Útgerðarhavn á Drelnesi


 

Dan Nielsen býráðsformaður á Tvøroyri



Nú nærkast í hvørjum við oljuvinnuni og teir fyrstu teigarnir eru latnir oljufeløgum, er enn ein óloystur spurningur. Hvar skal útgerðarhavnin liggja ?

Fyri mær er ongin ivi at Drelnes á Tvøroyri er best egnað til eina útgerðarhavn. Her eru nakrar grundgevingar:


Frástøðan av komandi oljufelti

Eitt, sum oljufeløg leggja stóran dent á, er tíð, í teirra verð er tíð tað sama sum pengar.

Tað eigur at hava stóran týdning hvussu langt er at sigla til lands. Her skuldi Drelnes havt ein stóran fyrimun. Tað eru 98 fjóðringar at sigla til Drelnes av oljufeltinum, afturímóti 121 á Sund og 128 til Runavíkar.

Tvøráfjørður ella Trongisvágsfjørður, hevur altíð verið roknaður sum ein tann besti í Føroyum, um ikki tann besti. Hetta eigur at viga nógv, serliga á vetradegi hjá fremmanda skipum at kunna sigla inná ein fjørð, ið er tryggur.


Samband til lands

Tað er sera umráðandi, at góður tyrlupallur er tøkur bæði viðv. sambandinum frá oljufeltinum og til lands, eins og sambandi víðari, t. d. til flogvøllin í Vágum. Góður tyrlupallur er í Froðba og eftir hvat tyrluskiparnir siga, so er hann væl plaseraður og sera góður at lenda á. Eins og sjóvegis so er frástøðan frá feltinum og til lands eisini galdandi her.


Tilbúgving

og sjúkrahús

Eitt ið tosað verður nógv um í samband við oljuvinnuna er tilbúgving. Eisini her liggur Tvøroyri væl fyri. Her eigur eisini frástøðan til oljufeltið at telja okkum til fyrimunar.

Ætlanir eru frammi at byggja eina tilbúgvingarstøð her á staðnum, ein tilbúgvingarstøð har sløkkiliðið á staðnum eisini kann húsast.

Nýggjasta sjúkrahús í landinum liggur í Suðuroy, eitt nýmótans sjúkrahús við øllum hentleikum og møguleikum, um ein neyðstøða skuldi tikið seg upp.


Samband til

og úr oynni

Sambandið við restina av Føroyum verður røkt sum nú er av Smyrli, tyrlu, eisini sigla farmaskip á Tvøroyri fleiri ferðir um vikuna. Nevnda samband verður uppaftur betur innanfyri eini 3 ár, tá fer tann nýggi Smyril at sigla, hetta skip verður væl størri enn tað verandi. Í hesum sambandi er politiskt viðtikið, at nýggj samferðsluhavn verður á Tvøroyri, hetta talar fyri, at útgerðarhavnin kemur at liggja á Drelnesi.


Frítíðin

Á Tvøroyri búgva gott 1800 fólk, her eru allir hentleikar, ið hoyra einum býi til:

Tá tað snýr seg um frítíðartilboð, eru hotellir, matstovur, biografur, sjósavn, bátafelag, ítróttarhøll, fótbóltsvøllur, svimjihylur, kropsvenjingarmiðstøð.

Kommunan hevur eisini nýmótans barnagarð, eins og dagrøkt. Á eldraøkinum er ellis- og røktarheim og eitt fyribils sambýli. Nýtt sambýli er projekterað.

Alt hetta skuldi borgað fyri góðum og liviligum umstøðum í vøkrum umhvørvi.


P/F Norserv

Sjálvt økið á Drelnesi hevur P/F Norserv, ið er føroyskt/danskt felag, fingið leigurætt til frá Tvøroyrar Býráð.

Danski parturin av felagnum er Danbor Service úr Esbjerg (Mærsk), eitt felag ið hevur drúgvar royndir innanoljuvinnu, bæði sum leitarar og veitarar. Føroyski parturin er P/F Richarld B. Thomsen & Søn, eisini eitt felag við drúgvum royndum á ymiskum økjum.


Økið og umhvørvið

á Drelnesi

Øki á Drelnesi er uml. 30.000 ferðmetrar til víddar og kann, um tørvur er á, víðkast. Sambært teimum, ið áhuga hava í oljuútgerðarhavnum, er nettup hetta økið á Drelnesi serliga væl skikkað til endamálið. Gott pláss, góð atløgusíða við møguleika fyri víðari útbygging, alt økið er planerað, stórur partur asfalteraður. Kommunan er í løtuni við at bjóða seinasta partin av vatnleiðing út. Góður og breiður landsvegur liggur framvið økinum.

Ein útgerðarhavn á Drelnesi fær ómetaliga nógv at siga fyri Tvøroyri og alla Suðuroynna, hetta fer at hava sínlut til at venda afturgongdini, sum oyggin hevur verið fyri, til framburð. Vónandi eru okkara landspolittikarar samdir í hesum og til reiðar at arbeiða hareftir.