- Russland leggur til rættis eitt stórt álop á Ukraina, sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, í kvøld.
Hann leggur aftrat, at í nátt og næstu tímarnar er sera týdningarmikið, at íbúgvar landsins fylgja væl við, um loftávaring kemur.
- Russar hava lagt til rættis eitt ógvusligt álop. Verið so beinasom at ansa væl eftir tykkum, ávarar ukrainski forsetin.
Volodymyr Zelenskyj veit at siga, at ukrainski herurin hevur rakt eitt oljureinsiverk í russisku Tyumen-regiónini har vesturi í Sibiria.
Í samband við ukrainska dronu-álopið er higartil einki frætt um fólkaskaðar.
##med2##
- Tyumen-regiónini har vesturi í Sibiria liggur fleiri enn 2000 kilometrar úr ukrainska markinum. Hetta er effektivt, heldur Volodymyr Zelenskyj fyri.












