Holte tapti báðar steypafinalurnar

Flogbóltur: Eftir at hava verið einaráðandi í donskum flogbólti í mong ár er farið at sansa at hjá Holte. Leygardagin var felagið í báðum steypafinalunum, men eins og hjá strandingum í hondbólti, so fóru teir aftur til húsa við ongum

Danska flogbóltskappingin er nú komin so langt, at farið verður undir endaspælið. Steypakappingin er nú liðug og finalurnar vórðu spældar leygardagin.

Eingir føroyingar vóru við í steypafinalunum, hóast vit eiga fleiri, sum spæla á hægsta stigi í donsku kappingini.

Í kvinnufinaluni hittust Holte og DHG úr Odense. Liðini bæði eru tey fremstu í ovastu kvinnudeildini so tað var lagt upp til eina sera spennandi steypafinalu. Tað er nevniliga so, at Holte hevur havt sterkastu kvinnuliðini í bæði mans- og kvinnuflogbólti í mong ár, men tað sær út til at vera við at broytast nú.

Danir hava eina serlig stigaskipan, sum hevur við sær, at teir spæla tveir hálvleikir á tvey sett ístaðin fyri sum vit spæla í Føroyum. Endar hálvleikurin 1-1 í settum varður spældur ein tie-breakari, eins og í eitt nú tennis. Tað sama verður gjørt, um tað stendur á jøvnum, tá báðir hálvleikirnir eru spældir.

Tað var DHG, sum setti seg á finaluna. Fyrsta sett gjørdist rættuliga spennandi. Liðini eru rættuliga jøvn í styrki og tað hevði við sær, at tey vunnu hvør sítt sett í fyrra hálvleiki, so at tiebreakarin skuldi til fyri at avgera fyrra hálvleik. Henda vann DHG, sum tískil eisini fór til hálvleiks við leiðsluni.

Ein kundi roknað við, at Holte fór at koma aftur sum eitt óløgi í seinna hálvleiki, men so var ikki. DHG legði trumfin í og Holte fekk ikki svarað aftur. Tískil endaði annar hálvleikur eisini við sigri til DHG. Settúrslitini í øðrum hálvleiki vóru 21-10 og 21-16.

Hetta hevði sum vera man við sær at DHG vann steypafinaluna 2-0.

Danskir fjølmiðlar siga, at talan var um ein sera vælleiktan finaludyst. Einastu ferð Holte veruliga gjørdi um seg var í øðrum setti í fyrra hálvleiki, og tað settið vann Holte eisini. Eftir tað vóru tað fjónbúgvar, við Lone Illum á odda, sum vóru betra liðið og sigurin hjá DHG var tí fult uppiborin.

Holte hevur sum nevnt verið frammarlaga í donskum flogbólti í nógv ár. Kvinnurnar hjá Holte hava verið í fimm finalum seinastu seks árini og hava vunnið tær allar, so tað verður mett sum eitt bragd av DHG at fáa Holte av rókini.


HIK Ålborg vann

hjá monnunum

Var kvinnufinalan spennandi, so var tað einki ímóti mansfinaluni. Menninir hjá Holte hava ikki bert havt einarætt til steypakappingina, men til allan danskan flogbólt seinastu nógvu árini. Tað hevur gingið sera striltið hjá øðrum liðum at gera nakað við Holte. Nógv hava roynt og onkuntíð hevur tað eydnast, eisini meiri enn so.

Í fjør gjørdust danir varugir við, at HIK úr Ålborg var um at fáa eitt av sterkastu liðum í donsku flogbóltskappingini. Liðið var undirmett, og ikki var væntað at teir skuldu klára seg so væl í landskappingini. Men tað var júst tað teir gjørdu. Teir spældu seg í finaluna móti Holte, men tá vóru teir ov stuttir. Holte vann enn einaferð DM-heitið fyri gud vitið hvørja ferð?

Leygardagin stóðu liðini so í steypafinaluni og tað var so sanniliga lagt upp til ein spennandi dyst.

Ikki færri enn 10-11 danskir landsliðleikarar vóru á vøllinum, so tað borgaði fyri flogbólti á høgum stigi, og so var. Dysturin var sera spennandi og liðini skiftust um at vinna. Tað var HIK Ålborg, sum byrjaði best. Teir vunnu fyrsta sett í fyrra hálvleiki 21-18, men so fór Holte ígongd. Teir settu seg á annað sett og vunnu tað rættuliga trygt 21-14. Nú mátti tiebreakari til og hóast HIK var nokk so langt niðri í settinum beint frammanundan, so vóru tað teir, sum komu afturíaftur og tað við lít.

Teir trýstu Holte við sera neyvum og hørðum servum og tað hevði við sær, at miðspælið, sum er sterkasta vápnið hjá Holte, datt púrasta sundur. Tískil fekk Holte ongantíð fótin fyri seg í avgerandi partinum av fyrra hálvleiki, og tað hevði við sær at HIK Ålborg hevði leiðsluna, tá farið var til hálvleiks.

Eftir steðgin vísti Holte, hví teir eru fremstir í donsku kappingini. Teir vunnu bæði settini í øðrum hálvleiki rættuliga greitt. Tað fyrra endaði 21-12, meðan tað seinna endaði 21-11 til Holte. Hetta úrslitið hevði so aftur við sær, at enn ein tiebrekari skuldi til, fyri at avgera hvør skuldi fara avstað við steypinum.

Og eins og í fyrra tiebreakaranum so var tað HIK Ålborg, sum púra óvæntað vaknaði aftur úr dvala. Spælskiparin hjá Ålborg er eisini spælskipari á danska landsliðnum og leygardagin vísti hann, at tað avgjørt ikki er av tilvild, at hann er við á landsliðnum, verður sagt úr Danmark.

Jesper Forsberg spældi framúr væl, og hann átti, saman við brøðrunum Vestergaard sín stóra lut í sigrinum hjá HIK Ålborg.

Úrslitið av tiebreakaranum var, at HIK Ålborg vann so greitt sum 15-7 og harvið var ein sensatión komin til høldar. Fyri fyrstu ferð í longri tíð var tað ikki Holte sum vann steypakappingina, hvørki hjá kvinnum ella monnum.