Tað er í sjálvum sær uttan iva positivt, at kommunurnar nú verða noyddar at gjalda niður skuld, heldur enn at gjalda til kreppulánsgrunnin, nú so nógv er goldið í hann. ? Men eg skilji bara ikki, at Eilif [...] hevur skilt, hvørjir trupulleikarnir hjá nøkrum kommunum eru. ? Eg havi sjálvur verið á onkrum fundir, sum kommunufelagið hevur skipað fyri. Eitt nú á einum fundi á Hotel Hafnia, har Sigurð Poulsen legði [...] Kommunufelagið ger. ? Eg má siga, at eg eri rættuliga hugtikin av arbeiðinum, sum Kommunufelagið ger. Vit skulu minnast til, at kommunurnar er rættuliga ymiskt fyri. Meðan summar keypa lánsbrøv fyri at plasera
allar slíkar atfinningar eru nú tagnaðar. Øll halda tað er gott, at tunnilin varð gjørdur, og nú gongur kjakið meiri uppá hvussu nógv tað skal kosta at ferðast gjøgnum tunnilin. Vit ætla okkum at marknaðarføra [...] ymsum økjum, og vit eru vitandi um, at skulu vit veruliga fáa nakað positivt burtur úr undirsjóvartunnilinum, so má arbeiða við at fáa fólk at støðast ikki steðga har. Næstu árini ætla vit at brúka flestu [...] tunnilin næsta ár verður tikin í nýtslu. Vit hava mett um fyrimunir og vansar við at fáa undirsjóvartunnilin, og vit halda at fyrimunirnir og møguleikarnir eru størri enn vansarnir, greiddi Gísli Gíslason
liðið, og tað rokna vit við, at vit fáa nú vit hava gjørt sáttmála við venjara, sum vit kenna, og við venjara, sum kennir føroyskan fótbólt út og inn, og sum eisini veit, hvat vit hava at bjóða her á Toftum [...] Bæði í 1996 og 1997 hava vit stríðst fyri at sleppa undan niðurflyting. Tað hevur akkurát eydnast. Vit halda ikki, at B68 hoyrir heima í tí stríðnum, og vit halda, at vit við at seta Petur Simosen sum [...] formaður í B68, sigur, at teir eru sera fegnir um, at tað hevur eydnast at fáa ein av mest royndu og virdu føroysku venjarunum í landinum at taka sær av liðnum komandi ár. Vit vilja fegnir hava frið og støðug
landinum til fiskaídnaðin í grannalondunum. Vit eru at kalla á støði við tey mest tilafturskomnu afrikansku londini í hugburði. Vit loyva enn partroling og ætla nú at fara at grópa eftir skeljum á bestu [...] syndigi tankin, hvussu hava vit so umsitið okkara fiskivinnu, okkara hálovaðu høvuðsvinnu, ogn alra føroyinga? Vit rópa okkum fiskivinnutjóð, matvøruframleiðara. Fara vit so at hyggja at veruleikanum [...] landi við einum meðalaldri av skipum uppá 28 ár. Vit eru við at gloyma ta sannroynd, at eitt samfelag, sum ikki framleiðir, hevur onga framtíð. Vit hava ongantíð verið verri fyri enn í løtuni við ongum
Veitingarnar eru í dag vorðnar so frægar, at útbúgvingarmøguleikarnir uttan fyri Danmark og onnur norðurlond kunnu troytast, uttan at lesandi ovbyrja seg við lestrarlánum. At veitingarnar nú eru batnaðar, [...] áramál, og higartil hava meira enn 50 fólk fingið stuðul frá ÚSUN. Fyrstu úrslitini síggjast tí nú. Fleiri eru komin heimaftur við góðum og viðkomandi útbúgvingum, ið roynast væl á ymsum fakøkjum. Sum greinin [...] ið hava heitið »lærdur háskúli«, er eitt sera áhugavert land fyri lestrarhugaðar føroyingar. Tá ið vit harafturat hava tað sum heild høga fakliga støðið har í geyma, umframt góða kunnleikan hjá okkara ungdómi
Uffa yvirfyri føroyingum. Nú er støðan tann, at vit vita hvønn vit hava sum statsminitara, men ikki hvønn vit møguliga fáa. Hvussu ein sum Uffe fer at roynast í hesum sessi kenna vit av góðum grundum heldur [...] ávísum málum. Sosialurin ávarar Nú um dagarnar ávaraði Sosialurin føroyingar ímóti Uffa Elleman Jensen: »Teir borgarligu í Føroyum fara skeivir, um teir hugsa, at bara vit fáa Nyrup vekk, og eina borgarliga [...] rin Erling Olsen, sum tíverri ikki stillar uppaftur. Vit hava í hesum tíðum, nú so nógv stendur upp á spæl, ikki ráð og enn minni brúk fyri tí hugsan, ið kemur til sjóndar í oman fyri umrødda leiðara í
fáa fyrr. Men nú er tað liðugt. Og hetta hóast væl av hýsu tykist vera aðrastaðni, har friðað er. Tað eru ikki menninir, sum eru við Norðheim, sum eru syndararnir, sigur Frits Olsen. Tað eru teir, sum sita [...] knarstovuni. Skeljar eru Grundin til, at hesar royndirnar verða gjørdar nú, sigur Árni Nicolajsen, er tann, at menn hava viljað sloppið at trolað eftir skeljum, sum teir vita eru har. Av Fiskivinnuumsitingini [...] enn ein umsókn er komin. Mett verður, at økið norðan fyri tolir eina roynd upp á eini 1.500 tons av rundum árliga. Úrtøkan er eini 6%. Tað eru bara vøddarnir, sum brúktir verða. Rokna vit so við einum prísi
tekning av umvælingunum, sigur Guðrið Andorsdóttir. Viðvíkjandi ES-krøvunum, so eru tey meira umfevnandi enn tað vit eru von við. Krav um hølisviðurskiftini - ES krevur so og so nógv rúm til rávøruna, [...] verður steðgað, tí góðskan ikki er í lagi. Rækjurnar í India - Eitt nú er dømi í India, sum verður mett á sama støði sum vit, ið eru triða lands innflytarar. - Í India vóru somu ES-fólk og vitjaði, og [...] pst. av fiskavørunum Tey 32 virkini, sum eru ES-góðkend, útflyta tilsamans meir enn 80 pst. av útflutninginum. Av tí at nøkur virki verða niðurløgd, onnur eru løggildað og aftur onnur hava umsøkn liggjandi
tíðina ført eina miðvísa herferð ímóti okkum. Vit eru kedd, og vit eru ill um at verða so illa viðfarin...... Mikudagin var Sosialurin í Vágum og loddaði dýpið, nú Fiskavirking hevur gjørt av at steingja f [...] aftur. Vit hava eisini upplivað at fingið sjey kilo av hýsu í einum kassa, og nú ein dagin fingu vit eina hýsu í einum stórum kassa og tríggjar í einum øðrum. ? Tað hevur eisini hent seg, at vit hava fingið [...] Eftir 26 ár á virkinum veit eg bara tað, at vit eru ikki von at fáa klagur... Fiskavirking kann heldur ikki vísa á, at virkið gevur undirskot. ? Tvørturímóti hava vit goldið sjey milliónir til Fiskavirking
tríggir sita í lyklastørvum. Og allir tríggir eru í samgonguni. ? So á pappírunum skuldu vit verið so væl umboða, sum vit kundu. ? Men vit síggja einki til teir. Vit hoyra einki frá teimum. Teir tosa ikki við [...] ? Á pappírunum kundu vit ikki havt betri umboð í landsins politisku leiðsku, enn vit hava, siga vágafólk. Nú størsta kreppa í vága søgu stendur fyri durm vi- tað, at fiskavirking ætlar at lata flakavirkð [...] spyrja vágafólk, hvar teir politikarar eru, sum tey hava valt at umboða seg í tinginum og hvat teir gera fyri at bjarga sínum valdømi undan vanlukkuni. Tríggir vágemenn eru í landsins, ovastu, politisku leiðslu