Tey havnarfólk, sum munga illa eftir fiski, kunnu leggja sær leiðina í gongugøtuna leygarmorgunin.
Tí tá verður stórur fiskamarknaður í gongugøtuni.
Tað eru næmingar í triðja flokki í Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna, sum fara at hava fiskamarknað í Havn leygardagin, har tey fara at selja alskyns fisk.
Tey byrjað klokkan 10 um morgunin og hildið verður fram til einaferð nakað væl út á seinnapartin.
Hetta fer uttan iva at koma væl við hjá mongum, tí fiskur er trotvøra í Havn-í hvussu so er, fyri ein sámuligan prís.
Men tey í triðja flokki siga at tey ætla at vera sámulig í prísi.
Á fiskamarknaðinum ætla tey sær at hava alskyns fisk at selja, eitt nú toskaflak, kongafiskaflak, ræstan fisk, skeljar, rækjur, laks, saltfisk o.a.
Fiskin hava tey fingið ymsastaðni úr landinum, bæði úr Suðuroy og úr Norðoyggjum og nógva staðni har ímillum.
Orsøkin til, at tey hava fiskamarknaðin, er, at tey savna pening inn til eina námsferð, sum tey ætla at fara á seinni.