Tað verða limirnir hjá Postfelagnum, sum fara at merkja sviðjan um ein nýggj útberingarfyritøka fær fótin fastan og fer at geva postverkinum kapping. Tað er sjálvandi ilt at siga so tíðliga, um tað fer at bera seg ella ikki, men tað er greitt, at klárar nýggja fyritøkan at koma í gongd, so er neyvan hugsandi, at hon steðgar við lýsingarbløðini.
Og fer hon at taka annan post frá postverkinum, so verða tað limirnir í Postfelagnum, sum standa fyri niðurskurði. Hvørjar viðmerkingar hevur formaðurin í Postfelagnum til tað?
- Eg fái ikki sagt so nógv um nýggju fyritøkuna, tí eg havi sæð so lítið til hana enn, sigur Korintha Jarnfoss.
- Men tað er greitt, at klára teir at fóta sær og skipa seg ordiliga, so verða tað limirnir hjá Postfelagnum, sum missa. Vit hava ein sáttmála við Landsstýrið um útberingina, sum sigur, at okkara limir fáa ein hálvan tíma um fyri hvørji 100 eintøk teir bera út, og hetta verður útoknað eina ferð um mánaðin, sigur hon.
Men gerst skipanin ikki alt ov dýr, tá tit skulu fáa so nógv fyri útberingina?
- Tað er ikki okkara limir, sum eru orsøkin til at prísirnir fara upp nú. Tað kann væl verða, at vit fáa í meira lagið, men Postverkið átti fyri langari tíð síðani at verið farið undir at hækka prísirnar á adressuleysum og á bløðunum. So hevði ein hækking nú ikki verði so ógvuslig, sigur Korintha Jarnfoss.
Er tað so eftir tíni meting leiðsan á Postverkinum, sum hevur sovið í tímanum?
- Ja, tað er tað eingin ivi um, sigur hon
Ein vandi í longdini
Korintha Jarnfoss dugir væl at síggja vandan fyri, at limirnir hjá Postfelagnum kunnu missa enn meir, um nýggja fyritøkan fær útberingarskipanina at virka.
- Men eg rokni ikki við, at tað fer at bera til hjá teimum, og eg vænti eisini at tey adressuleysu lýsingarbløðini fara at koma aftur til okkara, sigur hon.
- Men sjálvandi er tað altíð ein vandi. Tað sigur seg sjálvt, at minkar postnøgdin við, at eitt nú bløðini fara yvir til tað nýggja felagið, so verða tað okkara limir sum missa í ólukkumát, men sum eg segði áðrenn, so vænti eg ikki, at tað fer at henda, sigur Korintha.
Postfelagið fylgir tó við gongdini í málinum, og vit munnu fara at hoyra meira til teirra um nýggi kappingarneytin ger teimum lívið ov hart.