Í Argja Bóltfelag brynja teir seg til framtíðina í føroyskum fótbólti. Teir hava gjørt sáttmála við klaksvíkingin Oddbjørn Joensen, sum skal venja tvey 4. deildarlið hjá felagnum til komandi kappingarár.
Oddbjørn Joensen er ikki ókendur venjari í føroyskum fótbólti. Umframt at hann hevur spælt nógv fótbólt í barndómsfelagnum KÍ, og seinri í HB, hevur hann seinastu árini vant 2. deild hjá HB, og eitt skifti vandi hann eisini 1. deildarlið. Í fjør var hann venjari hjá B68.
AB hevur gjøgnum árini sanniliga merkt, at ringt er at gera seg galdandi í fótbólti, tá umstøðurnar ikki eru til tað. Hettar er komist av, at AB bert hevur haft ein grúsvøll at vant og leikt á. Teir ungu og mest evnaríku spælararnir í felagnum, hava ikki tíma at spælt á grúsi, og skiftu tískil yvir til havnafeløgini, HB og B36.
Men í august mánað í fjør var lagdur graslíkisvøllur á vøllin á Argjum, og í AB eru teir spentir uppá framtíðina, nú felagið hevur somu umstøður sum hini feløgini í landinum. Og hettar speglast aftur í felagnum. Í fjør hevði AB 10 lið tilmeldaði fótbóltskappingina, móti 16 liðum til kappingina í 1999.