Tað er eyðsæð, at Stórabretland við sínum umleið 90 lærustovnum, ið hava heitið »lærdur háskúli«, er eitt sera áhugavert land fyri lestrarhugaðar føroyingar. Tá ið vit harafturat hava tað sum heild høga fakliga støðið har í geyma, umframt góða kunnleikan hjá okkara ungdómi í enskum, so átti hetta at fingið fólk at søkt tann vegin.
So hevur eisini verið í fittan mun seinnu árini, men leitað verður eisini til meira fjarskotin lestrarstøð úti í heimi: Bulgaria, Mexico, USA, Thailand, Australia, Spania, Canada, Týskland, Frakland og Japan. Gamla útbúgvingarmynstrið, sum í allarflestu førum førdi til eina danska embætispróvtøku ? ella av og á onkra aðra norðurlendska ? er sostatt ikki so eintáttað longur. Hetta má metast sum gagnligt fyri samfelagið í eini tíð, har altjóðagering og millumtjóða samstarv ráða.
Fíggjarligir vansar við at lesa uttan fyri norðurlond hava myndugleikarnir roynt at bøta um við eini serligari stuðulsskipan, ÚSUN, tað er útbúgvingarstuðul til lesandi uttanfyri norðurlond. Hesin útbúgvingarstuðul hevur verið veittur síðan 1990, fyrst sum ein royndarskipan, men frá 1996 við landsstýriskunngerð. Veitingarnar eru í dag vorðnar so frægar, at útbúgvingarmøguleikarnir uttan fyri Danmark og onnur norðurlond kunnu troytast, uttan at lesandi ovbyrja seg við lestrarlánum. At veitingarnar nú eru batnaðar, kemur av, at Statens Uddannelsesstøtte stuðlar teimum lesandi, vanliga tá ið 4 ár eru eftir av lestrartíðini. Til tá rindar Stuðulsstovnurin til livikostnað og skúlagjaldið.
ÚSÚN-skipanin hevur longu verið virkin í eitt áramál, og higartil hava meira enn 50 fólk fingið stuðul frá ÚSUN. Fyrstu úrslitini síggjast tí nú. Fleiri eru komin heimaftur við góðum og viðkomandi útbúgvingum, ið roynast væl á ymsum fakøkjum. Sum greinin í Sosialinum 27.9. var eitt dømi um, hava útbúgvingar, ið kunnu tengjast at oljuvinnuni, serligan áhuga í løtuni. Væntandi fer hesin áhugi at standa við og økjast komandi tíðina. Hetta eiga vit at fegnast um, tá ið hugsað verður um upprunaligu ætlanina við ÚSUN ? at gera fólk fíggjarliga før fyri at fara undir útbúgvingar, ið samfelagsgongdin krevur, men sum kanska ikki passa so væl við siðbundna útbúgvingarvalið. Vónandi fara tó eisini aðrir av teimum tankum, ið førdu til ÚSUN, at hava týdning framyvir, serliga at hava eina hóskandi spjaðing av ymsum útbúgvingum, ið geva førleika at taka tær uppgávur upp, ið eitt fjøl-broytt nútíðarsamfelag ber í sær.
Hans Andreas
Dam Joensen,
lestrarvegleiðari,
limur í ráðgevandi
4-mannanevnd
Stuðulsstovnsins
(ÚSUN-nevndini)