Málið hjá StÍF var ov lítið

Hondbóltur: Kvinnurnar hjá StÍF vunnu 25-18 á Stjørnuni, sum hevði 13 skot á stengurnar

StÍF-kvinnurnar fingu fatur á hinum liðunum aftur, tá tær vunnu 25-18 í útsetta dystinum móti Stjørnuni hóskvøldið.

Nógv fólk var í KÍ-høllini hóskvøldið, og tey sóu StÍF leggja seg á odda 6-0 fyrstu átta minuttirnar.

Stjørnan byrjaði annars sera offensivt í verjuni í eini roynd at taka StÍF á bóli, og hetta eydnaðist eisini partvíst. Heimaliðið fangaði nógvar bóltar frá StÍF-álopinum, men tá tað so ikki eydnaðist teimum at skora sjálvar, var líka vítt sum sítt. Tríggjar tær fyrstu málroyndirnar hjá Stjørnuni endaðu á sjálvari málrammuni, og StÍF fangaði bóltin, tá hann kom útaftur í spælið, og tær skoraðu síðani upp á kontraálopini.

Sum hálvleikurin leið fór at ganga betur hjá heimaliðnum, og tær fingu so líðandi minkað munin, so hálvleiksstøðan var 10-8 til StÍF.

Seinni hálvleikur byrjaði nakað sum tann fyrri. StÍF kom upp á 12-8, og tað tyktist sum um Stjørnan misti mótið, tá tað ikki eydnaðist teimum at nærkast enn meira beinanvegin í seinna hálvleiki. Tað hjálpti heldur ikki upp á hugin, at tað ikki eydnaðist at skora upp á upplagdar møguleikar, tí málið hjá StÍF var ov lítið.

Viljin, sum StíF hevði havt meira av longu frá byrjan, hvarv so líðandi hjá klaksvíksgentunum, og frá tí at Simona Hansen minkaði til 11-15 gingu átta minuttir til Stjørnan aftur fekk mál. Tá hevði StÍF lagt seg á odda 20-11, og serliga Alis Høghamar var ring at halda hesa løtuna. Stjørnan fór miðskeiðis í hálvleikinum at mansverja bæði Sóley og Eyðleyg Mikkelsen ? tá var dysturin longu avgjørdur ? fyri at seta spælskipararnar hjá StÍF út úr spælinum, men tað elvdi bara til meira pláss í verjuni, og Alis Høghamar fór fleiri ferðir sjálv.


StÍF sálarliga yvirvág

StÍF vann at enda uppiborið 25-18. Uppiborið tí tær vístu størsta viljan, og uttan hann kemur tú ikki langt í nøkrum ítrótti. Spurningurin er nú, hvussu tað fer at ávirka bæði liðini, at StÍF nú hevur vunnið á Stjørnuni tvær ferðir upp í slag. Liðini spæla mikukvøldið seinnu hálvfinaluna í steypakappingini, og nú munnu StÍF-kvinnurnar hava sálarliga yvirvág mótvegis Stjørnuni, sum skal royna at toga seg uppaftur. Fyrri dysturin endaði við eitt máls sigri til StÍF, so einki er avgjørt.

Í landskappingini sóu StÍF-kvinnurnar út til at vera afturúrsigldar, men nú eru tær bert eitt stig frá silvurplássinum. Men tað eru framvegis seks stig upp til oddaliðið.

Fyri Stjørnuna var tað eitt skot fyri bógvin, at tær ikki megnaðu at vinna hóskvøldið, tí so høvdu tær ligið rættiliga væl fyri: Trý stig aftanfyri oddaliðið Kyndil, sum tær framvegis hava tveir dystir eftir ímóti, og sum tær fingu trý stig móti í grundspælinum. Nú skal Stjørnan eins og hini liðini hava hjálp frá øðrum, um tað skal eydnast at vinna føroyameistaraheitið.