?Vit skulu vera bíligasti handil í Suðuroynni.
Tað er herrópið, nú stóra handilsketan Bónus eisini hevur latið handil upp í Suðuroynni.
Tað var mikudagin, at tann sjeyndi Bónushandilin í Føroyum læt upp, og tað var á Tvøroyri, í hølunum, har N.J. Mortensen áður hevur havt handil í mannaminnir.
Niels Mortensen, stjóri, sigur, at teirra fremsta mál er, at tað skal vera bíligari at keypa í Bónus.
? Eins og aðrastaðni skal Bónus í Suðuroy verða bíligari enn hinir handlarnir.
Tað skal kortini ikki ganga útyvir dygdina, tí Bónus-ketan keypir vørur í stórum og tað gevur teimum nógvar fyrimunir við avsláttri av ymsum slag. Tí eru teir eisini førir fyri at selja vørurnar so bíligar, sum tilber.
Annars fer Bónus í Suðuroynni at leggja størsta dentin á kjøtvørurnar og frukt og grønmeti.
? Vit fara at hava eitt stórt úrval av frukt og grønmeti í handlinum á Tvøroyri. Og feskt kjøt fáa vit hvønn dag úr Miklagarði í Havn, so dygdin er fyrsta floks, sigur Niels Mortsen.
Av og á fara tey eisini at skipa fyri ymsum tiltøkum fyri at gerah andilin meiri áhugaverdan, tað kann t.d. vera smakkiroyndir o. tíl.
Hann sigur, tey hava leingi havt ætlanir um at lata handil upp í Suðuroy, uttan at tað er blivið til nakað fyrrenn nú.
Men hann dylir heldur ikki fyri, at tað, at tíðirnar eru blivnar betri ger, at teir hætta sær undir at lata nýggjan handil upp.
Leiðari í Bónus í Suðuroy er Janus Rasmussen, sum hevur staðið í Læru í Miklagarði
Frammanundan hevur Bónus handil í Klaksvík, tríggjar handlar í Eysturoy, umframt tveir handlar høvuðsstaðnum Bónus og Miklagarð í SMS.