Føroyingar høgt útbúgvingarstøði

Hóast PISA-kanningin elvdi nógv rumbul um støðið hjá teimum 15 ára gomlu, verður nú staðfest, at tað sum heild stendur væl til á útbúgvingarliga hjá føroyingum.


Hagstova Føroya hevur staðið fyri eina spurnakanning um útbúgvingarviðurskifti hjá fólki. Kanningin varð gjørd sum ein telefonkanning í mai 2006, har Gallup spurdi 1.160 fólk eldri enn 15 ár, búsitandi í Føroyum, hvørjar útbúgvingar tey høvdu.

Fyrstu úrslitini av kanningini vísa okkum, at útbúgvingarstøðið yvirhøvur ber seg væl í samanburði við onnur lond.
Sambært Hagstovnuni, eru fleiri mátar at fara til verka, tá tað hagtalsliga skal gerast upp, hvussu útbúgvingarstøðið er.
- Skulu vit vita nakað um, hvussu útbúgvingarstøðið er sum heild, mugu vit hyggja at, hvørjar útbúgvingar fólk hava fullført í sínum lívi, uttan mun til hvat, hvar ella nær tey hava lært. Slíkar upplýsingar finnast ikki skrásettar nakrastaðni hjá okkum, so einasti mátin at fáa eina hilling av, hvønn lærdóm fólk hava nomið sær, er at spyrja
tey. Tí var neyðugt við eini spurnakanning.
 
Her vísti tað seg, at 32% av fólkinum eldri enn 15 ár høvdu onga hægri útbúgving enn grundskúlan ella realskúlan, 45% høvdu eina yrkisútbúgving ella miðnámsútbúgving (t.d. studenta- ella handilsskúla) sum hægstu útbúgving og 23% høvdu eina hægri útbúgving. Taka vit Norðurlond og hyggja eftir, hvussu stórur partur av fólkinum hevur hægri útbúgving, liggja Føroyar ájavnt við Áland, men aftan fyri hini Norðurlondini. Hyggja vit hin vegin eftir, hvussu stórur partur hevur yrkis- ella miðnám sum hægstu útbúgving, liggja Føroyar framman fyri Finnland, Áland og Ísland, men aftan fyri Norra, Svøríki og Danmark, siga tey av Hagstovuni.