Nú er arbeiðsloysið í Føroyum komið heilt niður á 2%.
Hetta sæst á teimum nýggjastu hagtølunum, sum Hagstova Føroya hevur gjørt yvir arbeiðsloysið í Føroyum.
Tølini vísa, at í august mánaða í ár fingu 651 fólk útgjald frá ALS.
Umroknað til fulltíðarstørv er hetta 604 størv.
Hetta er 2% av arbeiðsstyrkini, sum er roknað til at vera 24.250 fólk í august í ár.
Men harafturat eru tað 899 fólk, sum fáa stuðul eftir fiskavirkisskipanini. Hetta er roknað um til 234 fulltíðarstørv, sum er 1% av arbeiðsstyrkini
Nøkur fólk hava verið so leingi í ALS, at tey fáa ikki útgjald longur. Og tilsamans eru nú 694 fólk skrásett í ALS, sum verandi tøk á arbeiðsmarknaðinum.
Men tað eru eisini nøkur, sum fáa stuðul frá Almannastovuni tí tey eru arbeiðsleys. Í august í ár vóru tey 250 í tali og tað er eisini 1% av arbeiðsstyrkini.
Sostatt kann staðfestast, at arbeiðsloysið er alsamt minkað hesi seinastu árini.
Í august í 1998 vóru 669 fólk í fiskavirkisskipanini, tað vóru 259 fulltíðarstørv. Tey fulltíðararbeiðsleysu vóru 977 í tali, tað eru 846 fulltíðarstørv og tá fingu 463 fólk stuðul vegna arbeiðsloysi frá ALS.
Í august í 1998 vóru 1.073 fólk tøk hjá ALS. Tá fingu 463 stuðul frá ALS vegna arbeiðsloysi.
Nógv fleiri konufólk
Enn sum áður, vísir tað seg, at tað eru nógv fleiri konufólk arbeiðsleys, enn tað eru mannfólk.
Av teimum 651 fólkunum, sum fingu arbeiðsloysisstuðul í august í ár, vóru heili 461 konufólk, ímeðan 190 vóru mannfólk.
Og av teimum 694 fólkunum, sum vóru skrásett hjá ALS tilsamans, vóru 491 konufólk og 203 mannfólk.
Sostatt er gongdin ikki broytt, tí hetta hevur verið mynstrið tey seinastu árini.
Tey flestu arbeiðsleysu eru í aldrinum 55-66 ár. Tey vóru 181 í tali í august í ár og í hesum aldursbólkinum er ikki heilt so grefligur munur á mannfólkum og konufólkum, tí mannfólkini eru 72 í talið og konufólkini 109. Talan er um 4% av fólkatalinum.
Tey næstflestu arbeiðsleysu eru í aldrinum 25-34 ár og í hesum aldursbólkinum eru næstan fimm ferðir so nógv arbeiðsleys konufólk, sum tað eru mannfólk.
Tey arbeiðsleysu konufólkini í hesum aldrinum vóru 137 í tali og mannfólkini 28.
Tilsamans eru tey 3% av fólkatalinum.
Men í hesum aldursbólkinum eru tey arbeiðsleysu konufólkini 5% av fólkatalinum og mannfólkini bara 1%.
Mest í Suðuroy
Annars sæst, at upp á seg er arbeiðsloysið størst í Suðuroyar syðru helvt, tí har eru 4% av fólkatalinum arbeiðsleys. Har eru 61 fólk tøk hjá ALS.
Í Suðuroyar Norðaru helvt er talan um 3%.
Minsta arbeiðsloysið er nú í Sandoy, har tað bara er 1% av fólkatalinum, tí har eru bara 13 fólk tøk hjá ALS.










