðliga fødd børn ella børn við breki.

Hóast tey bæði halda, at tilbúgvingin sum heild virkaði heldur tilvildarlig, halda tey seg hava fingið góða hjálp.

- Starvsfólki á sjúkrahúsinum, bæði læknar og sjúkrarøktarfrøðingar góvu okkum eina ómetaliga umsorgan, og øll gjørdu eitt megnar arbeiði fyri at gera umstøðurnar hjá okkum so góðar sum møguligt. Hetta fara vit ongatíð at gloyma teimum, siga tey bæði.

- Tað var eitt sjokk at fáa eitt barn, sum bar brek, og tí fingu vit skjótt ein sálarfrøðing at tosa við. Eftir at vit høvdu mist Lív, gingu vit til regluliga viðtalu hjá sama sálarfrøðingi, og hon var okkum ein stór hjálp, sigur Eyðun Christiansen. Umframt góða hjálp frá sálarfrøðingi, sjúkrasystrum og læknum, var tað eitt annað, sum fekk stóran týdning fyri tey bæði foreldrini, eftir at tey høvdu mist dóttrina.

- Ein mamma, sum sjálv hevði upplivað at missa sítt barn, ringdi til mín. Hon var partur av einum bólki av mammum sum allar høvdu mist eitt barn. Tær gingu regluligar túrar, og at verða saman við teimum hevur verið mær ein ótrúliga stór hjálp, sigur Gunnvá. Tað var eisini hesin bólkur, sum tók stig til at endurstovna felagið. Hóast øll á sjúkrahúsinum vóru stak fitt og ótrúliga hjálpsom, so var tað eisini ein fantastisk hjálp at kunna práta við ein persón, sum visti akkurát, hvussu vit høvdu tað, greiðir Gunnvá Mohr frá.


Tosa opið um Lív

Tað eru skjótt fýra ár liðin, síðani Gunnvá Mohr og Eyðun Christiansen mistu lítlu Lív. Eisini Alda, dóttir teirra, sum í dag er 15 ára gomul, upplivdi at missa.

- Vit hava altíð tosað opið við hana um Lív, tí hon var jú eisini við í hesi upplivingini frá byrjan til enda, sigur Gunnvá Mohr. Fyri einum ári síðani fingu tey eina vælskapta dóttur, ið eitur Bera, og hon skal eisini kenna søguna um Lív.

Gunnvá Mohr og Eyðun Christiansen rósa fólkunum, sum standa fyri sorgarbólkinum Berin, ið hevur verið ein stór hjálp fyri Aldu, ið var 11 ár, tá hon misti systrina.

- Tað var eisini torført hjá henni at vita, hvussu hetta skuldi taklast, um hon yvirhøvur skuldi tosa um systrina, og við hvønn hon kundi tosa við. Eg og Gunnvá vóru illa fyri og púra sperd, og tí var Berin ein fantastisk hjálp, har hon eisini møtti øðrum javnaldrum, sum høvdu upplivað tað sama, fortelur Eyðun Christiansen.

- Sjálvandi verður sorgin minni, sum tíðin gongur, men sorgin av at hava mist eitt barn, fer altíð at vera har. Minningarhaldið sunnudagin er eitt gilt høvi at minnast tey børn, sum vit ikki fingu høvi til at hava ímillum okkum, men sum vit elska og eru stolt av, sigur Gunnvá Mohr.

Sunnudagin fara tey saman við øðrum, at tendra ljós fyri Lív og øllum hinum børnunum, sum eru farin.