Hvør hevur ábyrgdina av ferðslutrygdini

Er tað kommunan, Landsverkfrøðingurin, Bileftirlitið, koyrilærarar, politiið, Løgtingið, Landsstýrið ella kanska Ráðið fyri Ferðslutrygd?

Jón Kragesteen



Óneyðugt skuldi verið at sagt, at hesir nevndu stovnar á hvør sín hátt hava ábyrgd av ferðslutrygdini. Men sama hvussu nógvar trygdarskipanir og eftirlitsfyriskipanir av ymsum slag verða settar í verk í samfelagnum, so vilja tað altíð vera viðurskifti, sum gleppa burtur í millum - um ikki hvør einstakur av okkum kennir ábyrgd og er til reiðar at traðka til, tá ið á stendur.


»Hevur tú sæð vandan, er ábyrgdin tín«. Hesin samvitskuspurningur stóð at lesa á mjólkapakkunum í fjør vetur. Boðskapurin er greiður, og ikki slepst uttan um hann. Hevur tú sæð okkurt vandamikið í ferðsluni, hevur tú skyldu at gera okkurt. Vit kenna tað øll. Veitsla ella føðingardagur hevur verið, og onkur, sum tú veitst er ávirkaður av rúsdrekka, er nú á veg út í bilin og ætlar at koyra heim. Hvat ger tú nú? Tað er sjálvsagt, at tað er tín ábyrgd at forða viðkomandi at koyra - og um einki annað hjálpir, so eigur tú ikki at himprast fyri at boða politinum frá. Somu ábyrgd eigur tú at kenna á tær, um tú sært onkran koyra skilaleyst, t.d. við ov nógvari ferð.


Verður tú varug ella varugur við vandamikil støð ella onnur viðurskifti í ferðsluni, sum skaði kann standast av, er ábyrgdin eisini tín. Boða frá um vandan á røttum stað, og um so er at tú hevur eitt uppskot um, hvussu viðurskiftini kunnu gerast tryggari, er tað rætt og slætt tín skylda at koma fram við tí. Og hugsa tær, at um nú okkurt hendi í næstu viku, júst har, sum tú sá vandan, og tú einki gjørdi?


Vit kunnu eisini venda málinum á høvdið og siga, at hvør einstakur av okkum hevur rætt til at krevja, at ferðslan og ferðsluumhvørvið er trygt. Og hetta verður eisini gjørt. Eitt vanligt dømi um hetta er, at foreldur seta fram krav um, at skúlavegurin hjá barni teirra skal gerast tryggari - ella at ferðsluforðingar skulu verða gjørdar í íbúðarøki at minka um ferðina á bilum.


Eitt er at krevja og ynskja, annað er veruliga at fáa framt í verki. Um vit nú t.d. tosa um ein vandamiklan skúlaveg, so skal tann, sum eigur vegin ella økið rundanum, t.d. kommunan, vera sinnað at gera broytingina. Tí, at tað er jú tann, sum eigur vegin ella økið rundanum, sum kemur at gjalda tað, sum tað kostar at gera broytingina.


Royndirnar vísa, at tað at gera broytingar í vegaumhvørvinum, vanliga ikki er nakað, sum verður framt eftir einum degi, heldur ikki eftir tveimum ella trimum. Hin einstaki, sum vil hava einhvørja broyting framda, má tí vera sinnað ella vera sinnaður at nýta orku og vera áhaldin, kanska yvir eitt longri tíðarskeið. Jú fleiri argument tú kanst føra fram, jú sterkari stendur tú, og tað er ikki verri, um tú fært fleiri í tín part, t.d. grannar og onnur.


Tað er meira enn so møguligt, at júst títt uppskot kann vera havnað av fakkunnleikanum, t.d. av verkfrøðingum hjá eini kommunu. Og fakkunnleikin skal sjálvsagt hava sín rætt og dugir mangan at síggja støðuna frá einum heildarsjónarmiði, sum vanligi borgarin ikki hevur møguleika til. Men fell ikki í fátt, hin einstaki borgarin er - í gásareygum - »serfrøðingur« í sínum egna nærumhvørvi, sum brúkari.


Hetta er hin gløggi fakkunnleikin sjálvandi eisini vitandi um, og hin gløggi fakkunnleikin dugir eisini at síggja virði í, at borgarar kenna ábyrgd á sær og eru til reiðar at nýta orku til at betra um viðurskiftini.