Nú er tað í Føroyum vorðið til vana ella óvana, at verkfall er.
Tað er ótrúligt, at tað skal bera til at lýsa eitt verkfall so skjótt, partarnir máttu samráðast í minsta lagi 2-3 vikur eftir 1. mai.
Øll kunnu vit vera samd um, at tað fæst ov lítil úrtøka, á niðastu linju, tað er jú tann linjan, sum er avgerandi.
Politikkararnir løgdu fyri nøkrum árum síðani støði við at hækka sína egnu løn, og eftirfylgjandi skuldu øll hava nógv meira løn.
Og úrslitið er tað sama, fyri løntakaran, tí eftir løn-arhækkan, hækka allir prísir og tænastur, so eg vænti, at løntakarin hevur minni eftir á niðastu linju/netto og kappingarførið hjá tí føroysku vinnuni skerjist.
Fiskivinnan liggur mest sum øll still og missir í millióna upphæddum fyri hvønn dag, sum fer, og arbeiðarin missir eisini pening, tá einki arbeiði er. So tað mugu allir partar seta seg saman eftir hetta verkfallið, arbeiðsgevarar, politikarar og verkafeløgini, har tey mugu leggja eina linju fyri tann føroyska búskapin, so at øll fáa sum mest burturúr hvørjari vunnari krónu.
Tí hetta førir bara ein veg, og tað er beint tann øvugta vegin. Og tað mest syndarliga haldi eg vera, at tann, sum fer at svíða mest eftir verkfallið, eru tey eldru, pensjónistarnir, sum hava bygt hetta landið upp, tí tey fáa ikki hægri pensjón, sjálvt um allar vørur og tænastur fara upp, so nú er tíðin komin, at aðrir bollar mugu koyrast í suppuna.