? Vit eru um at drukna í arbeiði við børnum, sum hava ymsar trupulleikar at dragast við.
?Men tað er harmiligt at síggja, hvussu lágt landsins myndugleikar meta um tað fyribyrgjandi arbeiði ímillum børn.
Tað sigur Bjarta Vilhelm leiðari á heilsusystraskipanini.
Heilsusystrarnar í Føroyum høvdu felagsfund mikudagin, har tey viðgjørdu støðuna.
Og tað tók teimum ikki langa tíð at semjast um, at støðan er sera vánalig.
Bjarta Vilhelm sigur, støðan viðvíkjandi tí fyribyrgjandi arbeiðnum ímillum børn er nú so vánalig, at tað eru allar orsøkir til at rópa varskó.
? Landsins myndugleikar hava ferð eftir ferð víst á, hvussu stórur dentur verður lagdur á tað fyribyrgjandi arbeiðið. Men á smábarna- og familjuøkinum mugu vit ásanna, at tað verður ikki gjørt líka nógv, sum tað verður tosað.
Bjarta Vilhelm sigur, at tað verður ofta ført fram, hvussu nógv barnaverndirnar kring landið hava fingið at gera tey seinastu árini.
? Í tí sambandinum er tað eisini neyðugt at vísa á, at heilt nógv av teimum málum, sum barnaverndirnar hava til viðgerðar, eru mál, sum heilsusystrarnar vísa teimum á.
Heilsusystraskipanin umfatar øll børn í Føroyum, bæði børn í skúlaaldri og børn undir skúlaaldur.
? Heilsusystrarnar ráðgeva familjum og kanna børnini.
Í skúlanum ber tað eisini til hjá børnunum at venda sær til heilsusystrina í trúnaði við ymsum trupulleikum og tað eru ikki so fáir trupulleikar, sum koma fram tann vegin.
?Tey allarflestu børn og tey allarflestu heimini virka tíbetur heilt væl.
? Men so eru tað sjálvandi eisini nøkur fá, sum hava trupulleikar og tey, skulu vit so royna at hjálpa.
Bjarta Vilhelm sigur, at arbeiðsbyrðan er munandi økt seinastu árini.
Hon heldur,at orsøkin til tað er ikki so nógv, at talið á børnum og familjum, sum hava truulleikar, er so nógv økt.
?Orsøkin er heldur, at vit eru betri førar fyri at varnast trupulleikar.
? Men tað er eisini týðiligt, at hugburðurin er nógv broyttur, so at fólk eru skjótari at søkja sær hjálp og fúsari at taka ímóti hjálp. Samstundis er tað tvørfakliga samstarvið á økinum nógv batnað.
Mangla pengar og fakfólk
Bjarta Vilhelm sigur, at ein stórur partur av trupulleikanum stendst av, at tað verður ov lítið av peningi sett av til hetta øki.
? Heilsusystraskipanin fær seks milliónir um árið og tað er ikki nógv, tá ið hugsað verður um, at vit umfata øll børn í Føroyum í og undir skúlaaldur, tvs, eini 15.000.
? Samstundis mangla vit fýra heilsusystrar, tvær í Havn, eina í Suðuroy og eina í Norðoyggjum.
? Hetta er stórt spell, tí heilsusystraskipanin er fremsta fyribyrgjandi tiltak yvirhøvur á barna- og familjuøkinum.
? Ein millión afturat hevði tí gjørt undurverk, tí so fingu vit sett tær fýra heilsusystrarnar, sum mangla.
Men Bjarta Vilhelm sigur, at tað er eisini ein annar stórur trupulleiki, at heilsusystrarnar hava alt ov vánaligar møguleikar at vísa børnum og familjum til serfrøðingar á ymsum økjum, tá ið trupulleikar stinga seg upp.
?Eitt nú mangla vit barnapsykologar og vit hava ongan barnapsykiatara yvirhøvur í Føroyum, samstundis, sum vit eisini mangla fysioterapeutar.
? Harumframt hava vit heldur onki tilboð til tey fáu foreldur, sum hava væntandi førleikan til at verða foreldur, so at tey kundu lært at verið foreldur.
Bjarta Vilhelm sigur, at ein avleiðing av støðuni er, at mangan verða trupulleikarnir uppdagðir nógv seinni, enn ynskiligt hevði verið.
? Mangan varnast vit ikki trupulleikarnar fyrrenn børnini eru komin í skúla, men tá eru tað ofta nógv dýrari loysnir, sum skulu til fyri at hjálpa upp á trupulleikan.
? At tað so bara eru heilt fáa staðni í landinum, at skúlalæknaskipanin virkar, ger støðuna sjálvandi ikki frægari.
Bjarta Vilhelm sigur, at heilsusystraskipanin er nú so hart fyrispent, at tað gongur ikki longir afturat..