kostnaðarmikið, og tí kemur gávan frá Kiwanis sera væl við. Vit vilja við hesum siga Kiwanis í Føroyum stóra tøkk fyri hesa gávu. [...] I Tá Diabetesfelag Føroya hin 3. dec. í ár helt jólaveitslu fyri børnum við diabetes, fingu vit eina sjáldsama vitjan. Saman við jólamanninum komu tveir mans spákandi oman ímóti MBF-húsinum, har veitslan [...] pakkaður út, og fram kom ein kekkur uppá 30.000 kr, sum hesir báðir, Zakarias Reinert Jacobsen, formaður í Kiwanis saman við Hera Østerø Simonsen, nevndarlimi handaðu formanni felagsins. Øll vóru sera glað
Implossive, ið kom út í 2003. Vit hittu gittarleikaran, ið á AME 2005 varð valdur til besta gittarleikara í Føroyum, og prátaðu við hann um nýggju fløguna. Rasmus greiðir frá, at lopið í tónleikastíli, ið [...] Christensen á lagnum Desolate. Hetta er gomul upptøka frá tíðini, tá Rasmus var á tónleikaeftirskúla í Danmark. Hon hóskaði saman við hinum løgunum, og varð tí tikin við. Meðan Rasmus sjálvur sang á fyrstu
kifti hjá fólki. Kanningin varð gjørd sum ein telefonkanning í mai 2006, har Gallup spurdi 1.160 fólk eldri enn 15 ár, búsitandi í Føroyum, hvørjar útbúgvingar tey høvdu. Fyrstu úrslitini av kanningini [...] kanningini vísa okkum, at útbúgvingarstøðið yvirhøvur ber seg væl í samanburði við onnur lond. Sambært Hagstovnuni, eru fleiri mátar at fara til verka, tá tað hagtalsliga skal gerast upp, hvussu útbúgvingarstøðið [...] hvussu útbúgvingarstøðið er sum heild, mugu vit hyggja at, hvørjar útbúgvingar fólk hava fullført í sínum lívi, uttan mun til hvat, hvar ella nær tey hava lært. Slíkar upplýsingar finnast ikki skrásettar
?????? Nú staðfest er, at ikki allir egnaðir næmingar verða tiknir upp á miðnámsútbúgvingunum í Føroyum, má hetta sigast at vera sera óheppi og lítið visionert fyri Føroyska samfelagið. Skulu vit gera [...] hægri vitanarstøði og satsa okkara framtíð upp á vælútbúgvið fólk, ber als ikki til at leggja forðingar í vegin fyri okkara ungdóm og avskera hann frá tí út-búgving, sum skal vera við at geva samfelagnum tað [...] fyri at bera framtíðar vælferðina. Hetta kann metast við at gera eina veltu, har eplini ikki eru komin í jørðina um várið, tá so heystið kemur og frukt-irnar skulu fáast úr jørð-ini, eru ongar fruktir at heysta
nevna er, uttan iva, at klassikarin um Pippi Langsokk er nógv best umtókta barnabókin yvirhøvur í Føroyum í løtuni ? eftir útlánunum hjá barnabókasavninum at døma. Á einum lista yvir tríggjar tær mest læntu [...] Barnabøkur Eftir tølunum hjá barnabókadeildini á býarbókasavninum í Havn at døma, er best umtókta føroyska barnabókin í løtuni er als ikki ein søgubók, men ein myndabók. Bókin ?Bókstavirnir? hjá Sigurð
væl, at trygdareftirlitið var hert í nógvum støðum. Ofta vóru langar bíðirøðir, tí tú skuldi fylla út ymisk pappír, greiðir Haakon frá. Men Haakon kom fram til Stockton í øllum góðum. Stockton er ein býur [...] Francisco nær við Lodi, har systir Haakon, Alda, býr. ? Í Stockton tók Alda ímóti mær. Tað var ógvuliga stuttligt at møta henni. Vit hava tosað í telefon saman fyrr, men tað er jú als ikki tað sama. Tosað [...] væntanir, sigur Haakon Carlsson við einum smíli. Túrurin hjá Haakon byrjaði týsdagin 23. oktober úr Føroyum. Síðani gekk leiðin til Amsterdam, og frá Amsterdam varð flogið beinleiðis til San Francisco. Fl
projektering og eftirlit við arbeiðinum. Hann sigur, at hetta útboðið var eitt í Føroyum heldur óvanligt útboð, við tað at boðið varð út í totalenterprisu. Tað vil siga, at tað er ikki bara sjálvt arbeiðið, sum [...] parkeringsplássi við flogvøllin. Øll fimm feløgini, sum halda seg til, bjóða sær til at gera arbeiðið í hesum árinum. ?Tilboðini líkjast rímiliga nógv og liggja øll rættiliga tætt at samlaðu játtanini, sum [...] kunna gera arbeiðið fyri. Nú verða boðini kannað, sigur Kristian Rasmusen, og so væntar hann, møguliga í næstu viku, at kunna lata einum teirra arbeiðið at gera. Enn er kortiini okkurt formelt at fáa upp á
svimjarar hava staðið seg sera væl í altjóða kappingum. Vit kunnu bert minna á, at tann unga Heidi Andreassen fyri stuttum vann bæði gull og silvurheiðursmerki á altjóða kapping í Bretlandi. Vit kunnu vera errin [...] errin av Heidi og øllum teimum mongu ítróttarfólkunum, sum gera Føroyum heiður uttanlanda. Hesi fólk, tað veri seg landsliðsleikarar í fótbólti, ungir svimjarar ella hvørja grein, tað nú snýr seg um, eru [...] uppiborið dyggan stuðul frá øllum samfelagnum. Hesi fólk hava sett sær høg mál og tey leggja alla orku í at náa hesum málum. Vit fegnast um at eiga slík fólk og vit eru øll góð við tey og ynskja teimum øllum
Nú er tað í Føroyum vorðið til vana ella óvana, at verkfall er. Tað er ótrúligt, at tað skal bera til at lýsa eitt verkfall so skjótt, partarnir máttu samráðast í minsta lagi 2-3 vikur eftir 1. mai. Øll [...] og kappingarførið hjá tí føroysku vinnuni skerjist. Fiskivinnan liggur mest sum øll still og missir í millióna upphæddum fyri hvønn dag, sum fer, og arbeiðarin missir eisini pening, tá einki arbeiði er [...] pensjón, sjálvt um allar vørur og tænastur fara upp, so nú er tíðin komin, at aðrir bollar mugu koyrast í suppuna.
skrivaðu undir, at skipið ongantíð aftur kom í føroyska fiskiflotan. ?Kortini letur sama umsiting hetta góða skip fáa veiðiloyvi undir føroyskum flaggi í føroyskum sjógvi. Tað er beinleiðis ein háðan [...] fysiskt farið úr Føroyum, men lá við føroyska bryggju alla tíðina. ?Tað kann gera tað sama, hvar skipið var statt. Tað var norkst. Norðmenn rindaðu havnargjald fyri tað, meðan tað lá í Klaksvík, og sostatt [...] teimum monnum, sum hesi krøv vórðu sett til, og sum settu sína undirskrift undir tey, sigur formaðurin í felagnum Línuskip, Rólant Poulsen. Hann leggur ikki fingrarnar ímillum og sigur, at stóð tað upp til