Samferðsla
Vágar:Fimm tilboð komu inn upp á ger av parkeringsplássi við flogvøllin. Øll fimm feløgini, sum halda seg til, bjóða sær til at gera arbeiðið í hesum árinum.
?Tilboðini líkjast rímiliga nógv og liggja øll rættiliga tætt at samlaðu játtanini, sum er fimm miliónir krónur brutto, sigur Kristian Rasmussen, á Landsverkfrøðingsstovninum, sum varðar av arbeiðinum. Tá er íroknað projektering og eftirlit við arbeiðinum.
Hann sigur, at hetta útboðið var eitt í Føroyum heldur óvanligt útboð, við tað at boðið varð út í totalenterprisu. Tað vil siga, at tað er ikki bara sjálvt arbeiðið, sum skal gerast, men feløgini skuldu lata eitt liðugt projekt inn.
Seks feløg vórðu biðin at bjóða upp á projektið, men eitt teirra lat einki boð. Tey fimm, sum boðið hava eru: Arcticon, Byggitec, J. & K. Petersen, M. T. Højgaard (sum er gamla Højgaard & Schultz), og NCC.
E. Pihl & Søn , sum eisini varð boðið við, gav einki boð, sigur Kristian Rasmussen.
Hann sigur, at tað tykist, sum feløgini høvdu gingið út frá tí samlaðu játtanini, og síðan arbeitt eftir hæli haðani, til komið var fram til endaliga prísin, tey hildu seg kunna gera arbeiðið fyri.
Nú verða boðini kannað, sigur Kristian Rasmusen, og so væntar hann, møguliga í næstu viku, at kunna lata einum teirra arbeiðið at gera.
Enn er kortiini okkurt formelt at fáa upp á pláss, áðrenn farast kann til verka. So sum loyvi frá friðingarmyndugleikum, sigur Kristian Rasmussen.









