úli byggjast í Vági. Torbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í skúlamálum, sigur, at landsstýrið hevur sett eina millión av á fíggjarlógini komandi ár til at projektera nýggjan miðnámsskúla í Vági. Ætlanin [...] verka beinanvegin í komandi ári. Bygginevndin skal síðani leggja arbeiðið til rættis, men landsstýrismaðurin væntar, at arkitektakapping verður fyriskipað um skúlan. Miðnámsskúlin í Suðuroy hevur havt eina [...] suðuroyingar samdust ongantíð um, antin skúlin skuldi vera, á Tvøroyri ella í Vági. Í áttatiárunum var neyðsemja gjørd um at byggja skúlan í Hovi. Skúli varð teknaður, men so kom kreppan og beindi fyri teirri
sær leiðina í gongugøtuna leygarmorgunin. Tí tá verður stórur fiskamarknaður í gongugøtuni. Tað eru næmingar í triðja flokki í Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna, sum fara at hava fiskamarknað í Havn leygardagin [...] koma væl við hjá mongum, tí fiskur er trotvøra í Havn-í hvussu so er, fyri ein sámuligan prís. Men tey í triðja flokki siga at tey ætla at vera sámulig í prísi. Á fiskamarknaðinum ætla tey sær at hava [...] fisk, skeljar, rækjur, laks, saltfisk o.a. Fiskin hava tey fingið ymsastaðni úr landinum, bæði úr Suðuroy og úr Norðoyggjum og nógva staðni har ímillum. Orsøkin til, at tey hava fiskamarknaðin, er, at tey
Landsstýrismaðurin í skúla- og mentamálum, Tórbjørn Jacobsen, tók eina skjóta avgerð um, at skúlin skuldi verða í Suðuroy. Alt gott um tað, men tá okkara landsstýrismaður tekur eina slíka avgerð, má tað [...] arbeiðsplássunum, Tórbjørn, ikki í einum kommunuskúla. Man skuldi trú, Tórbjørn, at tú hevur selt teg til tjóðveldismenninar á Tvøroyri. Tú bleiv jú landsstyrismaður í skúlamálum. Tú sigur eisini, at [...] sjálvandi skulu praktikkplássini verða runt landið, men sjálv undirvísingin skal verða í skúlanum, um tú ynskir kvalitet í tí nýggju almanna- og heilsuútbúgvingunum. Ein bólkur, sum eisini hevur krav upp á
verður um, at vit umfata øll børn í Føroyum í og undir skúlaaldur, tvs, eini 15.000. ? Samstundis mangla vit fýra heilsusystrar, tvær í Havn, eina í Suðuroy og eina í Norðoyggjum. ? Hetta er stórt spell [...] børn í Føroyum, bæði børn í skúlaaldri og børn undir skúlaaldur. ? Heilsusystrarnar ráðgeva familjum og kanna børnini. Í skúlanum ber tað eisini til hjá børnunum at venda sær til heilsusystrina í trúnaði [...] rnar fyrrenn børnini eru komin í skúla, men tá eru tað ofta nógv dýrari loysnir, sum skulu til fyri at hjálpa upp á trupulleikan. ? At tað so bara eru heilt fáa staðni í landinum, at skúlalæknaskipanin
Bónus í Suðuroy er Janus Rasmussen, sum hevur staðið í Læru í Miklagarði Frammanundan hevur Bónus handil í Klaksvík, tríggjar handlar í Eysturoy, umframt tveir handlar høvuðsstaðnum Bónus og Miklagarð í SMS [...] skulu vera bíligasti handil í Suðuroynni. Tað er herrópið, nú stóra handilsketan Bónus eisini hevur latið handil upp í Suðuroynni. Tað var mikudagin, at tann sjeyndi Bónushandilin í Føroyum læt upp, og tað [...] tað var á Tvøroyri, í hølunum, har N.J. Mortensen áður hevur havt handil í mannaminnir. Niels Mortensen, stjóri, sigur, at teirra fremsta mál er, at tað skal vera bíligari at keypa í Bónus. ? Eins og aðrastaðni
arbeiðsleys. Í august í ár vóru tey 250 í tali og tað er eisini 1% av arbeiðsstyrkini. Sostatt kann staðfestast, at arbeiðsloysið er alsamt minkað hesi seinastu árini. Í august í 1998 vóru 669 fólk í fiskav [...] arbeiðsleysu eru í aldrinum 55-66 ár. Tey vóru 181 í tali í august í ár og í hesum aldursbólkinum er ikki heilt so grefligur munur á mannfólkum og konufólkum, tí mannfólkini eru 72 í talið og konufólkini [...] arbeiðsloysið í Føroyum komið heilt niður á 2%. Hetta sæst á teimum nýggjastu hagtølunum, sum Hagstova Føroya hevur gjørt yvir arbeiðsloysið í Føroyum. Tølini vísa, at í august mánaða í ár fingu 651 fólk
nz í 1973. Um fyrsta bilin í Suðuroy Fyrsta bilin á Tvøroyri, sum eisini var fyrsti bilur í Suðuroynni, átti Niels Juel Mortensen, pápi Gudmund. Hetta var ein Ford, sum varð keyptur í apríl 1924. Í áður [...] seldur til Gudmund Mortensen á Tvøroyri í 1928. Skjótt vísti tað seg, at hetta var sami bilur. Í 75 ára minnisritinum hjá N.J. Mortensen var mynd av Gudmund Mortensen í bilinum saman við fleiri børnum. Við [...] brúgvarnar at hugsa um. Vit kunnu leggja afturat at næsti bilurin í Suðuroynni, ið kom í oktober 1925, var eisini ein Ford til J.Dahl í Vági.
bíbilskúla vera í Suðuroy komandi viku. Mánakvøldið kl. 20 í bygdarhúsinum í Fámjin. Týskvøldið kl. 20 í Betania í Porkeri. Ónskvøldið kl. 20 í Frelsunarherinum í Vági. Tórskvøldið kl. 20 í skúlanum í Hovi. F [...] Fríggjakvøldið kl. 21 í missiónshúsinum á Tvøroyri. Leygarkvøldið kl. 20 í Ranhøll í Sandvík. Sunnumorgunin kl. 11 í Sion í Vági. [...] KFUM og KFUK í Havn Sunnudagin kl. 15 í KFUK: Limafundur við Maju Dalsgarð, evnið: Efesusbrævið kap. 1. Mánadagin kl. 15 í KFUK: Eldrasamkoman, Niels Jacob Nielsen, trúboðara. Týsdagin kl. 17 í KFUK: Várgleði
hava kvøldskúlar í nøkur ár havt undirvísing í urguspæli, eitt nú í Havn og á Tvøroyri, men í samstarvi við kvøldskúlarnar kring landið hevur tað í ár verið møguligt at skipa skeið í urguspæli at kalla [...] Í kirkju okkara kunnu vit gleðast um arbeiðið, sum allir kirkjutænarar gera í trúfesti, ár út og ár inn. Fyri at henda tænasta ikki skal vera alt ov bindandi fyri tann einstaka, verður mangastaðni roynt [...] ella lærlingum, sum ynskja at taka lut ? kunnu ferðaútreiðslur í sambandi við undirvísing ella luttøkugjald kennast sum týðandi eykaútreiðsla. Í slíkum føri hava kirkjuráðini høvi at hjálpa næmingum, sum taka
ein tilbúgvingarstøð har sløkkiliðið á staðnum eisini kann húsast. Nýggjasta sjúkrahús í landinum liggur í Suðuroy, eitt nýmótans sjúkrahús við øllum hentleikum og møguleikum, um ein neyðstøða skuldi tikið [...] sambandinum frá oljufeltinum og til lands, eins og sambandi víðari, t. d. til flogvøllin í Vágum. Góður tyrlupallur er í Froðba og eftir hvat tyrluskiparnir siga, so er hann væl plaseraður og sera góður at [...] Dan Nielsen býráðsformaður á Tvøroyri Nú nærkast í hvørjum við oljuvinnuni og teir fyrstu teigarnir eru latnir oljufeløgum, er enn ein óloystur spurningur. Hvar skal útgerðarhavnin liggja ? Fyri mær er