vera við at broytast nú. Danir hava eina serlig stigaskipan, sum hevur við sær, at teir spæla tveir hálvleikir á tvey sett ístaðin fyri sum vit spæla í Føroyum. Endar hálvleikurin 1-1 í settum varður spældur [...] til fyri at avgera fyrra hálvleik. Henda vann DHG, sum tískil eisini fór til hálvleiks við leiðsluni. Ein kundi roknað við, at Holte fór at koma aftur sum eitt óløgi í seinna hálvleiki, men so var ikki. DHG [...] hálvleiki, og tað settið vann Holte eisini. Eftir tað vóru tað fjónbúgvar, við Lone Illum á odda, sum vóru betra liðið og sigurin hjá DHG var tí fult uppiborin. Holte hevur sum nevnt verið frammarlaga í donskum
sær og skipa seg ordiliga, so verða tað limirnir hjá Postfelagnum, sum missa. Vit hava ein sáttmála við Landsstýrið um útberingina, sum sigur, at okkara limir fáa ein hálvan tíma um fyri hvørji 100 eintøk [...] verða tað okkara limir sum missa í ólukkumát, men sum eg segði áðrenn, so vænti eg ikki, at tað fer at henda, sigur Korintha. Postfelagið fylgir tó við gongdini í málinum, og vit munnu fara at hoyra meira [...] skulu fáa so nógv fyri útberingina? - Tað er ikki okkara limir, sum eru orsøkin til at prísirnir fara upp nú. Tað kann væl verða, at vit fáa í meira lagið, men Postverkið átti fyri langari tíð síðani at
Tað sær ikki soleiðis út. Sum sagt hava nógvar fyritøkur víst áhuga, men treytin er, at vit mugu hava eina tænastu, sum er betri enn tann hjá postverkinum. Og tað er okkara. Vit fáa bløðini inn mánadag og [...] ella ætla tit eisini at fara at bera annan post út eisini? - Tað er ov tíðliga at siga nakað um enn. Í fyrsta umfari fara vit at brúka orkuna upp á at fáa hesa skipanina at virka. Men vit fara tó at hyggja [...] postverkinum. Eisini dagbløðini merkja sviðjan av broytingunum, tí kostnaðurin fyri blaðútberingina hækkar eisini sera nógv. Alternativar loysnir Tað eru serliga fyritøkurnar kring landið, sum verða raktar
tá ið tær vórðu kókaðar, tí tær ringa seg ikki saman, sum tær gera, tá ið tær verða kókaðar livandi. ? Fyrr kundu vit kókað tvær støddir, nú kunnu vit kóka fýra, sigur reiðarin. Talan er um eina stóra íløgu [...] við skipið. Ikki minst er rækjuvirkið umborð gjørt meiri nýmótans, enn tað var. ? Vit hava sett nýggjan skiljara í, sum er longri enn hin og tí skilir nógv betri. Hesin nýggi hevur bara eitt handtak til [...] ristirnar og er tí nógv fittligari at fáast við. Fyrr var eitt handtak til hvørja rist. Teir hava eisini sett ein kókara í afturat. Orkan at kóka hevur verið ov lítil, og verða rækjurnar ikki kókaðar livandi
útlendskari hjálp. ? At vera ímóti, at vit útvega okkum skip saman við norðmonnum, er tað sama sum at siga, at vit ongi skip skulu útvega okkum. ? Tí sum støðan er, hava vit ikki ráð til annað enn at fáa aðrar [...] føroyingum at byggja skip, mugu vit fáa útlendingar uppí. Tí sjálvir hava vit ikki ráð til tað. Ejler Jacobsen, reiðari í Havn er gamal í garði í føroysku fiskivinnuni. Vit hava spurt hann, hvørja áskoðan [...] útlendskar pengar uppí, fáa vit heldur ongi skip, so snøgt er tað, sigur hann. Hann sigur, at avkastið í føroysku fiskivinnuni er alt ov lítið til at vit kunnu gera okkum nakrar sum helst vónir um at endurnýggja
mítt skip kunnu tey kanna akkurát sum tey vilja. Seinastu tíðini eru nøkur skip komin í føroyska fiskiflotan, sum føroyingar og norðmenn eiga í felag. Og ein av teimum, sum byggir skip, saman við norðmonnum [...] avgerðir, sum eru tiknar. Stásiligt skip Annars sigur Ejler Jacobsen, at higartil gongur tað sum ætlað at byggja tað nýggju Krúnborg. Skrokkurin verður bygdur í Póllandi, og har verður eisini nýggi motorurin [...] land. ? Eitt skip sum nýggja Krúnborg kann leggja øgiligar nøgdir uppá land. Roknast kann við, at eitt skip sum nýggja Krúnborg kann fiska eini 60.000 tons um árið, um tað gongur sum ætlað.
fram við tí. Og hugsa tær, at um nú okkurt hendi í næstu viku, júst har, sum tú sá vandan, og tú einki gjørdi? Vit kunnu eisini venda málinum á høvdið og siga, at hvør einstakur av okkum hevur rætt til [...] framt í verki. Um vit nú t.d. tosa um ein vandamiklan skúlaveg, so skal tann, sum eigur vegin ella økið rundanum, t.d. kommunan, vera sinnað at gera broytingina. Tí, at tað er jú tann, sum eigur vegin ella [...] ella økið rundanum, sum kemur at gjalda tað, sum tað kostar at gera broytingina. Royndirnar vísa, at tað at gera broytingar í vegaumhvørvinum, vanliga ikki er nakað, sum verður framt eftir einum degi, heldur
varða av ferðsluni. Niðanfyri prenta vit samandrátt av tí, sum Petur Jacob Sigvardsen førdi fram: »Null - hugsjónin er ein íøkilig mynd av tí vegaferðslu, sum vit ynskja at fáa: eina trygga ferðslu! Sambært [...] undan øllum ólukkum. Null - hugsjónin er bygd á tann siðsemiliga grundvøllin, at tey mistøk, vit gera - og, sum vit altíð fara at gera í ferðsluni - ikki skulu bera við sær, at nakar skal doyggja ella verða [...] arbeiðaravernd v.m., ja, so er eisini ásett í somu lóggávu, hvørjar avleiðingarnar tá kunnu verða. Spurningurin er tí í grundini rættiliga einfaldur: ? Vilja vit eisini byrja nú - og gjalda kostnaðin eftir
til okkara við fyrispurningi um, hví teirra egnu útrokningar ikki samsvara við uppgerðina frá SEV. Eisini hevur okkurt lesarabræv verið í bløðunum um sama spurning. Fyri at vegleiða kundar okkara og fyri [...] beina burtur møguligar misskiljingar skal her verða greitt frá, hvussu uppgerðirnar verða gjørdar. Sum dømi kann takast ein kundi, har málarin seinast varð avlisin 13. desember 1997 og hesaferð tann 6. [...] afturastu ciffrini í vigaða meðalprísinum hava higartil ikki verið útskrivað á uppgerðina, men umhugsa vit at broyta hetta fyri at sleppa undan misskiljingum. Fasta gjaldið (500 kr. í 1997 og 1998 og 480 kr
týdning, hvørjar skipanir finnast, tí vit liva ikki av skipanum, sum onnur lond hava. Tað, sum fall mær og mongum fyri bróstið, er at Høgni tileinkisger ríkisfelagsskapin, sum nú hevur verið í gildi í meira enn [...] tómt, og heimastýrislógin nakað sum danir taka aftur. Og tá er vavgreyturin fullkomin! Vit fara enn sum fyrr at halda fast um ríkisfelagsskapin, tí tað er og verður hann, sum tænir Føroya landi best. Heðin [...] tað brotið, sum viðmerkingar skulu gerast til. Í brotinum, sum hann nevnir: Ríkisfelagsskapur er tómt orð, sigur Høgni soleiðis: »Orðið ríkisfelagsskapur er eitt uppfunnið politiskt hugtak, sum ongan veruleika