Haakon Carlsson: Skuldi tað verða, skuldi tað verða nú

Sosialurin skrivaði fyri stuttum um 59 ára gamla Haakon Carlsson, sum skuldi gera ferð yvir til San Francisco at vitja 80 ára gomlu systir sína, sum hann ongantíð hevði sæð áður. Nú hevur hann møtt henni, og hava vit fingið hann at fortalt okkum eitt sindur um túrin


 

Familja


? Eg varð móttikin við opnum armum, og livdi vitjanin har yviri upp til allar væntanir, sigur Haakon Carlsson við einum smíli.

Túrurin hjá Haakon byrjaði týsdagin 23. oktober úr Føroyum. Síðani gekk leiðin til Amsterdam, og frá Amsterdam varð flogið beinleiðis til San Francisco. Flúgvitúrurin vardi 10 1/2 tíma, og vóru ongir trupulleikar at koma fram.

? Eg merkti tó væl, at trygdareftirlitið var hert í nógvum støðum. Ofta vóru langar bíðirøðir, tí tú skuldi fylla út ymisk pappír, greiðir Haakon frá.

Men Haakon kom fram til Stockton í øllum góðum. Stockton er ein býur uttanfyri San Francisco nær við Lodi, har systir Haakon, Alda, býr.

? Í Stockton tók Alda ímóti mær. Tað var ógvuliga stuttligt at møta henni. Vit hava tosað í telefon saman fyrr, men tað er jú als ikki tað sama.

Tosað var um familju og upphav. Ongir trupulleikar vóru við at samskifta, og fór alt prát fram á enskum.

? Vit gjørdu onga avtalu um at møtast aftur, sigur Haakon Carlsson. ? Men sjálvur kundi eg ógvuliga væl kunnað hugsað mær at farið yvir aftur. Eisini hevði verið stuttligt at fingið konuna við, men hon torir ikki at flúgva.

Haakon og systirin Alda hava framvegis samband, og ætlar hann eisini at royna at halda sambandið við líka.

? Hetta var sum at møta einum familjulimi, sum ein hevur havt altíð hevur havt, sigur Haakon Carlsson at enda, sum var ógvuliga væl nøgdur við túrin.