vilsi og síðan ein swingom? GÍ letur heilsa og býður øllum vælkomnum inn á Kambsdal leygardagin. Bólkarnir í Atlantic Cup 1999: NSÍ 1, ÍF 1, GÍ 1, B68 1, HB 1 NSÍ 2, ÍF 2, GÍ 2, B68 2, HB 2. KÍ 1, B36 [...] 1999. Hvørt felag hevur tvey lið við í kappingini, og verður spælt í fýta bólkum við fimm liðum í hvørjum bólki. Spælt verður fið fýra útispælarum og koma tvey lið víðari úr hvørjum bólki til eitt millumumfar [...] gott høvi hjá øllum feløgunum at byrja kappingarárið 1999. Og hava tey møguleika at vísa, hvønn nýggjan spælara tey hava fingið í steðginum, og halda teir tí, at tað kann verða rættuliga áhugavert at vera
tá Tomislav Sivic og Zoran Mancic komu til Vágs at venja og spæla. VB er eisini eitt av feløgunum, sum hevur havt bestu royndirnar av útlendskum spælarum, fyrst við Sivic og Mancic og seinni eisini við [...] spælt við TB, er komin til VB í ár, og Elian Hansen, sum fyrr hevur spælt við NSÍ, men sum eisini hevur verið at sæð á VB-liðnum fyrr, fer at spæla fyri vágbingar í ár. Og harumframt er Búi Dahl eisini komin [...] tosað um hetta fyrr, bæði í VB og millum feløgini á árliga fundinum, sum FSF hevur við feløgini, sigur Petur Ludvig. Hann sigur, at hóast VB í løtuni hevur nóg nógvar spælarar, og at felagið ikki fer at leita
Tað verður nógv tosað og skrivað um menn sum Toda Jónsson, Jákup Mikkelsen og Julian Johnsson, sum allir hava tað til felags, at teir eru sáttmálabundnir at teirra fótbóltsfeløgum. Og aðrir, sum spæla fótbólt [...] skal royna at vera realistiskur, og eg eri jú 30 ára gamal. Var eg 20 í dag, hevði eg gingið 100 prosent inn fyri tí og roynt at komið enn hægri, men eg havi bæði familju og arbeiði, sigur Jón, ið arbeiðir [...] byrjaði venjingina aftur í síðstu viku, og teir venja fimm ferðir um vikuna ? mánadag, týsdag, hósdag, fríggjadag og leygardag. Mikudagur er frídagur. ? Tað er hart, og í summar hevði eg bert tríggjar vikur
leiklok. Hon kom av beinkinum fyri at taka, og tað gjørdi hon elegant við at lyfta upp um málverjan. Og so kundi tónleikurin í KÍ-høllini enn einaferð koyrast frá, og heimasigurin var staðfestur. Stjørnan heldur [...] í seinastu viku, og Sólva Eystberg var heldur ikki við hesaferð. Men tað var aftur hesaferð ein blanding av royndum og yngri spælarum, sum gav Stjørnuni sigurin. Johanna Mikkelsen og Jastrid Gullaksen [...] Beinta Joensen var anonym sum sjáldan á høgra vongi, og ikki fyrr enn móti endanum av dystinum gjørdi hon vart við seg, tá hon varð flutt á høgra bakkpláss, og var við í teimum fýra seinastu málunum hjá GÍ/Tjaldur
spælarar, og um tú skalt hava eitt gott lið, mást tú hava eina góða grundstammu. Og hana fært tú ikki við útlendingum. NSÍ-formaðurin roknar við, at tað verður ein styrkur at fáa Helga L. Petersen og Gert Langgaard [...] lagt fram á fundinum millum FSF og feløgini, áðrenn tað fór til aðalfundin. ? Hetta er eitt somikið týdningarmikið mál, at ein eigur at seta seg niður og tosa um fyrimunir og vansar. Sjálvur haldi eg ikki [...] ein spurningur um pengar, og um alt ikki gongur eftir ætlan, og feløgini koma í fíggjarligar trupulleikar, kann tað í ringasta føri gera, at felagið steðgar upp. Hann sigur, at NSÍ komandi kappingarár fer
hevur haft ein grúsvøll at vant og leikt á. Teir ungu og mest evnaríku spælararnir í felagnum, hava ikki tíma at spælt á grúsi, og skiftu tískil yvir til havnafeløgini, HB og B36. Men í august mánað í fjør [...] fótbólti. Umframt at hann hevur spælt nógv fótbólt í barndómsfelagnum KÍ, og seinri í HB, hevur hann seinastu árini vant 2. deild hjá HB, og eitt skifti vandi hann eisini 1. deildarlið. Í fjør var hann venjari [...] fjør var lagdur graslíkisvøllur á vøllin á Argjum, og í AB eru teir spentir uppá framtíðina, nú felagið hevur somu umstøður sum hini feløgini í landinum. Og hettar speglast aftur í felagnum. Í fjør hevði AB
framtíðini, sigur hann. Sáttmálin millum Tryggingarfelagið Føroyar og NSÍ inniheldur í høvuðsheitum eina avtalu um ein fastan stuðul, og um NSÍ fær góð úrslit í framtíðini, fær felagið eyka stuðul, sum eitt [...] at satsað hvørt ár, og tað ætla vit so eisini í ár, sigur Jákup Mortensen, formaður í NSÍ. Hann sigur, at tvey ára avtalan, sum NSÍ hevði við sponsorin frammanundan, gekk út í fjør, og at Tryggingarfelagið [...] vit fegnir stuðla føroyskum ítrótti, og vit vóna eisini, at NSÍ fær eitt gott úrslit, sigur Fríðálvur Jensen, sum er væl nøgdur við avtaluna millum Tryggingarfelagið og Nes Sóknar Ítróttarfelag. Tá vit spyrja
Nógv fólk var í KÍ-høllini hóskvøldið, og tey sóu StÍF leggja seg á odda 6-0 fyrstu átta minuttirnar. Stjørnan byrjaði annars sera offensivt í verjuni í eini roynd at taka StÍF á bóli, og hetta eydnaðist [...] sjálvari málrammuni, og StÍF fangaði bóltin, tá hann kom útaftur í spælið, og tær skoraðu síðani upp á kontraálopini. Sum hálvleikurin leið fór at ganga betur hjá heimaliðnum, og tær fingu so líðandi minkað [...] so líðandi hjá klaksvíksgentunum, og frá tí at Simona Hansen minkaði til 11-15 gingu átta minuttir til Stjørnan aftur fekk mál. Tá hevði StÍF lagt seg á odda 20-11, og serliga Alis Høghamar var ring at
fótbólti, og kappingin í ár er tann triðja í røðini. Í 1997 vann HB og í 1998 NSÍ. Kappingin er í ár fyri øll tey tíggju feløgini, sum skulu spæla í 1. deild ? B36, B68, B71, GÍ, HB, ÍF, KÍ, NSÍ, Sumba og VB [...] KÍ 1, B36 1, Sumba 1, VB 1 og B71 1. KÍ 2, B36 2, Sumba 2, VB 2 og B71 2. Millumumfarið byrjar klokkan 15.00 og verða dystirnir í innleiðandi og í millumumfarinum átta minuttir. Klokkan 17.30 verður farið [...] liði, og tvey lið koma víðari úr hvørjum bólki til eitt millumumfar, sum er í tveimum bólkum við fýra liðum í hvørjum. Bólkarnir eru: NSÍ 1, ÍF 1, GÍ 1, B68 1 og HB 1. NSÍ 2, ÍF 2, GÍ 2, B68 2 og HB 2.
tíggju ár, og eftir tað legði hann frá sær, og Sjúrður Horsdal tók við sum formaður. Núverandi nevndin í B36 sær soleiðis út: Kristian á Neystabø, formaður, Kjartan Mohr, kassameistari, og Sjúrður Horsdal [...] endaði á triðja plássi, aftanfyri hini bæði stóru feløgini HB og KÍ. Seinastu árini hevur gingið betur hjá kvinnunum enn hjá monnunum, og B36 vann eisini bestu kvinnudeildina í 1998. [...] ungdóms- og í vaksnamannadeildunum. ? Á aðalfundinum varð eisini avgjørt at velja tríggjar eykalimir, sum so eisini skulu dragast inn í nevndararbeiðið. Hesir eru Jón Johansen, Malan Justinussen og Palli