Leygardagin verður aftur innandurakappingin Atlantic Cup 1999 á Kambsdali, sum GÍ skipar fyri á hvørjum ári.
Hendan kappingin er fyri øll liðini, sum taka lut í 1. deildarkappingini í 1999. Hvørt felag hevur tvey lið við í kappingini, og verður spælt í fýta bólkum við fimm liðum í hvørjum bólki. Spælt verður fið fýra útispælarum og koma tvey lið víðari úr hvørjum bólki til eitt millumumfar, sum er í tveimum bólkum við fýra liðum.
Millumumfarið byrjar klokkan 15:00.
Hesi bæði umførini verður spælt átta minuttir/dyst.
Semi finalan er klokkan 1730, og finalan verð+ur klokkan 1815. Finaluumførini eru 11 minuttir hvørt.
Liðið, sum verður nummar eitt í kappingini fær fyrsta vinningin, sum er sjey Gjugg í Borg Ferðir frá Atlantic Airways.
Næstbesta liðið fær ein vinning frá Statoil.
Fyrireikararnir siga, at hetta er eitt sera gott høvi hjá øllum feløgunum at byrja kappingarárið 1999. Og hava tey møguleika at vísa, hvønn nýggjan spælara tey hava fingið í steðginum, og halda teir tí, at tað kann verða rættuliga áhugavert at vera áskoðari.
Seinni um kvøldið verður dansur í høllini, har Anfinn & Co spæla. Hesin bólkur er mannaður við okkara fremstu tónleikasnidlingum, so sum Anfinn Nielsen, sang, Karl Martin Samuelsen sang/kór, Kim Hansen keyboard/sang/kór, Ólavur Øster guitar/sang, Hermund Jacobsen trummur og Jóhannus á Rógvu Joensen bass.
Fyri stuttum gav Anfinn fløgu út, ið seldi heilt væl, sum flestu fløgurnar hjá Anfinni hava gjørt. Anfinn hevur langt síðani sungið seg inn í hjørtu føroyinga við løgum, ið beinanvegin festa seg, so óivað verður møguleiki fyri at syngja við, tá Anfinn og Co tríva í ?gev mær fatur í tann mann? ella ?Halló góða verð...?
Boðini frá GÍ eru greið: Ivast tit í, hvat tit skulu gera leygardagin, so ivist ikki longur: Kom og fá eitt fótbóltsupplivilsi og síðan ein swingom?
GÍ letur heilsa og býður øllum vælkomnum inn á Kambsdal leygardagin.
Bólkarnir í Atlantic Cup 1999:
NSÍ 1, ÍF 1, GÍ 1, B68 1, HB 1
NSÍ 2, ÍF 2, GÍ 2, B68 2, HB 2.
KÍ 1, B36 1, Sumba 1, VB 1, B71 1.
KÍ 2, B36 2, Sumba 2, VB 2, B71 2.









