Rækjutrolarin, Sólborg, fer nú aftur til fiskiskap.
Sólborg hevur staðið á beding í Havn í ein góðan mánaða og tað var eitt sindur longri, enn Ejler Jacobsen, reiðari, hevði roknað við. Men nú er hon so liðug og fer til fiskiskap nú um vikuskiftið. Ejler Jacobsen sigur at tað er gjørt nokk so nógv við skipið. Ikki minst er rækjuvirkið umborð gjørt meiri nýmótans, enn tað var.
? Vit hava sett nýggjan skiljara í, sum er longri enn hin og tí skilir nógv betri. Hesin nýggi hevur bara eitt handtak til allar ristirnar og er tí nógv fittligari at fáast við. Fyrr var eitt handtak til hvørja rist. Teir hava eisini sett ein kókara í afturat. Orkan at kóka hevur verið ov lítil, og verða rækjurnar ikki kókaðar livandi versnar dygdin, og prísurin munandi. Tað sæst beinanvegin á rækjunum um tær hava verið deyðar, tá ið tær vórðu kókaðar, tí tær ringa seg ikki saman, sum tær gera, tá ið tær verða kókaðar livandi.
? Fyrr kundu vit kókað tvær støddir, nú kunnu vit kóka fýra, sigur reiðarin. Talan er um eina stóra íløgu. Bara útgerðin kostar 2,3 milliónir, men so kemur arbeiðið afturat. Nú Sólborg fer avstað, fer hon til Eysturgrønlands, har hon hevur fingið stóra kvotu. Umframt egnu kvotu, hevur hon fingið kvotuna hjá gomlu Sólborg aftur. Men harumframt er kvotan hjá Palla hjá Marionnu keypt. Hvør kvota er 115 tons, so íalt hevur Sólborg kvotu uppá 345 tons undir Eysturgrønlandi. Men teir lótu Arctic Viking fáa 20 tons. Ejler Jacobsen sigur, at teir keyptu kvotuna fyri 10% av søluni. Tó er minstiprísirin 4 krónur fyri kilo. Prísin eru teir nøgdur við. Ongin áhugi er at trýsta prísin upp, tí tað kann skjótt koma aftur um brekkur, sigur Ejler Jacobsen