Diabetes­felag Føroya fingið stór­fingna gávu

Kiwanis í Føroyum hevur givið felagnum stóra gávu til barna­arbeiði, og gávan varð handað á jólaveitsluni fyri børnunum

I

Tá Diabetesfelag Føroya hin 3. dec. í ár helt jóla­veitslu fyri børnum við diabetes, fingu vit eina sjáldsama vitj­an.
Saman við jóla­mann­in­um komu tveir mans spákandi oman ímóti MBF-húsinum, har veitsl­an varð hildin, og ímillum sín høvdu teir ein stóran, flatan pakka. Børnini vóru júst farin at dansa um jólatræið, og tá íð menninir komu inn og spurdu børnini, um tey vildu hava eina ser­liga jólagávu, stóðu tey sum kánus. Jú, hvør vil ikki fáa eina serliga jólagávu!
Pakkin var pakkaður út, og fram kom ein kekkur uppá 30.000 kr, sum hesir báðir, Zakarias Reinert Jacobsen, formaður í Ki­wan­is saman við Hera Østerø Simonsen, nevndarlimi handaðu for­manni felagsins. Øll vóru sera glað fyri hesa stór­fingnu gávu, men glaðast vóru børnini, sum longu tá tosaðu um, hvar vit skuldu fara í summarlegu komandi summar, og tey vildu øll sleppa at nema við henda stóra kekk.
Diabetesfelag Føroya skip­ar hvørt ár fyri ym­iskum til­tøkum fyri børnum við diabetes, systkj­um teirra og for­eldrum og øðrum av­­varð­­andi. Vanliga verður skipað fyri eini summarlegu, har ser­lig fakfólk eru við og und­irvísa bæði børnum, for­­eldrum og avvarðandi. Hetta serliga tiltak er kostn­að­ar­mikið, og tí kemur gávan frá Kiwanis sera væl við.
Vit vilja við hesum siga Kiwanis í Føroyum stóra tøkk fyri hesa gávu.