Russiska spennitroyggjan

Russiska stýrið fremur ófatiligar brotsgerðir. Stóra samstarvið við hetta stýrið leggur okkum í eina politiskaspennitroyggju

Fólkaflokkurin skipaði hóskvøldi fyri tiltaki undir heitinum “Vinnu- og fullveldispolitikkur”. 

 

Har vóru fleiri áhugaverdar framløgur. M.a. greiddi stjórin áBakkafrosti væl og sakliga frá, hvussu hann sær javnvágina millum øðrumegin at hansara fyritøka rindar eitt rímiligt tilfeingisgjald, og hinumegin at hon skal hava styrkina til neyðuga menning og íløgur. 

 

Regin Jacobsen segði ikki eitt orð um samstarvið Russland – hóast Bakkafrost tók seg av russiska marknaðinum eftir álopið á Ukraina. 

 

Aðrir luttakarar tosaðu nógv um Russland. Og hjá fleiri snúði taðseg um at grundgeva fyri, hví vit onga ábyrgd skulu taka, nú eitt europeiskt land er álopið, og eitt barbariskt kríggj herjar í okkara heimsparti. 

 

Hálvtannað ár er farið síðani álopið. Níggju býir eru lagdir heilt ella lutvíst í oyði. Óteljandi bygdir eru oyðilagdar. Túsundtals fólk eru deyð. Milliónir eru rikin frá húsi og heimi. Børn eru stolin og flutt til Russlands. Krígsfangar, hvørs brotsgerð var at verja sítt egna land, eru tortureraðir. Ein stórur partur av landinum er dekkaður av landminum, sum fara at spreingja beinini av fólki nógv ár fram í tíðina. Útflutningurin av korni er saboteraður við katastrofalum fylgjum í fleiri fátøkum londum. Ein stór vatnbyrging er sprongd við ræðuligum avleiðingum. Og so víðari. 

 

Tí stendur Putin ákærdur fyri krígsbrotsverk. Og tí taka okkara grannar stór stig fyri at steðga honum. 

 

Men hjá okkum snýr tað seg um at sleppa undan ábyrgdini. 

 

 

 

“Vit gera ikki minni enn onnur...” 

 

Ein vanligur taktikkur er at finna okkurt, sum onnur lond ikki gera, samanbera okkum við tað – og tiga burtur tað, hini londini faktiskt gera. T.d. hoyra vit nógv um, at Norra ikki hevur stongt allar sínar havnir – men minni um tann kolossala stuðul, Norra hevur latið Ukraina. 

 

Hóskvøldið segði Tórbjørn Jacobsen seg illa duga at skilja, hví Føroyar skulu standa “ovast á sigursskamlinum”, tá tað snýr segum sanktiónir. Og so vísti hann til, at Týskland hevur økt sínútflutning til nøkur lond, sum eru í tollsamgongu við Russland. 

 

Eingin ivi er um, at hesar týsku vørur enda í Russlandi. Men tað er ikki týski, politiski viljin. Og tí verður nú kannað, um til ber at víðka tiltøkini til at fevna um hesi lond. 

 

Og Týskland hevur altso tikið ábyrgd á so mangan annan hátt. 

 

Áðrenn russiska álopið innfluttið Týskland helvtina av gassinumog triðingin av oljuni beinleiðis úr Russlandi. Nú eru hesi tøl null. 

 

Týskland hevur ikki bara latið munandi humaniteran stuðul og tikið flóttar. Týskland hevur eisini latið hernaðarligan stuðul til Ukraina fyri umleið 55 milliardir krónur. Hetta tal kann økjast við100 milliardum afturat komandi árini um tørvur verður á tí. 

 

Kanska ikki so stór tøl, men fyri Týskland er hetta ein sera prinsipielt. Fyri tað fyrsta tí landið í skjótt 70 ár hevur hildið segfrá slíkum orsakað av skugganum frá nazismuni, og fyri tað næstatí Týskland hevur gingið á odda í at byggja upp handilssamstarvvið Russland í teirri trúgv, at tað fór at gera kríggj óhugsandi. 

 

Men russiska álopið verður mett sum eitt so stórt brotsverk og einso stór hóttan móti øllum Europa, at moralska pliktin bleiv ov stór. Tað var ein sera herskin biti, men Týskland valdi at víkja hjá sínipasifistisku kós og taka ábyrgd. 

 

Og tann ábyrgd, Týskland hevur tikið, er nógv størri enn tann, Føroyar hava tikið. Eisini lutfalsliga. 

 

 

 

Danmark 

 

Fyri at sleppa undan at taka ábyrgd eru nógv sum royna at gerahetta til eitt stríð millum Føroyar og Danmark. Tað gjørdi Tobbieisini. ”Sanktiónstrýstið á landsstýrið kemur bert úr Danmark”, segði hann. 

 

Men tað er einki trýst komið úr Danmark – annað enn at parlamentarikarar, journalistar og onnur hava sagt sína hugsan. Danska stjórnin hevur einki trýst lagt á okkum. 

 

Hinvegin hevur bretska stjórnin í fleiri umførum lagt trýst á okkum við formliga at boðað landsstýrinum frá, at okkarasamstarv við Russland er órógvandi fyri bretar. 

 

Men taktikkurin hjá summum er tann sami sum so ofta: Kann mann gera hetta til eitt stríð millum Føroyar og Danmark, so skuggar tað fyri tí, málið snýr seg um. 

 

 

 

Mugu ikki fornerma Putin 

 

Símin Pauli Sivertsen, stjóri í Bergfrosti, legði á fundinum frameitt roknistykki, sum lýsti samstarvið við Russland í tølum. Sambært honum gevur samstarvið ikki undirskot, sum útrokningarhjá Árna Dam vísa. Tað stendur heldur ikki upp og niður, sum búskaparfrøðingar hjá landsstýrinum siga. Nei, boðini vóru, at Føroyar vinna fleiri 100 milliónir meira við at samstarva viðRussland, enn vit kundu gjørt, um vit sjálv fiskaðu tann fisk, vitlata Russlandi. 

 

Har var ógvuliga nógv, sum kann diskuterast. Millum annaðkoyrdi hann okkara fiskarí í russiskum og norskum øki í samapott. Men lat tað liggja. 

 

Tað, eg hefti meg við, var, tá hann umrøddi avleiðingarnar av møguligum politiskum átøkum. 

 

Tað mest sannlíka helt hann vera, at havnirnar verða stongdar fyri 2/3 av russiskum skipum (t.e. teimum skipum, sum ikki fiska av umbýtiskvotuni) og at avmarkandi tiltøk verða sett í verk fyri teyrussisku skip, sum fiska av umbýtiskvotuni. 

 

Hann vænaði altso, at útflutningurin til Russlands heldur fram. Og at fiskiveiðiavtalan heldur fram. Men at vit steingja havnirnar fyri teimum skipum, sum ikki eru beinleiðis knýtt at hesi avtalu. 

 

Símin Pauli tóktist ikki vera heilt álvuligur við hetta. Hann segði: ”Vit kenna ikki avleiðingarnar, um hetta verður valt. Tí her kunnurussar koma við einum mótsvari, har teir siga, at hetta góðtaka teirikki, so teir siga fiskiveiðuavtaluna upp.”

 

Eitt er, at fólk, sum liva av verandi samstarvi við Russland, hugsasoleiðis. Eingin kann krevja, at tey skulu taka onnur atlit. 

 

Men henda hugsan hevur eisini vunnið sær veg inn í politiskuskipanina. Javnan hoyrist frá politikarum, at vit mugu vera varin, tí taka vit nakað stig, sum gongur ímóti áhugamálum Russlands, kann Russland svara aftur. Altso: Stýrið hjá Putin má ikkifornermast! 

 

At ein stórur partur av løgtinginum er ímóti at vit taka sjálvtminimal stig móti einum stýri, sum fremur ófatiligar brotsgerðir, er ein ræðandi áminning um ta politisku spennitroyggju, samstarvið við Russland leggur okkum í. 

 

Hugsið tykkum um Bretland, USA, Norra, Týskland, Baltalond, Danmark, Frakland, Finnland og onnur hugsaðu soleiðis? So hevði Ukraina ikki fingið nakran hernaðarligan stuðul, og so er lítið sannlíkt, at Ukraina var til í dag. Hvør so hevði staðið fyri skotum, kunnu vit bara gita um. 

 

 

 

Rímilig krøv

 

Símin Pauli Sivertsen segði eisini í síni framløgu, at fiskaðu vitsjálv tað, vit lata Russlandi (umleið 100.000 tons av fiski), so kundi tað fiskast av tveimum smáum skipum, og avleiddavirksemið hevði verið næstan einki. 

 

Tað eru annars vinnulívsfólk í landinum, sum síggja stórarmøguleikar í teimum risanøgdum, sum vit lata Russlandi. 

 

Og tað eru fiskimenn, sum halda tað vera burturvið, at vit latarussisk skip fiska so nógv inni hjá okkum – uttan, at vit havanøktandi eftirlit við teimum. 

 

Russar síggja, eyðvitað, eisini stórt virði í tí, teir fáa. Og teirtryggja sær ikki bara, at tvey skip fáa rættin at koma inn á okkaraøki at fiska. Nei, talið er 29. Tey eru risastór. Og 29 er ov lítið, halda teir, so í nýggjasta sáttmálanum vilja teir hava talið hækkaðtil 30 skip. 

 

Hóast teirra trol eru minni enn tey føroysku og hagreiðingin er øðrvísi, so kann tað aldrin í verðini vera neyðugt, at 29 risastórrussisk skip fáa lisens til at fiska hasi 100.000 tonsini á føroyskumøki. Og tað ger tað sjálvandi nógv truplari at fáa í lag nakaðveruligt eftirlit. 

 

Legg so afturat, at hesi skip kunnu gerast – ella longu eru – parturav hernaðarligu tilbúgving Russlands. Tað er altso ikki til stuttleika, at onnur lond hava stongt fyri teimum. 

 

Eitt uppskot kundi tí verið, at vit, um vit endurnýggjafiskivinnuavtaluna, geva, ja, um ikki tveimum, so t.d. eini seks ella sjey russiskum skipum loyvi at fiska her. Tá kundu vit eisinibetri sett sum krav, at føroyskt eftirlit er umborð á teimum øllum. 

 

Hetta høvdu verið púra vanlig og púra rímilig krøv at sett. 

 

Men hinvegin: Kanska Putin hevði blivið fornermaður...