Johanna tók alt

Hondbóltur: Veteranmálverjin hjá Stjørnuni spældi enn ein branddyst

Hóast tað stóð javnt í hálvleikin, vóru longu fyrsta hálva tíman greið tekin um, at Stjørnan fór at vinna dystin móti GÍ/Tjaldur sunnudagin.

Stjørnan spældi skjótari, komu oftari ígjøgnum, men vóru stak óhepnar við skotroyndunum, sum ferð eftir ferð raktu stólparnar.

Tá so neyvleikin frá byrjan av í seinna hálvleiki var betri, rann heimaliðið frá gestunum, sum bæði í fyrra og seinna hálvleiki høvdu meira enn ilt við at skora hjá Johonnu Mikkelsen í Stjørnumálinum.

Málverjin hjá Stjørnuni stóð enn einaferð ein branddyst. Hon bjargaði ferð eftir ferð, tá GÍ/Tjaldur royndi seg, og í seinna hálvleiki helt hon málið reint í 23 minuttir, áðrenn gestirnir skoraðu fýra mál seinastu sjey minuttirnar.

Tað var hesin parturin av dystinum, sum gav Stjørnuni trygga sigurin.


Sama uppskrift

Stjørnan manglaði hesaferð tveir av teimum royndu spælarunum. Annika Ljósstein fekk skaða mitt í seinastu viku, og Sólva Eystberg var heldur ikki við hesaferð. Men tað var aftur hesaferð ein blanding av royndum og yngri spælarum, sum gav Stjørnuni sigurin.

Johanna Mikkelsen og Jastrid Gullaksen syrgdu fyri stabiliteti, meðan yngru spælaranir skiftust um at halda seg fram at. Seks ferðir var tað Simona Hansen, sum skoraði, og tá GÍ/Tjaldur seinasta partin av dystinum settu Monu Langgaard at mansverja Simonu, kom eitt sindur av fjáltri í álopsspælið hjá Stjørnuni, men tá var avgerðin langt síðani fallin.


Gekk illa

hjá gestunum

Hjá GÍ/Tjaldur gekk illa meginpartin av dystinum. Tær høvdu stundum trupulleikar við at spæla seg ígjøgnum, og tá tað so eydnaðist var tað trupult at fáa bóltin í mál. Einaferð í seinna hálvleiki vildi eina av teimum meira kátu heimaáskoðarunum hava dómararnar at døma fyri álopsfeili, tá tveir spælarar hjá GÍ/Tjaldur mest sum rendu saman undir einum álopi.

Beinta Joensen var anonym sum sjáldan á høgra vongi, og ikki fyrr enn móti endanum av dystinum gjørdi hon vart við seg, tá hon varð flutt á høgra bakkpláss, og var við í teimum fýra seinastu málunum hjá GÍ/Tjaldur.

Eykamálverjin hjá Stjørnuni, Rannvá Andreasen, slapp at seta punktum fyri dystinum, tá hon tók brotskast, sum varð dømt fimm sekund fyri leiklok. Hon kom av beinkinum fyri at taka, og tað gjørdi hon elegant við at lyfta upp um málverjan.

Og so kundi tónleikurin í KÍ-høllini enn einaferð koyrast frá, og heimasigurin var staðfestur.

Stjørnan heldur fast um oddastøðuna, meðan GÍ/Tjaldur enn er aftast. Komandi mikukvøld skal Stjørnan royna at spæla seg í steypafinaluna, tá StíF kemur at vitja. StÍF skuldi annars havt verið í Klaksvík og spælt landskappingardyst leygardagin, men dysturin var avlýstur orsaka av ringa veðrinum.