Tað privata má vera við at gera undirsjóvartunnilin

Á kunnandi fundi í Klaksvík mikukvøldið legði borgarstjórin á Akranesi dent á, at tað privata má vera við, skal undirsjóvartunnil gerast

KLAKSVÍK: Býráðssalurin í Klaksvík var mikukvøldið karmur um kunnandi fund um undirsjóvartunnilin á Akranesi í Íslandi.

Borgarstjórin og formaðurin í býráðnum vitjaðu í Klaksvík, og teir greiddu frá arbeiðnum í Íslandi, hvussu tunnil fer at ávirka býin, og hvat teir vóna at fáa burtur úr, tá gjørligt verður at ferðast undir Hvalfjørð einaferð næsta summar.

Og Gísli Gíslason gjørdi fundarfólkunum púra greitt, at orsøkin til, at undirsjóvartunnil nú varð gjørdur undir Hvalfjørð var ikki, at tað almenna hevði tikið stig til arbeiðið.

­ Staturin hevði ongar ætlanir um at gera undirsjóvartunnil undir Hvalfjørð, men kommunan og vinnulívið á Akranesi tóku seg saman, og gjørdu hesa ætlan til veruleika, segði borgarstjórin.

­ Hevði tað privata ikki komið við í arbeiðið, hevði eingin undirsjóvartunnil verið gjørdur, sló hann fast.

Á fundinum mikukvøldið vóru vinnulívsfólk, politikarar og umboð fyri hægri skúlar. Orsøkin var sjálvandi at kjakið um undirsjóvartunnil undir Leirvíksfjørð, sum er íkomið aftur seinastu tíðina. Umboð fyri Klaksvíkar kommunu hava verið í Íslandi og vitja í hesum sambandi, og nú gekk ferðin hinvegin.


Býirnir líkjast

Gísli Gíslanson legði fyri at tosa um, hvussu nógv Akranes og Klaksvík líkjast. Fólkatalið er á leið tað sama, býirnir eru skúla- og ítróttarbýir, fólkatalið er farið at minkað seinnu árini, og bæði hava enntá ein prest, sum er ímóti undirsjóvartunnilinum...

­ Júst sum í Føroyum hava vit seinastu 10 árini upplivað, at fólk flyta av smærru plássunum og til høvuðsstaðin. Í 1986 búðu 55% av fólkunum í Íslandi í Reykjavík, men nú er talið vaksið til 59%.

Síðst í 80¹unum upplivdu íslendingar búskaparligar trupulleikar, fiskiskapurin minkaði og tað hevði fyrst og fremst ávirkan úti um landið. Arbeiðsloysið vaks og fólk flutti til høvuðsstaðin, har arbeiðsmarknaðurin er størri og meiri fjølbroyttur.

­ Politikkararnir hava roynt at steðga hesi gongd, men tað hevur ikki eydnast. Fólkatalið á Akranesi minkar framvegis, segði Gísli Gíslason.

­ Umstøðurnar at trívast á Akranesi eru góðar og tænastan er eisini góð, men hóast tað flyta fólk frá býnum, og tað eru serliga tey ungu, sum rýma.


Nógvir fyrimunir

Politikarar og fólk vóru á einum máli um, at okkurt mátti gerast fyri at steðga skeivu gongdini á Akranesi, og ein týðandi fortreyt fyri hesum hildu tey verða ein undirsjóvartunnil undir Hvalfirði.

Í løtuni er teinurin at koyra frá Akranesi til Rekjavíkar 100 km, og møguleiki er eisini at sigla tvørtur um Hvalfjørð.Tað tekur ein tíma at sigla, og ferjan siglur fimm ferðir um dagin.

Við undirsjóvartunnilinum undir Hvalfirði, verður teinurin til Reykjavíkar munandi styttur, og tað fer at taka ein hálvan tíma at koyra, tá tunnilin næsta ár verður tikin í nýtslu.

­ Vit hava mett um fyrimunir og vansar við at fáa undirsjóvartunnilin, og vit halda at fyrimunirnir og møguleikarnir eru størri enn vansarnir, greiddi Gísli Gíslason, borgarstjóri á Akranesi, frá.

­ Tað hava sjálvandi verið atfinningar móti tunnilinum, og fólk hava óttast, at hann skuldi fara at gera umstøðurnar hjá Akranes enn verri, men allar slíkar atfinningar eru nú tagnaðar. Øll halda tað er gott, at tunnilin varð gjørdur, og nú gongur kjakið meiri uppá hvussu nógv tað skal kosta at ferðast gjøgnum tunnilin.

­ Vit ætla okkum at marknaðarføra Akranes á ymsum økjum, og vit eru vitandi um, at skulu vit veruliga fáa nakað positivt burtur úr undirsjóvartunnilinum, so má arbeiða við at fáa fólk at støðast ikki steðga har. Næstu árini ætla vit at brúka flestu pengarnar, sum verða brúktir til íløgur, til skúlar, barnaansing og líknandi.

Spurningarnir til borgarstjóran á Akranesi vóru nógvir og neyvir. Fundarfólkið vildi hava at vita um fígging, hvussu rakturin var, hvør átti tunnilin, hvussu tryggur hann var og so víðari, og róliga og væl undirbygt svaraði borgarstjórin á Akranesi spurningunum.

Tá hann varð liðugur við sína framløgu handaði hann Jógvani við Keldu, borgarstjóra í Klaksvík, ein stein frá seinastu spreingingini undir Hvalfirði, og við steininum fylgdu orðini:

­ Tað er tekniskt og fíggjarliga gjørligt at gera ein undirsjóvartunnil. Og so er tað skilagott eisini.

Í gjárkvøldið fekk almenningurin í Klaksvík høvi at fáakunning um undirsjóvartunnilin undir Hvalfirði og møguleiki var eisini at seta spurningar til íslendsku gestirnar.