Leiðbeining um ársuppgerðirnar hjá SEV fyri 1998

Nú eru ársuppgerðirnar fyri elnýtslu í farna árinum sendar út til umleið 21.000 kundar hjá SEV saman við akontorokningum fyri 1999.

Nú eru ársuppgerðirnar fyri elnýtslu í farna árinum sendar út til umleið 21.000 kundar hjá SEV saman við akontorokningum fyri 1999.

Í hesum sambandi hava fleiri kundar vent sær til okkara við fyrispurningi um, hví teirra egnu útrokningar ikki samsvara við uppgerðina frá SEV. Eisini hevur okkurt lesarabræv verið í bløðunum um sama spurning.

Fyri at vegleiða kundar okkara og fyri at beina burtur møguligar misskiljingar skal her verða greitt frá, hvussu uppgerðirnar verða gjørdar.

Sum dømi kann takast ein kundi, har málarin seinast varð avlisin 13. desember 1997 og hesaferð tann 6. januar 1999, og har avlestrarnir vístu, at viðkomandi hevði brúkt 3.432 kWh í nevnda tíðarskeiði.

Málararnir verða vanliga avlisnir á hvørjum ári millum uml. hálvan desember til uml. eina viku inn í januar.

Fyrst verður ein vigaður meðalprísur funnin út frá galdandi elprísum og vigað fyri dagatalið hvørt árið sær.


Tíðarskeið:Dagatal:Elprísur, kr./kWh:

13/12?31/12 1997191,30

1/1?31/12 19983651,27

1/1?6/1 199961,17

??????????????????????????????????????????????

Meðalprísur1,2699


Á sjálvari uppgerðini síggjast bert heil oyru/kWh. Tey bæði afturastu ciffrini í vigaða meðalprísinum hava higartil ikki verið útskrivað á uppgerðina, men umhugsa vit at broyta hetta fyri at sleppa undan misskiljingum.

Fasta gjaldið (500 kr. í 1997 og 1998 og 480 kr. í 1999) verður altíð kravt fyri álmanakkaárið og ikki eftir avlestrartíðarskeiði í døgum fyri kundar, sum ikki verða sluttuppgjørdir í árinum.

Í nevnda dømi verður endaliga uppgerðin tí hendan fyri 1998:


3.432 kWh á kr. 1,2699kr.4.358,30

Fast gjaldkr.500,00

MVG av kr. 4.858,30kr.1.214,58

Avrundingkr.0,12

????????????

Tilsamanskr.6.073,00



Akontorokningarnar fyri 1999 byggja á dagligu nýtsluna í seinasta avlestrartíðarskeiði, men umroknað til nýtsluna í 365 dagar.

Fyri vanlig húsarhald (minni enn 10000 kWh/ár.) er elprísurin í 1999 1,7 kr./kWh og fasta gjaldið 480,- kr., alt uttan MVG.

Hetta verður umroknað til 10 akontorokningar at gjalda frá februar til november 1999.

Vónandi gevur frammanfyri standandi frágreiðing svar upp á fleiri spurningar í sambandi við ársuppgerðir okkara, men kundarnir eru sjálvandi vælkomnir at venda sær til eina av skrivstovum okkara, um teir hava okkurt, teir vilja hava greiðu á ella nærri útgreinað.


Tórshavn, tann 9. febr. 1999

John P. Danielsen,

skrivstovustjóri