Landsstýrismaðurin í skúla- og mentamálum, Tórbjørn Jacobsen, tók eina skjóta avgerð um, at skúlin skuldi verða í Suðuroy. Alt gott um tað, men tá okkara landsstýrismaður tekur eina slíka avgerð, má tað verða av tí, at hann hevur í huga nakað, sum er betri enn tann fyrra loysnin, sum var mær kunnugt ein samanlegging av sjúkrasystraskúlanum.
Tað sigur seg sjálvt, at við at leggja allar heilsuútbúgvingarnar á einum stað, fær tú eina betri útbúgving og eitt gott skúlaumhvørvi og virðing fyri hvørjari einkultari útbúgving, sum eisini vil geva eitt gott samstarv úti á arbeiðsplássunum, Tórbjørn, ikki í einum kommunuskúla.
Man skuldi trú, Tórbjørn, at tú hevur selt teg til tjóðveldismenninar á Tvøroyri. Tú bleiv jú landsstyrismaður í skúlamálum.
Tú sigur eisini, at eftirútbúgvingin hjá heimahjálparunum skal verða runt landið, sjálvandi skulu praktikkplássini verða runt landið, men sjálv undirvísingin skal verða í skúlanum, um tú ynskir kvalitet í tí nýggju almanna- og heilsuútbúgvingunum.
Ein bólkur, sum eisini hevur krav upp á eftirútbúgving, sokallaða uppskúlan, eru sjúkrahjálparar og pleygarar.
Sjálv havi eg verið í arbeiðsbólki, sum var við til at gera Álit um almanna- og heilsuútbúgvingar á miðnámsstigi, saman við øðrum fakfelagsformonnum. Arbeiðið var liðugt í apríl 1997 og varð tá latið táverandi skúlamálaráðharri, Eilifi Samuelsen. Eg vóni ikki, at okkara arbeiði er burturspilt. Tað er nógv brúk fyri øllum bólkunum í framtíðini. Vónandi noyðast tey ikki framyvir at flyta til Danmarkar fyri at fáa øaður nevndu útbúgvingar.
At hugsa sær ein skúla við navninum Heilsuskúli Føroya, sum umboðaði sjúrasystra-, almanna- og heilsuútbúgvingarnar í Føroyu, sigur tað ikki alt...
Meta C. Palle