Veiðiloyvi
Fiskimálaráðið kravdi av gomlu eigarunum av Ågot, at teir saman við norðmonnunum, sum keyptu skipið, skrivaðu undir, at skipið ongantíð aftur kom í føroyska fiskiflotan.
?Kortini letur sama umsiting hetta góða skip fáa veiðiloyvi undir føroyskum flaggi í føroyskum sjógvi. Tað er beinleiðis ein háðan móti teimum monnum, sum hesi krøv vórðu sett til, og sum settu sína undirskrift undir tey, sigur formaðurin í felagnum Línuskip, Rólant Poulsen.
Hann leggur ikki fingrarnar ímillum og sigur, at stóð tað upp til hansara og felagið, hann umboðar, skuldi bæði landsstýrismaðurin og øll embætisfólkini, sum hava umsitið hetta málið, verðið koyrd úr starvi.
?Tað eru somu menn, sum hava undirskrivað skjølini, sum áleggja skipinum ongantíð aftur at fiska undir føroyskum flaggi, ið stutt eftir geva tí júst hesi rættindi, vísir Rólant Poulsen á.
Ågot 1 fekk veiðiloyvi aftur við teirri grundgeving frá Fiskimálaráðnum, at hóast skipið varð strikað úr føroysku skrásetingini, var tað ongantíð fysiskt farið úr Føroyum, men lá við føroyska bryggju alla tíðina.
?Tað kann gera tað sama, hvar skipið var statt. Tað var norkst. Norðmenn rindaðu havnargjald fyri tað, meðan tað lá í Klaksvík, og sostatt er eingin ivi um, at talan er um eitt innflutt skip, sigur Rólant Poulsen.
Tá Sosialurin tosaði við hann týsmorgunin, hevði hann ikki fingið niðurstøðuna hjá landsstýrismálanevndini og vildi tí ikki gera viðmerkingar til hana.
?Men givið er, sigur Rólant Poulsen, at málið er ikki liðugt enn. Nú fara vit at tosa um, hvat eftirspælið av hesum verður.