Null-hugsjónin - eingin skal doyggja ella verða álvarliga skaddur

? Tey mistøk, vit gera í ferðsluni, eiga ikki at verða revsað við deyðanum, og ferðslukervið eigur at verða hereftir. Hetta eru siðsemiligi grundvøllurin undir 0-hugsjónini, sum Ferðslutrygd legði fram á fundi seinasta fríggjadag

0-hugsjónin er í stuttum hugsjónin um, at eingin skal doyggja ella verða illa skaddur í ferðsluni. Hetta var evnið á fundinum, sum var á Ferðslutrygd seinasta fríggjadag, har formaðurin í stýrinum, Petur Jacob Sigvardsen, saman við leiðaranum, Jón Kragesteen, løgdu fram hugsjónina fyri fólki, sum á ymsan hátt varða av ferðsluni.

Niðanfyri prenta vit samandrátt av tí, sum Petur Jacob Sigvardsen førdi fram:

»Null - hugsjónin er ein íøkilig mynd av tí vegaferðslu, sum vit ynskja at fáa: eina trygga ferðslu!

Sambært Null - hugsjónini skulu teir álvarligu ferðsluskaðarnir hvørva. Men hon kann tó - av góðum grundum - ikki siga, at sloppið kann verða undan øllum ólukkum.

Null - hugsjónin er bygd á tann siðsemiliga grundvøllin, at tey mistøk, vit gera - og, sum vit altíð fara at gera í ferðsluni - ikki skulu bera við sær, at nakar skal doyggja ella verða álvarliga skadd/ur. Ferðslukervið eigur at verða soleiðis skipað, at mistøk manna skulu ikki verða revsað við eini vanlukku.

Stremban okkara at náa Null - hugsjónini er at stremba eftir at loysa ein av verstu heilsutrupulleikunum í fólki okkara.

Null - hugsjónin er ein skilvís fylgja av ferðslutrygdarendamáli tjóðarinnar um, at tølini á teimum, ið doyggja ella verða álvarliga skadd í ferðsluni, skulu lækka alsamt alla tíðina. Avleiðingin av hesum stevnumiði er tí tann, at, sum árini ganga, skal einaferð rísa tann dagur, at einki menniskja skal doyggja ella verða skatt í ferðsluni.

Nú verður mesta ábyrgdin um ferðslutrygd løgd á herðarnar á teimum, sum brúka ferðsluna. Hendir ein vanlukka, so verða atvoldirnar kannaðar, og tað eiga tær framvegis at verða!

Vit vita, sum kunnugt, at í øllum framkomnum londum er nágreinilig lóggáva galdandi bæði um útbúnað, trygdarviðurskifti, arbeiðaravernd o.a., tá ið tað snýr seg um verkstaðir, virki og onnur arbeiðspláss, og er tað skylda arbeiðsgevarans at bera so í bandi, at tey ymisku arbeiðsplássini til fulnar lúka hesar lógar ásettu reglur.

Vit vita somuleiðis, at tað eru arbeiðseftirlit, ið gjølla fylgja við, at m.a trygdarviðurskiftini eru í lagi, og hendir ein vanlukka - og henni sleppa vit tíverri helst ongantíð undan - so verða eisini skaðaatvoldirnar gjølla kannaðar í hesum føri. Men eg haldi meg vita, at tað eru tá ikki minst trygdarviðurskiftini á hesum arbeiðsplássi - og tá serliga vantandi trygdarviðurskifti, ið tá verða sera gjølla kannað!

Og verður so niðurstøða teirra tann, at trygdarviðurskiftini ikki vóru samsvarandi lóggávuni um arbeiðaravernd v.m., ja, so er eisini ásett í somu lóggávu, hvørjar avleiðingarnar tá kunnu verða.

Spurningurin er tí í grundini rættiliga einfaldur:

? Vilja vit eisini byrja nú - og gjalda kostnaðin eftir fyrimuni?

Sviar og aðrir vilja gjalda henda kostnað, tí teir eru sannførdir um, at ferðslan er og verður annars teirra álvarsamasta vandamál fólkaheilsuni viðvíkjandi, nógv vandameiri enn bæði krabbavøkstur og eyðkvæmi!

Teir eru tí eisini sannførdir um, at tann nógvi peningur, teir nú mega gjalda í ferðslutrygdarhøpi, er ein skilagóð innløgu, sum teir longu nú fáa læandi aftur við færri vanlukkum og álvarligum skaðatilburðum, færri syrgjandi og líðandi mannalagnum og tí somuleiðis einum minni plágaðum heilsuverki.

Null - hugsjónin, ið setur mannavirði og fólkaheilsu fremst, er tí í roynd og veru ein framtíðar innløgu«.

At enda segði Petur Jacob Sigvardsen:

? Vegna RFF vil eg tí enda við at siga, at var hesin fundurin 5. februar 1999 byrjanin til hesa somu hugsjón, so verður hesin dagur væl farin.